David De Gea hevur gjørt nýggjan sáttmála við Manchester United, eftir at hann var á veg til Real Madrid í summar.
Les eisini: Ónøgd við Van Gaal
Nógv órógv var um ætlaða skiftið hjá spanska málverjanum til Real Madrid, sum tó ikki bleiv til nakað. Hetta tí papírarbeiði ikki bleiv gjørt til tíðina. Síðani hava feløgini givið hvørjum øðrum skyldina fyri, at skiftið ikki bleiv til nakað.
David De Gea hevur ikki spælt hetta kappingarárið, tí hann hevur í samráðinum við Real Madrid. Hann hevði eitt ár eftir av sáttmálanum, men nú hevur hann gjørt nýggjan fýra ára sáttmála við Manchester United.
Manchester United spælir um vikuskiftið móti Liverpool í Premier League. Væntandi verður David De Gea aftur í málinum til tann dystin.









