Dimmalætting: Sannleikin valdast hvønn tað snýr seg um

VIÐMERKING

Óli Jacobsen

 

Tað verður roknað sum grundleggjandi, at fólk skulu halda seg till sannleikan. Um hetta kann kiksa, so liggur ein skylda at fáa hetta rættað.

Men soleiðis er tað ikki hjá einum stórum parti av samfelagnum. Tá teimum valdast kravið til sannleikan hvønn og hvat tað snýr seg sum.

Tað er júst tað, sum er galdandi í Føroyum. Tað kundu verið sagdar nógvar søgur um hetta, serstakliga hjá fjølmiðlafólki.

Eitt sera ”gott” og einfalt dømi er greinin ”Kiptir sangfuglar” í Dimmalætting 2. november, har tað millum annað varð sagt:

 

Í 2004 verður táverandi formaður í Búskaparráðnum Hermann Oskarsson ákærdur fyri at vera landasvíkjari av formanninum í Føroya Fiskimannafelag .. aftan á ein fyrilestur um búskaparligu viðurskiftini í ríkisfelagskapinum.

 

Hetta verður nýtt sum prógv fyri, at eg saman við øðrum, hava roynt at forða nevnda formanni fyri at kunna nýta sítt grundlógartryggjaða talufrælsi.

Veruleikin er tann beint mótsatti, og hetta vísti eg eisini á í eini eftirfylgjandi grein.

Eg vísti eisini á, at her var talan um eina falsan ímóti betri vitan hjá Høgna í Jákupsstovu, sum skrivaði greinina.

Hetta gjørdi hann við at taka eitt lítið brot út heildini í hesi máli og at snara tað til endamálið, nevniliga at gera meg til skurk í hesi søk.

Tað kom sjálvsagt einki svar í Dimmalætting. Sum ein segði við meg: Hetta var jú satt, og tí kundi tað ikki svarast aftur.

Í Blogguni í Dimmalætting skrivar greinskrivarin tó ein stubba, sum er ein váttan um hetta. Tað er í sær sjálvum avdúkandi fyri ússaligheitina, at greinskrivarin ikki torir at seta sína vánaligu undanførsluna í sjálva Dimmalætting, men avmarkar hana til 27 lesarar á blogginum.

Her skrivar hann millum annað:

 

”Í greinini "Ákærir Hermann fyri landasvíkjara" í Dimmalætting 7. juni 2004, sigur Óli Jacobsen orðararætt:

– Hann misnýtir starvið, førir landsskaðiligt virksemi í Danmark og hevur sett seg oman fyri alt annað vald, sum ein annar statur í statinum.

Føroyska orðabókin hjá Føroya Fróðskaparfelag frá 1998 sigur soleiðis um orðið landsskaðiligur:

”sum fremur landssvik (ið kann verða landsins trygd og fullveldi at meini), landsskaðiligt virki”.”

 

Hetta er ein váttan um, at eg havi ikki kallað nakran landasvíkjari. Hetta var ein málsliga illa samansett yvirskrift, sum Dimmalætting sjálv hevði sett á greinina.

Viðvíkjandi endurgivnu greiningini í móðursmálaorðabókini av orðinum landsskaðiligur, at tað er at vera ”landsins … fullveldi at meini”, so kann illa komast uttan um, at tað júst hetta, sum hendi í samband við ráðstevnuna hjá norðuratlantsbólkinum í Danmark í 2004.

Tað stendur nevniliga rimmarfast:

Tað vóru borin ósonn tíðindini í donskum fjølmiðlum um inntøku- og skattaviðurskifti hjá føroyskum fiskimonnum, serliga í TV2. Einasta uppgivna og endurgivna kelda til hesi tíðindi var formaðurin í Búskaparráðnum.

Hesi tíðindi førdu til, at danska politiska skipanin hótti við at leggja seg út í innanhýsis føroysk viðurskifti, har vit hava fullveldi, við at nýta blokkin sum jarnbrot.

