Ferðsluóhapp í Kollafirði

Fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið, eftir at ein yvirhálandi bilur stoytti frontalt inn í ein mótkoyrandi bil. Ferðslan verður helst tarnað nakað í Kollafirði eina løtu. Sum Portalurin skilur, var tað ein bilur, ið koyrdi suðureftir, sum yvirhálaði fleiri bilar, og sum síðani rendi frontalt inn í ein bil, ið kom koyrandi norðureftir. Í øllum førum tvey fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili.

Bilurin, ið koyrdi norðureftir, og sum var frontalt árendur, var eisini árendur aftanífrá, tí bilurin aftanfyri hann fekk ikki steðgað, men rendi beint í reyvina á honum.

Væntað verður, at óhappið fer at tarna ferðsluni í Kollafirði eina løtu.

Bilarnir eru sera illa farnir - enn vita vit ikki hvør mannskaðin er.