Einki er tí at ivast í, at Adam Smith hevði sagt, at sjálvt um ein privatur íleggjari kom og bjóðaði sær til at gera henda tunnil, uttan at tað almenna yvirhøvur hevði nakað við verkætlanina at gera, so hevði [...] vælferðina. Hann sigur, at umráðandi er at hava privatan ognarrætt til jørð og aðrar framleiðslufaktorar, og at kappingin skal vera frí. Tær væl riknu fyritøkurnar skulu fáa frið at vaksa, og tað kemur ikki [...] hevði tað verið skeivt at tikið av tilboðnum, tí tað hevði verið kappingarreingjandi. Verður so litið nærri at tí, sum nú er um at henda, so vísir tað seg, at tað privata felagið ikki er serliga privat
svara tey, at best er um tunnilin verður gjørdur almennur, tí at hetta helst kemur at hava við sær lægri brúkaragjøld. Men tey siga víðari, at hvussu víkir og vendir, er tað mest avgerandi at tunnilin verður [...] nakrir teirra: - Tey meta, at Skálafjarðartunnilin fer at kosta eina milliard, meðan veruligi kostnaðurin helst verður 100-500 milliónir hægri - Tey meta, at Sandoyartunnilin fer at kosta 700 milliónir, meðan [...] fíggjarliga eri eg sannførdur um, at hetta felagið hevði megnað at hildið allar sínar skyldur. Helst hevði hetta sterka felagið eisini at hava fíggjarliga orku til at byggja Sandoyartunnilin um nøkur ár
ósamdur í, at øll skulu hava ein tryggan bústað at búgva í, skilt á tann hátt, at tað ikki skal vera ein ævigur kampur hjá tær og tínum at útvega eitt varandi og trygt stað at búgva, uttan at skula liggja [...] liggja í konstantum ótta fyri at noyðast at flyta, í vanda fyri at enda úti á berajólum. . Kommunan hevur ymiskar møguleikar at skunda undir, at bústaðir verða bygdir, eitt nú við at útvega lendi og gera tað [...] ikki ráð at gjalda tann prís, sum stóri eftirspurningurin er við til at halda uppi. Neyðugt er tí, at kommunan tekur á seg størri ábyrgd at loysa bústaðarneyðina í kommununi. Hetta fæst einans at rigga,
nógvir føroyskir bilførarar, sum óttast at koyra gjøgnum tílíkar tunlar. Mikkel Frandsen ásannar, at ferðslan norður um Fjall er økt, men hann sigur, at tað ber ikki til at siga, um talan er um føroyska ella [...] nevndi eisini, at tað er ein trupulleiki, bæði við føroyskum og útlendskum bilførarum, at teir seta ferðina á bilinum niður ella seta bilin í vegjaðaran fyri at hyggja eftir náttúruni ella at taka myndir [...] Suðuroy. Mikkel Frandsen ger greitt, at sjálvandi skulu tung akfør so sum oljubilar og annað tílíkt fáa serligt loyvi at koyra eftir vegnum, hóast teir eru ov tungir, og at vektmarkið í høvuðsheitum er rættað
skúli. Men hon heldur, at listin eigur at verða hægri raðfest á smærri skúlunum. - Eg haldi, at okkurt eigur at verða gjørt, soleiðis at smærru skúlarnir eisini fáa møguleika til at bjóða sínum næmingum [...] Hon sigur, at næmingarnir eru sera áhugaðir í at læra um list og at gera list frá fyrsta degi, teir koma á Listabreytina. - Tey eru sera spent at koma í gongd. Fyri tey flestu er tað galdandi, at tey ikki [...] kanningar vísa, at list, ella kreativa fakøkið sum heild, er við til at styrkja um innlæringina hjá næmingunum. Tú lærir ikki bara at tekna; tú lærir at tulka, fata og greiða frá. Tú lærir at seta orð á tínar
