henda, at tað, sum var væntað at síggja, ikki sást kortini. Okkurt púra óvæntað kann knappliga vísa seg, sum eingin hevði hugsað um, at tilfarið gav ábendingar um. Hóast tað ikki eru nógv ár síðani ,at gransking [...] øðrum at meta um tað komandi við støði í tí, sum er hent. Við góðum tíðarrøðum ber til at samanbera og greina stórar mongdir av tilfari. Svar kunnu finnast, sum aftur elva til nýggjar spurningar at kanna [...] vitanarstarvsfólk at leggja fram fesk granskingarúrslit og vitan frá teirra arbeiði á ymsum økjum. Eisini fara tey at vísa okkurt av tí, tey arbeiða við, fram og bjóða teimum vitjandi at royna seg við onkrum
tykjast ikki at hava stórt innlit í feløgini, teir standa fyri. So leingi sum politikkararnir ikki hava dirvi at avgera, hvussu stór í mesta lagi ein almenn stjóraløn skal vera, er ongin bati at hóma. Fólk [...] fyli. Teir flestu hugsa bert um seg sjálvar og hvussu teir kunnu veljast aftur. At hoyra røðurnar úr løgtinginum er sum at vera til eitt sekulert vekingarmøti: Har eru róp – men onki innihald. Aðalráðini eru [...] um pensionistarnir fara at bjarga búskapinum í Føroyum. Orsøkirnar til hetta óskil, at verkætlanir eru kollsigldar, liggja aðrastaðni. Løgtings- og landsstýrisfólk hava ofta hug at seta síni fingramerki
havi eg verið vónsvikin, at Emil Joensen ongantíð verður nevndur. Í fjør varð røða hildin á studentabústaðnum Regensen, har flaggið varð teknað. Tá ivaðist eg ikki í, at nú fór tað at verða, men nei, ikki [...] fimtingar av tí reyða. Hetta hildu vit allir vera sera vakurt. Og tá ið vit so fóru at kanna eftir, vísti tað seg, at hetta var einasti møguleiki fyri samanseting av teimum føroysku litunum. Alt annað var longu [...] Norskur lærari frá Oslo bar heilsu Noregs og úttalaði gleði sína við at vera til staðar her. Maria Mikkelsen minti á Svíaríki. At hýrurin var sera góður, kendist bæði á teimum hvøllu hurrarópunum og enn
Hagstovan. Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú framhaldandi leggjast [...] mánaðarliga. Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal oman fyri 55 børn mánaðarliga [...] kommununi. Tað svarar til ein vøkstur á 373 fólk. Í miðal er vøksturin sostatt 31 fólk um mánaðin og tí vera væntandi yvir 22.000 borgarar í Torshavnar kommunu tá ið februar er gjørdur upp. Fólkavøksturin viknar
Svimjifelag, og ein rennari frá Bragdinum við. Teir vildu sleppa at royna seg, í hesi so hørðu tróttagrein. Teir sluppu, sum byrjarar, at kappast á 1/12 triathlonteinunum, sum er 350 m svimjing, 10 km súkkling [...] súkkling og 3 km renning. Sum vantað skiftust íðkararnir alla tíðina um at vera í oddinum. Ein svam skjótt, men skifti seint. Ein annar tað øvugta. uppaftur ein triðji fekk trupulleikar við gearunum, [...] punkteraði ella fekk ilt í beinið undir renningini. Alt samalt ting, sum eru við til at gera triathlon til eina ítróttagrein, har alt kann henda, og har lyklaorðið er fyrireiking. 1/12 triathlon fyri
og inspirerar milt sagt ikki til at dansa, kvøða og syngja. Løgið at hugsa sær, at hatta var ein av teim best umtóktu sangunum í Tivolirevyini, og at orðini sågar eru at finna inni á síðuni festklaveret [...] Guð viti, hvørjum lag Kristin mundi vera í, tá ið hann fann upp á at brúka hetta lagið til ein so festligan jólasang. Og sum áður nevnt: Lítið man vera at ivast í, at klokkan, sum Kristin í Geil nevnir [...] Tingakrossi líka frá tí, at blaðið varð stovnað í 1901, og til hann legði frá sær av heilsuávum fyrst í 30’unum. Eg tori ikki at siga tað fyri vist, men man hetta ikki vera fyrstu ferð, at henda kenda yrking
og fingu teir góða úrtøku. Men hann fór aftur at smíða og lærdi m.a. elsta sonin væl upp í yrkinum, og uppaftur seinri fóru teir at spesialisera seg at leggja tekjur á. Í framkomnum aldri gavst Jens Chr [...] sjógvin, har hann royndist sera raskur, ágrýtin og dugnaligur at døma eftir skipum, skiparum og manningum, sum hann var við. Fiskanes mundi vera skúlaskip hansara, og hann var síðani leingi við Norðfarinum [...] manndómsárum og síðani egnan familjuskap legðist Jens Chr. fyribils upp á land at arbeiða ymiskt fyrifallandi, umframt at hann gjørdi seg lidnan innan timbursmíð hjá morbróður sínum Hans Hilmar Dam, har
trettanda leiki, sum eg eri vísur í, at Høgni flytur eina aðru ferð. Mótstøðumaður Rógva spældi hin sera instruktiva leikin 13.-, exf6. At síggja til er ikki beint at lata hvítan fáa eina frífinnu í miðjuni [...] talvi. Hvørgin tóktist nakrantíð vera við yvirlutan. Talvið hjá Høgni líktist einari av uppgávunum, sum vit høvdu fyri undir venjingunum til OL. Tá samdust vit um, at finna d5 (12 leikur) er sera vandamikið [...] man so kundi eisini vera tap í hendi. Rógvi tók kjansin og býtti upp. Men stórmeistarar kunnu eisini fara skeivir, sama um lítið er eftir av fólki á borðinum. Tað endaði við, at Rógvi hevði frúgv móti
greiningini í móðursmálaorðabókini av orðinum landsskaðiligur, at tað er at vera ”landsins … fullveldi at meini”, so kann illa komast uttan um, at tað júst hetta, sum hendi í samband við ráðstevnuna hjá no [...] førdu til, at danska politiska skipanin hótti við at leggja seg út í innanhýsis føroysk viðurskifti, har vit hava fullveldi, við at nýta blokkin sum jarnbrot. Sjálvur fekk eg við tógvið stríð TV2 at taka hesi [...] bragd fyri summi… Tað vóru nógv fólk, sum mettu hetta at vera eitt bragd at hava fingið so væl eina so máttmikla tíðindastøð sum eina politiska skipan at bakka. Tað gjørdi Sosialurin forrestin eisni í eini
leysliga enn at skriva. Ein onnur orsøk kann vera, at avgjørt er at demokratisera útvarpsmiðilin meira og gera hann gerandisligan við tosi. Men at tosa kann gerast so gerandisligt, at ov fáar innihaldsligar [...] aldarskiftið. Uppaftur meira fór at verða tosað um leyst og fast, og næstan onki verður nú skrivað, tvs. gjølla umhugsað. Prát oman á prát Konseptmenningin tykist eisini lutvíst at vera steðgað upp. Síðan sendingin [...] veruleikin er, at næstan allar sendingar byggja á tos. Sent og endursent tos. ”Radarin” er eitt undantak. Spurningurin er, hví so er vorðið. Sjálvandi kann ein orsøk vera, at skjótari er at tosa leysliga