Sjálvur fekk eg við tógvið stríð TV2 at taka hesi tíðindini aftur sum ósonn.

Hetta førdi sostatt til, at henda danska hóttanin varð tikin aftur, ásannandi at danska politiska skipanin varð blivin villleidd. Síðan tá hevur sjálvt Dansk Folkeparti ikki tikið upp á tungu at leggja seg út i føroysk sermál.

 

Eitt bragd fyri summi…

Tað vóru nógv fólk, sum mettu hetta at vera eitt bragd at hava fingið so væl eina so máttmikla tíðindastøð sum eina politiska skipan at bakka. Tað gjørdi Sosialurin forrestin eisni í eini oddagrein.

Men tað vóru onnur sum skúmaðu av øði, tí hetta passaði ikki við teirra ”dagsskrá”. Eftir øllum at døma eisini Høgni í Jákupsstovuni, sum tá beinleiðis tók partí í bløðunum at verja hesi ósannindi eins og hann ger í dag.

Annars skuldi verið eitt upplagt mál hjá eini óheftari pressu at lýst hvat veruliga hendi í hesum máli.

Men tað gjørdi hon ikki. Stórt sæð øll kávaðu út yvir tað sum var hent.

Tað er fullkomiliga avdúkandi fyri Dimmalætting, at júst hesi viðurskifti, sum eg vísti á í míni fyrstu svargrein, als ikki vera nevnd í nevndu bloggu. Tey passa nevniliga ikki til boðskapin.

Í 2004 fingu vit í staðin ein goragang frá akademisku yvirstættina um kúgan av talufrælsinum við búskaparráðnum og stjóranum í Føroya Banka Astrup Hansen á odda. Tað var ikki ein, sum hevði áhuga fyri, um tað talufrælsi, teir vildu verja, eins væl umfataði ósannindi sum sannindi.

 

Tá tagdi Høgni Hoydal

Tann sum fekk sannleikan fram skuldi gerast skurkurin, eisini hjá føroyska partinum av Norðuratlantsbólkinum. Hann átti í hvussu er óbeinleiðis átti so mikið stóran part av ábyrgdini av hesum máli, at hann kundi gjørt nýtslu av teirri rættvísiskenslu, sum hann skeltar við, tá ið tað passar við hansara áhugamál. Nakað leikar hann í eisini, tá ið danir annars leggja seg úti innanhýsis føroysk viðurskifti. Men nú tagdu teir.

 

Ætli ikki at góðtala søgufalsan

Eg hevði ikki ætlað at grava hetta mál upp aftur, men ætli ikki við góðum at slík falsan við góðum skal gerast tann almenna søgan um hetta mál. Havi enntá upplivað, at sonur mín er komin heim úr hægri skúla við somu søgufalsan, eisini skrivað av einum eftir egnum tykki ófeilbarligum journalisti.

Hetta er eitt gott dømi um, hvussu veruliga er statt við talufrælsinum í Føroyum. Tað vóru vit, sum fingu sannleikan fram í hesum máli, sum fáa hótt okkara talufrælsi. Millum annað við eini slíkari grein sum hesari í Dimmalætting, sum nú trý ár eftir diskar upp við hesi fullkomiligu reinging av hesi søgu.

Tá so verður víst á sannleikan, nú er tøgn. Hann hevur ongan áhuga. Tað hevði hann heldur ikki í 2004, tá uppgávan hjá toppinum á allari kranskakuni, íroknað fjølmiðlar, var at renna ørindi fyri ósannleikan.

Tað tykist ikki at vera øðrvísi í 2007. Eisini hjá Dimmalætting. Hon hevur annars eina sera relevanta oddagrein týsdagin um hetta evni, sum ein bert kann vera samdur við. Men júst hetta mál er ein váttan um, at oddagreinin er bert lótir.