Høgt og lágt økist

Vit miðlafólk í Føroyum eru rættiliga tálmað, tí vit noyðast í heilum at umseta ella týða tíðindi úr fremmandum málum. Tað fremmanda málið, ið her verður hugsað um, er danskt.

Kanska ikki so fremmant, men ógviliga dominerandi. Tað er beinleiðis áleypandi, og tað í sjálvum sær skuldi verið gott hjá einum máli, ið fær orðført seg í øllum lívsins viðurskiftum. Í okkara føri valdar danskt í næstan øllum lívsins viðurskiftum. Vit lesa donsk vikubløð. Vit herma eftir donskum máli. Vit hugsa á donskum. Ei dáni í, tí at summi okkara halda, at danskt er eitt rættiligt heimsmál afturímóti føroyskum. Ikki tí. Danskt er, ella rættari var, eitt deiligt mál, serliga tá ið tú hoyrdi fólk sum Frits Helmuth ella Ghitu Nørby lesa tað, og latið okkum ikki gloyma Ova Sprogøe. Nú er tað vorðið so ringt at skilja, at síggja vit ein nýggjan danskan film, hava vit mangan hug at rópa eftir teksting í neðra á skíggjanum, tí tey tosa við turboferð.
Onkur vildi helst hildið, at vit, sum royna at dugna tí føroyska málinum, tí vit halda tað vera ríkt og gott, eru full í undirlutakenslum. Tað er skiljandi, tó at sannleikin er tann, at vit vildu helst dugað føroyskt líka væl sum til dømis danskt og eingilskt. Alt annað er órímiligt. Tað líkist ongum at vraka eitt mál, tí tað skal vera so lítið og týdningarleyst. Bara í Shanghai eru minst fýra ferðir so nógv fólk, ið tosa eitt ella fleiri kinesisk mál, sum danskarar, ið tosa danskt í Danmark.
Vit miðlafólk óttast og stúra fyri at siga nakað skeivt og óføroyskt, og nettupp tí verður málið tíðum ein trilvandi roynd at sleppa undan at siga okkurt skeivt. Og tí lúka vit burturúr, jarðleggja eitt annars frálíkt mál.
Vit siga ikki longur, at eitt tal er stórt. Vit hoyra javnan fólk í okkara yrki siga, at ... talið av fólki er høgt ... Hinvegin hoyra vit, at ... talið av fólki er lágt ... Eingin – ikki ein tann einasti – sigur soleiðis í gerandismáli. Tí tykir tað summum okkara løgið, at vit eru so klombrut í okkara fjølmiðlamáli. Eingin ivast í, at tað ljóðar nógv betur at siga, at ... talið á fólki er stórt ... Og hinvegin, at ... talið á fólki er lítið ...
Hvat er vorðið av teirri sera logisku orðføringini, tá ið vit røða um eina rokning til dømis. Vit hoyra, at rokningin er høg. Ikki ein tann einasti sigur í gerandismáli, at ein rokning er høg ella lág. Vit siga, at rokningin er stór ella lítil.
Vit hoyra og lesa, at hungurin økist. Sjálvandi er hungur nakað ræðuliga ringt, so at tað hevði nú verið ein betri lýsing at sagt: Hungurin versnar.
Vit hava eisini hoyrt, at ófriðurin økist. Í gerandismáli ljóðar hatta jú heilt fjákut. Sjálvandi versnar ófriðurin. Vit hava enntá hoyrt, at fiskiskapurin er høgur ... Óneyðugt er at siga, hvat vit áttu at sagt í hesum sambandi.
Vit hoyra eisini eitt annað merkiligt málsligt fyribrygdi tíðliga og síðla. Tað er, at talið økist, og tað hækkar eisini. Eitt flogfar kann flúgva høgt og lágt. Her er rættur málsligur samanhangur í. Harafturat er tað nógv vakrari. Vit hoyra tíbetur framvegis, at fólk spyrja undrandi: "Hvat er vorðið at musikalitetinum í málinum?" Sjálvur gloymi eg ongantíð ta ferðina, Ívar las ein tíðindastubba í Útvarpi Føroya, sum tað æt tá. Hann segði: "Flogfarið fleyg so lágt, at tað snýsti alt omanav ..." Sjáldan havi eg hoyrt nakað so málsliga musikalskt, og so var tað bara tveir smáir setningar.
Samanumtikið ger tað einki, um vit siga, at fiskiskapurin er góður, skipini fiska væl, skipini fáa nógv, nógv er at fáa í Barentshavinum ... Tað ger heldur einki, um vit aftur fara at brúka orð sum stórt og lítið, har tað hoyrir heima, til dømis at talið er stórt, talið minkar. Rokningin er stór, men hon minkar, bara tú betalir so hvørt, rokningin veksur, tí at betalir tú, so minkar rokningin.
Tað nyttar einki at treiskast og siga: Hoyr nú hann, hvør skal siga ...
Vit miðlafólk hava skyldu til at gera alt tað, vit eru ment til tess at røkja okkara týdningarmesta amboð, sum í Føroyum er føroyskt.