til Real Madrid í summar. Les eisini: Ónøgd við Van Gaal Nógv órógv var um ætlaða skiftið hjá spanska málverjanum til Real Madrid, sum tó ikki bleiv til nakað. Hetta tí papírarbeiði ikki bleiv gjørt til [...] hava feløgini givið hvørjum øðrum skyldina fyri, at skiftið ikki bleiv til nakað. David De Gea hevur ikki spælt hetta kappingarárið, tí hann hevur í samráðinum við Real Madrid. Hann hevði eitt ár eftir av [...] Manchester United. Manchester United spælir um vikuskiftið móti Liverpool í Premier League. Væntandi verður David De Gea aftur í málinum til tann dystin.
Horni í kvøld, kundi vakthavandi ikki í smálutum greiða frá støðuni, tí enn vóru løgreglumenn á staðnum, og tískil ikki afturkomnir á støðina. Tó visti løgreglan at siga, at talan er um eini hús í Blankagøtu [...] at tíbetur er ongin innibrendur, og talan er ikki um stóran skaða. Enn veit løgreglan ikki meira at siga, men nærri kanningar um orsøk og annað verða gjørdar í morgin. [...] Blankagøtu á Norðasta Horni í Havn. Boðini komu inn klokkan 19:08. Tá soleiðis er, so verður brunalið sent avstað, umframt sjúkrabilur og sjálvandi løgregla. – So hetta kann lættliga geva eitt sindur av larmi
ósømiligt og ikki minni óetiskt, at sokallaða fjórða statsvaldið uttan himpr soleiðis brúkar sítt veldi at senda sína partapolitisku áskoðan í hvønn skíggja í landinum. Ikki tí, at hetta er nøkur nýggjheit [...] fyri at fáa myndir í kassan at stuðla uppundir fatanina hjá hjá miðlinum um samgonguna. Henda gamla mamman royndi at sleppa undan tíðindamanninum. Men tað slapp hon ikki. Tað kann ikki sigast annað enn ósømiligt [...] Í kvøld var so KvF aftur í andstøðuessinum. Hesaferð var tað so mamma løgmans, sum skuldi vera alibi'ið hjá miðlinum fyri at varpa ivasamt ljós á løgmann og harvið politikkin hjá landsstýrinum. At hugsa
-Tað skal ikki vera nøkur loyna, at pengar mangla á flest øllum økjum. Tí dugi eg ikki at siga, hvussu rúm skal vera at framskunda Sandoyartunnilin. Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini [...] Sandoyartunnil upp í samgonguni. Endamálið er at framskunda ætlanina og gongst, sum løgmaður ætlar, verður farið undir tunnilin longu um tvey ár, í 2015. -Sambandsflokkurin hevur ikki viðgjørt ætlanina [...] i hjá løgtinginum, eftir at løgmaður í Sosialinum í gjár førdi fram, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin skal framskundast. Við Sosialin segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann fer nú av álvara at taka
gjørt á standmyndina, tí hon var boltað føst í beinkin. Hendingin er farin fram í vikuskiftinum, tí í morgun kundu fólk boða frá, at standmyndin ikki sat á beinkinum, sum hon eigur. Býráðið sigur, at málið [...] ótangar aftur framt herverk á standmynd í miðbýnum í Havn. Hesaferð er tað standmyndin uttan fyri Gamla Bókahandil, ið er skrødd upp av beinkinum. Og tað hevur ikki verið uttan mótstøðu, at herverk er gjørt [...] Mortensen, borgarstjóri, heldur, at tað er ótrúligt, at standmyndirnar í býnum ikki kunnu fáa frið. Samstundis vónar hann at hetta ikki er nakað, sum fer at halda fram. Tað er íslendska listakvinnan, Steinunn
borgarstjóri ikki stillar upp aftur, og hetta er júst støðan í Vági. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri síðstu 8 árini, stillar ikki upp aftur, og harvið er spenningur um, hvør kann seta seg í borgarstjórasessin [...] Klakkan var ikki meira enn farin av 20:00, tá Mannbjørn Tausen staðfesti, at ongin var eftir uttanfyri valhølini og farast kundi undir at telja. Í løtuni verður talt í Vági og greitt er, at 824 hava verið [...] atkvøðuslúkur velur at taka seg burtur úr. Og onki at ivast í, at í Vági er spenningur um hesi viðurskifti. I løtuni verður talt, og væntandi tekur tað ikki so langa tíð at fáa úrslitið.
Fyri løtu síðani fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Kollafirði. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at í løtuni vita tey ikki so øgiliga nógv um óhappið. Talan er um tveir persónbilar, ið [...] hava stoytt saman við landsvegin beint við Langasand í Kollafirði. Løgreglan fekk at vita, at ein persónur var í hvørjum av bilinum, men hetta er ikki endaliga váttað av patruljuni hjá løgregluni, sum er [...] og ein sjúkrabil á staðið, men tey eru júst komin norður, og vit hava ikki fingið nakrar afturmeldingar enn, so eg dugi heldur ikki at siga, um nakar fólkaskaði er, sigur vakthavandi. Tað kann tó væntast
Jóhan á Plógv Hansen, ikki er við. Jóhan á Plógv Hansen hevur sum so mangir aðrir leikarar í HM-kappingini drigist við búkilsku, og hetta er orsøkin til, at hann ikki er við í dag. Tað skrivar danska [...] Jóhan var av somu orsøk heldur ikki við ímóti Japan í millumspælinum. Tá var stóra stjørnan á liðnum, Mikkel Hansen, heldur ikki við, men hann er tó við ímóti Egyptalandi í dag. Fjórðingsfinalan ímillum [...] 30 spælir Danmark fjórðingsfinalu í HM í manshondbólti ímóti vertslandinum, Egyptalandi. Nikolaj Jacobsen, danskur landsliðsvenjari, hevur útnevnt teir 16 leikararnar í danska hópinum, og her er tað greitt
vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Ísfiskatrolararnir plaga ikki at liggja, men nú bæði vánalig líkindi hava verið, og fiskiskapurin er slakur, er ikki nógv at skunda sær til. Trý partrolarapør [...] pør eru á gulllaksaveiði. Men, tað eru ikki bara ísfiskatrolararnir, sum ikki rættiliga eru komnir í gongd aftur. Allir djúpvatnstrolararnir liggja, og tað gera teir smáu trolbátarnir eisini. - Tvey garnaskip [...] garnaskip fiska svartkalva. Tey koma inn at landa síðst í næstu viku. Eitt garnaskip fiskar havtasku og kemur inn at landa fyrst í næstu viku. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá
Alt ov nógvir almennir stovnar hava ikki síni KT-trygdarviðurskifti í lagi. Tað sigur Landsgrannskoðanin , sum hevur latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um KT-trygdarstøðun a hjá stovnum landsins [...] landsins umsitur KT-økið merkir ikki, at stjórnarráð og stovnar kunnu siga ábyrgdina frá sær. Stovnarnir hava fulla ábyrgd av dátunum, tey arbeiða við. Tað tykist ikki sum at tann boðskapurin er grundfest [...] Niðurstøðan hjá Landsgrannskoðanini er tann sama sum í 2014 . Tað er, at støðan á KT- trygdarøkinum ikki er nøktandi.