Jóhan ikki við í fjórðingsfinaluni

Føroyingurin á danska landsliðnum verður ikki við í HM-fjórðingsfinaluni ímóti Egyptalandi í dag.

Seinnapartin kl.16.30 spælir Danmark fjórðingsfinalu í HM í manshondbólti ímóti vertslandinum, Egyptalandi.

Nikolaj Jacobsen, danskur landsliðsvenjari, hevur útnevnt teir 16 leikararnar í danska hópinum, og her er tað greitt, at føroyingurin á danska liðnum, Jóhan á Plógv Hansen, ikki er við.

Jóhan á Plógv Hansen hevur sum so mangir aðrir leikarar í HM-kappingini drigist við búkilsku, og hetta er orsøkin til, at hann ikki er við í dag. Tað skrivar danska TV2.

Jóhan var av somu orsøk heldur ikki við ímóti Japan í millumspælinum. Tá var stóra stjørnan á liðnum, Mikkel Hansen, heldur ikki við, men hann er tó við ímóti Egyptalandi í dag.

Fjórðingsfinalan ímillum Danmark og Egyptaland byrjar sum nevnt kl.16.30, og hon verður víst beinleiðis á TV2.