Jens Christian Dam farin.

Týsdagin undan stytsta degi andaðist umsíðir Jens Chr. bert 62 ára gamal eftir drúgvar og svárar sjúkur.

Nevndur eftir abbanum, kendum havnarmanni, vaks hann fyrstu árini upp niðri í Tróndargøtu hjá abba og ommu síni, Jens Chr. Dam og Johannu Kathrinu Sofiu, fødd Joensen úr Innistovu í Klaksvík.

Seinni giftist mamman, Elly, Hans Peter Djurhuus av Nesi, bedingsmeistara í Vági. Tey fyrstu árini búðu tey á Nesi, men fluttu seinni inn til Vágs. Jens Christian fekk systrarnar: Karin, gift Eyðuni Joensen, Lis, gift Jógvani Hammer og Eyðvør, gift Jóanesi á Váli
.
Jens Chr. var glaður um barnaárini í Vági, har hann hevði nógvar barndómsvinir, men í 1957 flutti húskið til Havnar, har pápin hevði fingið starv í Statens Skibstilsyn, og búsettust tey í Eysturbýnum.
Blaðungur hevði Jens Chr. bestan hugin til sjógvin, har hann royndist sera raskur, ágrýtin og dugnaligur at døma eftir skipum, skiparum og manningum, sum hann var við.

Fiskanes mundi vera skúlaskip hansara, og hann var síðani leingi við Norðfarinum, síðani við tátíðar nýtilkomnum línuskipum so sum Beini, Leiki og Stellunum báðum.
Jens Chr. giftist Ásu Hvanná úr Vági, og búðu tey fyrstu árini í smáu húsunum á trøðni uppi í Svanga. Seinni seldu tey og fluttu í størri hús í Kardamummubýnum Oman Stóragarð.
Jens Chr. Og Ása fingu børnini: Maiken, gift Niels Eriksen, narkosusjúkrasystir í Ålborg, Petur Eyðun, húsasmiður, Kaldbak, giftur Pninu úr Ísrael, Martin, arbeiðstakari, Kaldbak, giftur Dagny úr Havn og Jan Eli, sum lærir til løgreglumann niðri og er giftur Hansu úr Gøtu. Barnabørnini eru fleiri.

Aftaná sigling í unglinga- og fyrstu manndómsárum og síðani egnan familjuskap legðist Jens Chr. fyribils upp á land at arbeiða ymiskt fyrifallandi, umframt at hann gjørdi seg lidnan innan timbursmíð hjá morbróður sínum Hans Hilmar Dam, har teir m.a. framleiddu fyrstu sniðhúsini í Føroyum.

Jens.Chr. virkaði eisini sum sjálvstøðugur arbeiðstakari innan timburarbeiði, hevði javnan stórarbeiði at gera og nógvar handverkarar í sínum breyði, men hóast tiltikin gløggur, skjótførur og dygdargóður handverkari, longdist honum aftur til sjós. Hann var so aftur í fleiri ár við fyrru Fame hjá John Dam á rækjuveiðu, ta tíðina mest í maskinuni, og fingu teir góða úrtøku.
Men hann fór aftur at smíða og lærdi m.a. elsta sonin væl upp í yrkinum, og uppaftur seinri fóru teir at spesialisera seg at leggja tekjur á.

Í framkomnum aldri gavst Jens Chr. sum sjálvstøðugur vinnurekandi fyri at gerast umsjónarmaður við leguhúsini í Nesvík, har Ása og hann eisini búðu og trivust væl, men tíanverri mátti hann vegna sínar versnandi sjúkur fara frá bæði arbeiði og bústaði, og seinastu tíðina hava tey so búð hjá miðlingasoninum í Kaldbak.

Í so ungur at fara foldum frá, men ein uggi er tað tó, at Jens Chr. livdi sítt foldarlív eins væl í viðráki sum mótráki so sera glaðlyntur og virkin , bæði í arbeiðshøpi, í fríløtum og familjuhøpi. Hann var til arbeiðis á sjógvi sum á landi eins væl í fríløtum góður at vera saman við.
Gamaní nakað bráður, har alt bar til og hartil hugfarsligur, men ikki minnast vit av hansara varrum niðrandi orð falla um annan persón. Hann kundi í sínum glaðlyndi siga frá onkrari stuttligari søgu ella skemti, men ongantíð niðursetandi um onnur menniskju, og sostatt kundi ein altíð kenna seg tryggan í samveru við Jens Chr.

Jens Chr. var sera, sera familjukærur, og hann gloymdi ongantíð tey, sum onkusvegna høvdu dugnað honum, serliga á barnaárum.
Hansara treytaleysa umsorgan galt ikki bert hansara egna húski, konu, børn og egin abbabørn umframt eldri ættarfólk í familjuni, men ofta spurdi hann við sonnum áhuga eisini til okkara børn, og eitt nú næstseinast innlagdur í skundi og ikki gonguførur av pínslum kærdi hann seg illa um staddur í enn einum sjúkuørindum niðri, at hann ikki orkaði, sum annars ætlað, at fara í føðingardag hjá dóttir okkara niðri.

Mest hugtakandi við Jens Chr. var, hvussu treytaleyst góður hann var við børn og fyri tann skuld fenað við og tey afturímóti við hann.
Havandi í huga , at slík evni sálarfrøðiliga verða grundfest tíðliga á barnaárum, mann hann í so máta hava fingið kensluliga gott í beinini frá abbanum, onklum og tantum, mammuni, Hans Peturi, systrunum og í egnum familjuhøpi annars.

Nú Jens Chr. umsíðir slapp av verðini so illa plágaður hoyrdu vit hann ongantíð gremja seg um sína vanlagnu, tíansheldur løtuna ella framtíðarútlitið, hvussu so pínufult tað enn mundi vera, og so var hann hartil eingin kensluliga lokaður ella í so máta gyrdur maður.
Helst var tað hansara ósvikaliga optimistiska lyndi, tolsemi viðvíkjandi lívslagnuni afturvið klettafastari trygd.

Vit lýsa frið yvir Jens Christian Dam, takka fyri lívið saman við honum og sýna samhuga við tykkum øll í nærmastu familju, sum umframt sváran miss hava havt tað so stríggið í langa tíð.
Ærað veri minnið um Jens Christian Dam.
Vit á Ternuryggi:
Eyðun, Karin, Rúni og Elin.