Nicolina Jensen Beder
Í mong ár havi eg lisið og lurtað eftir flaggdagsrøðum. Hvørja ferð havi eg verið vónsvikin, at Emil Joensen ongantíð verður nevndur. Í fjør varð røða hildin á studentabústaðnum Regensen, har flaggið varð teknað. Tá ivaðist eg ikki í, at nú fór tað at verða, men nei, ikki hann varð nevndur. Næstseinasta mánadag gjørdi útvarpsmaðurin sær ómak at siga frá, áðrenn flaggdagsrøðarin helt sína røðu, men hvørki útvarpsmaðurin ella røðarin nevndi Emil Joensen. Týsmorgunin bar ein kvinnurødd tey tíðindi, at Jens Oliver Lisberg hevði teknað flaggið. Eg fari tí her at taka nøkur brot úr bókini Hitt føroyska kristiliga ungmannafelagið í Keypmannahavn. 25 ára minnisrit. 1918 ? 7. november ? 1943.
Emil Joensen skrivar soleiðis:
Sunnudagurin hin 2. mars 1919 var ein merkisdagur í Føroya søgu. Á hesum degi varð hitt nýggja føroyska krossflaggið vígt á føstugangsveitslu Føringafelags í Brohusgade 17. Studentaflaggið hevur tað verið kallað, av tí at tað vóru studentar, sum vóru upphavsmenn til merkisins og skapaðu tað. Høvuðsmenninir vóru stud.jur. Jens Oliver Lisberg og stud. theol. Janus Øssursson. Vit høvdu ofta tosað um, at vit føroyingar í staðin fyri tað gamla veðraflaggið áttu at fáa okkum eitt krossflagg javnbjóðis við hini norðanlanda fólk. So ein dagin komu Jens Lisberg og Janus Øssursson inn á Regensen til mín í góðum hýri, nú skuldi álvara gerast av, og so varð farið at gera útkast til merkisins. Eg setti meg niður og teknaði á hvítum botni ein reyðan kross við bláum kanti báðu megin við. Hvør kantur var tveir fimtingar av tí reyða. Hetta hildu vit allir vera sera vakurt. Og tá ið vit so fóru at kanna eftir, vísti tað seg, at hetta var einasti møguleiki fyri samanseting av teimum føroysku litunum. Alt annað var longu í brúki av hinum brøðrafólkunum. So varð farið oman í Frederiksberggade til Nordisk Flag og Fanefabrik at bíleggja lítið flagg. Tá ið vit so seinni fingu størri flagg niðan, breiddu vit tað út av regensvindeyganum. Íslendingar, ið sóu tað í garðinum, vóru hugtiknir eins og vit, róptu hurra og ynsktu til lukku.
Jens Lisberg og eg vóru báðir nevndarlimir av Føroyingafelag. Og tað varð avgjørt, at lítla merkið skuldi berast fram á veitslufundi Føroyingafelags og vígast føstulávintssunnudag 2. mars. Í frásøgubók Føroyingafelags skrivaði eg um merkisvígsluna millum annað: »Hetta var merkisfundur í søgu Føroyingafelags, sum her skal sigast frá. Borðreitt varð við smurdum breyði og øðrum góðgæti. Formaðurin Johann Hoffgaard beyð fólki vera vælkomið, og sungið varð føroyskur sangur. Hópur av fólki var nú komin saman. Rasmus Rasmussen, háskúlastjóri, helt talu fyri Føroyum, Andras Samuelsen, fólkatingslimur, fyri Danmark, og Jóanes Patursson, landstingsmaður, fyri Føroyingafelag. Fleiri sangir vórðu sungnir inn ímillum talurnar. Tá »Eg oyggjar veit« var sungin, steig stud. polyt. Louis Zachariasen fram við einum nýggjum føroyskum flaggi. Bað hann føroyingar nýta hetta merki í staðin fyri veðraflaggið. Tann hvíti liturin skuldi minna okkum um havbrosið og hin reina klára himin, meðan tann reyði og blái krossurin, samansettur av teimum ellgomlu føroysku litunum, skuldi minna um skyldskapin við øll hini norðanlandafólk, ið eisini nýta krossflaggið. Kraftiga rungaðu hurrarópini fyri flagginum, og sungin varð sangur. Íslendski stud. theol. Sveinbjørn Høgnason bar Føroyum kvøðu sína og ynskti frændum sínum eydnu við hesum nýggja merki. Norskur lærari frá Oslo bar heilsu Noregs og úttalaði gleði sína við at vera til staðar her. Maria Mikkelsen minti á Svíaríki. At hýrurin var sera góður, kendist bæði á teimum hvøllu hurrarópunum og enn meira á tí megnarsangi, ið borin varð av einum sterkum tjóðskaparanda, sum gav góð lyfti fyri framtíðina.«
Í bókini stendur ymist annað um veitslur og útferðir við flagginum.
Ungdómur nú á døgum kann valla kenna tað sama fyri flagginum sum vit, ið eldri eru. Nú eru fløgg á hvørjum horni, bæði úr pappi og á glasi. Í mínum uppvøkstri var spennandi at fylgja við, so hvørt tey donsku fløggini vórðu útskift við føroyskum. Hetta hevði eisini nakað við Samband ella Fólkaflokk at gera. So er ikki nú á døgum. Eg haldi, at sambandsfólkini eru líka glað fyri flaggið sum hinir flokkarnir, ið kalla seg meira tjóðskaparligar. Eitt, sum eg eisini minnist, er, at teir ungu dreingirnir hildu seg vera fínar, tá ið teir sunnudag fóru í jakkar við føroyskum flaggi í knappholinum. Tað eru nokk ikki nógvir, sum halda tað í dag. Í 1946 fóru vit fýra føroyskar gentur niður á Rønde Háskúla. Tá ið vit komu á skúlan, varð flaggað við føroyskum flaggi. Tað kendist rættiliga hugnaligt at verða móttikin við føroyskum flaggi á stong. Um summarið vóru vit yviri á Sælandi, sóu bæði slott og museum, men tað, sum eg minnist allarbest, er, at tá ið vit vóru komin til Helsingør og skuldu inn á Kronborg, sóu vit ein bát við føroyskum flaggi. Eg dugi ikki at klæða kenslurnar í orð, tað var sum ein heitur ylur, ið fór ígjøgnum okkum.
Eg kann ikki enda uttan at siga frá harmakenslum viðvíkjandi seinasta flaggdagshaldi í Havn. Hetta var eitt ókent fyribrigdi og langt niðan fyri lágmarkið. Neyðtøka av flaggdagsins røðarapalli og uppmøttum áhoyrarum. Makan til ósømiliga framferð er ókend her á landi. Til seinast varð bjóðað niðan í Listaskálan. Man hetta vera fyri tey útvaldu, ella eru gáttirnar lækkaðar í Listaskálanum? Nei, eg má siga sum maðurin: Hetta eru lærd fólk uttan vanliga mentan.