og fara avstað við okkara ríkidømi, so at vit at enda standa eftir við ongum uttan einum skamfarnum samfelagi. - Sjálvandi skulu vit ansa okkum, í hesum eins og í øllum øðrum viðurskiftum. Eftir míni [...] men nú bjóðar seg fram og tekur avbjóðingina í størsta álvara. Eins og í øðrum vinnum vit luttaka í skal hetta sjálvandi ikki vera ein koddi men nakað, sum vit í kapping við aðrar skulu brúka vitan og royndir [...] vil ikki útiloka, at oljuinntøkur kunnu hava eina psykologiska ávirkan á fólk, at tey kanska fara at kenna seg tryggari enn annars í hesi gongdini. Løgmaður leggur tó dent á, at vit skulu ikki grunda ful
føroyingar í nítiárunum, at flyta av landinum at finna sær arbeiði. Hann arbeiddi í fleiri ár sum verkfrøðingur í Vjetnam og Russlandi. Eisini arbeiddi hann sum kommunuverkfrøðingur í Grønlandi í nøkur ár [...] Kristini. Hann var altíð í góðum hýri, hevði eitt glimt í eygunum og dámdi at skemta. Fólk, sum eru barnvaksin við Kirkjar, hava eitt serligt vitborið og jaligt skemtingarlag, sum onnur í bygdini ikki makta [...] hann át og helt seg í góðum formi. Hann gekk túrar út í Nípu nærum hvønn dag - og skjótt gekk hann. Eg møtti honum ofta í haganum og fylgdist onkuntíð við honum. Tað var ferð á honum. Tað var hugaligt at
hevur roynst minni væl, verður lítið lagt í at gera nakað burturúr. Róðrarformaðurin í VÍF hevur í mong ár róð kapp: ? Í 1996 vóru vit fleiri kvøld undan ólavsøku í Havnini og vandu við Vestmenninginum. Ta [...] forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan [...] Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum. Teir borgarligu
verklagslógini frá 22. des. 2008, sum varð víðkað í 2011 og nú aftur í 2013. Hetta verður sonevndi H-bygningurin, sum skal projekterast í 2014 og standa liðugur í 2019. Hesin síðsti og dýrasti partur av samlaðu [...] manningin Sambært danska Heilsustýrinum eiga at vera um 60-62 serlæknar í Føroyum. Í dag er støðan hendan: • 38 serlæknar eru í starvi • 15 ósett størv, røkt við konsulentum og parttíðarvikarum • 8-10 [...] umbygging av verandi bygningum og útbyggingum. Í 1999 fór man so undir eina byggiverkætlan, ið hevur hildið á líka síðani tá og eftir ætlan verður liðug í 2019 við sonevndum H-bygningi við m.a. nýggjum
til tunnurnar í rættari raðfylgju. Kvinnur og menn sláa hvør sær við hvør sínum keppi. Alt eftir veðrinum verður farið tvær til tríggjar ferðir niðan í dansistovuna at dansa føroyskan dans í uml. ein tíma [...] við at detta niðurfyri. Men so vóru tað nøkur í bygdini, sum gjørdu nakað við tað, og vend kom í. Í dag eru tað uml. 120 menn og kvinnur, sum luttaka í tunnusláingini. Mann hevur nú gjørt meira burtur [...] Dagurin byrjar við, at kommunan skipar fyri morgunmati í skúlanum. Á middegi møta tey, sum skulu sláa tunnu, í dansistovuni í búnum - hvíta skjúrtu, flagglitt silkiband og rósu, kaskett og myrkar buksur
lið í bygdini aftur. Egga sigldi ta tíðina sum kokkur við Christian í Grótinum. Hann hevði gingið hálvt ár á kokkaskúla í Klaksvík, men á sumri í 1996 fór hann í land. Leiðin gekk til Danmarkar í skúla [...] skúla í eitt hálvt ár sum liður í hotelkokkútbúgvingini. Annars lærdi hann á hotel Hafnia í Tórshavn. Meðan hann stóð í læru, keypti hann mostur sína út úr hotellinum, og síðani róku mamman og hann hotellið [...] til at keypa teg inn í eitt hotell, sigur Egga. Í desember 1998 vórðu Egga og Miriam gift. Pápi Miriam, sum er Karsten Hansen, fyrrverandi sýslumaður í Klaksvík og landsstýrismaður í fíggjarmálum, vígdi
vanliga í mesta lagi í eitt ár. Er hon galdandi í stytri enn eitt ár, verður hetta tilskilað. Um sjúklingurin skal til eftirkanningar í tíðarskeiðinum, kautiónin er galdandi, er tað yvirlæknin í føroyska [...] fyri og tær veitingar, vit í veruleikanum fáa. Landsstýrismaðurin segði, at hugt fer m.a. at verða eftir, um seingjadagatalið á rokningini samsvarar við innleggingartíðina. Í triðja lagi spurdi løgtingskvinnan [...] hava rætt til. Ráðið tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til hesar umbønir, eitt nú eftir, at tær hava verið til hoyringar hjá fakfólki, sigur landsstýrismaðurin. Ongar kanningar Í fjórða og seinasta lagi
fer aftur í botn sum hann var, áðrenn russarnir komu. Hann skjýtur upp, at í hvussu so er onkrir russarar slepp at verða verandi, tí fara teir, verður ikki ein stertur avreiddur í Føroyum afturat, sum [...] útróðurin við smábátum farin í søguna. Milson Berg sigur, at í Suðuroy eru trý útróðrarfeløg, tvey á Tvøroyri og eitt í Vági. Sjálvir arbeiðir hann fyri at savna allar útróðrarmenn í eitt felag og hann sigur [...] egningarmaskinu umborð. ? Smábátarnir hava ikki loyvið til at fara útum 20 fjórðingar, men teir stóru línubátarnir seta ferð eftir ferð heilt inn í fjarðamunnarnar og tað ger almikið fortreð fyri smábátarnir
er tað tídningarmiklasta júst nú. Eftir at Johnny í marts mánað var í bløðunum og greiddi frá sínum ætlanum, er ikki sørt, at áhugin fyri vestmenninginum er øktur. Fólk spyrja um túrin. Flestu eru positiv [...] hann roynt at fyrireika seg sálarliga til túrin. - Tað besta er at fara ein langan túr í fjøllini, púra einsamallur, í ringum veðri. At fara túrar, sum eg slettis ikki tími, gevur mær eyka vilja og styrkir [...] Johnny sær fyri, at klárari hann ikki at gjalda alt, so fór hann í bankan at biðja um lán. Gongst sum ætlað, verður Johnny aftur í Føroyum í november. Røkkur hann sínum máli hesaferð, fer hann at fyrireika
Arbeiðið er liður í eini ætlan at gera umfatandi undirvísingartilfar í landafrøði. Royndirnar síðan 1993 hava víst, at fólk hava greiðar meiningar um spurningin, og tí hevur Skúlabókagrunnurin í seinastuni eggjað [...] Petersen og Birgir Kruse, tí í ongum atlasi yvirhøvur ber til at finna ein reglufastan hátt at seta orð á heimin. Gjørt varð eisini vart við hetta í Heimsatlasinum longu í 1993. Í fororðunum til atlasið stendur [...] valdinum í 1973, skal stavast, og tú skalt hoyra málageipan. Onkur langar nevan í borðið og sigur, at tað skal stavast Chile, og onkur annar mótmælir og krevur, at tað skal stavast Kili. Meira fólk kjakast