uppaftur verður sagt, at allir miðlar áttu at havt rættlesara. Tað átti at verið kravt, at blaðfólk løgdu dentin á at málbera seg væl og skriva rætt! Sagt verður ofta, at til at gerast gott fjølmiðlafólk [...] atlit, at føroyskt og danskt eru ikki sama mál. Hegni og skynsemi áttu at verið grundleggjandi í øllum yrkjum, eisini hjá miðlafólkum. At fólk við avmarkaðum royndum duga ikki at síggja sjálv, at arbeiðið [...] ofta tos um, at dagligt málbrúk má meira fram í skrivligum tilfari, tí at “tað er livandi mál”. Alt gott um dagliga málið og “túnatosið”. Men vit skulu hava í huga, at okkum tørvar at duga onnur kynstur
sagt, at tað er óvirðiligt, at hava tveymannakømur og at tey tí skulu niðurleggjast. Kirstin Strøm Bech ivast ikki í, at hetta er einki uttan undanførslur og at veruliga orsøkin er rætt og slætt at spara [...] forkvinna í stýrinum fyri heimið. Hon sigur, at arbeiðið ætlast at verða liðugt í mars og so gongur ein tíð at vaska og gera reint og annars at gera klárt til at taka ímóti búfólki. Búfólk verða so tikin [...] vónbrotin av, at sparingarnar skulu føra við sær, at tað ikki skal bera til at fáa meiri enn 18 fólk inn á ellis – og røktarheimið í Vági, hóast pláss er fyri 24 fólkum. - Mín niðurstøða er, at samgongan hevur
ringt at skilja, at síggja vit ein nýggjan danskan film, hava vit mangan hug at rópa eftir teksting í neðra á skíggjanum, tí tey tosa við turboferð. Onkur vildi helst hildið, at vit, sum royna at dugna [...] tykir tað summum okkara løgið, at vit eru so klombrut í okkara fjølmiðlamáli. Eingin ivast í, at tað ljóðar nógv betur at siga, at ... talið á fólki er stórt ... Og hinvegin, at ... talið á fólki er lítið [...] til dømis. Vit hoyra, at rokningin er høg. Ikki ein tann einasti sigur í gerandismáli, at ein rokning er høg ella lág. Vit siga, at rokningin er stór ella lítil. Vit hoyra og lesa, at hungurin økist. Sjálvandi
eg helt, at tað átti at vera so, og at øll høvdu tað á sama hátt. Diana greiðir frá, at tá heystið kom, tað myrknaði og gjørdist kaldari, so kendist alt tyngri og tyngri. – Mær dámdi best at liggja undir [...] veit, at tað eru nógv, sum líða av vetrartunglyndi uttan at vita av tí. Og viðgerðin er so einføld. – Summi eru kanska bangin fyri at skula viðganga, at tey hava vetrartunglyndi. Men tað er einki at ræðast [...] nakran mistanka um, at hon leið av vetrartunglyndi. Tað var av tilvild, at hon varnaðist tað. Tað byrjaði við, at dóttur Dianu, Ann, hevði tað sálarliga ringt. Henni var viðmælt at fara til ljósviðgerð
tá bað hann um at sleppa at tosa við fútan. Skrivstovukvinnan ringdi til fútan, sum svaraði, at hon hevði einki at tosa við ákærda um. Maðurin var óður og segði, at hann kravdi at sleppa at tosa við fútan [...] ákærdi, at hann ofta verður misskiltur. - Eg hevði ikki ætlað mæ at melda fútan. Tað kann ikki vera rætt, at alt, sum eg sigi, verður skilt sum hóttanir, segði hann. Dómarin frídømdi mannin fyri at hava hótt [...] byrsu til at skjóta við eitt skip, har fólk vóru umborð. Maðurin var ónøgdur við, at tey bæði málini vórðu viðgjørd undir einum, sum vanligt her. Hann vildi ikki hava tað so, tí hann visti, at vápnalógin