Sjúkuviðgerð
Bill Justinussen, landsstýrismaður, fer í dag at svara Rúnu Sivertsen, løgtingskvinnu, uppá fyrispurningarnar, hon setti landsstýrismanninum herfyri. Fyrispurningarnir, sum vóru fýra í tali, snúðu seg um viðgerð av føroyskum sjúklingum á sjúkrahúsum uttanlands.
Eftirkanningar
Í fyrsta lagi spurdi løgtingskvinnan, um landsstýrismaðurin hevur trygd fyri, at tær eftirkanningar, sum Ríkissjúkrahúsið kallar inn til, veruliga eru neyðugar og bara kunnu gerast á Ríkissjúkrahúsinum.
Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at sambært løgtingslóg um Sjúkrahús Føroya, eru tað yvirlæknarnir, sum hava heimild at senda sjúklingar til viðgerðar í Danmark.
- Hetta fer fram á tann hátt, at yvirlæknin skrivar eina sokallaða ?kautión? til ávísar deildir á donskum sjúkrahúsum. Kautiónin varar vanliga í mesta lagi í eitt ár. Er hon galdandi í stytri enn eitt ár, verður hetta tilskilað. Um sjúklingurin skal til eftirkanningar í tíðarskeiðinum, kautiónin er galdandi, er tað yvirlæknin í føroyska sjúkrahúsverkinum sum avgerð, um føroyska sjúkrahúsverkið rindar ferða-og uppihaldsútreiðslurnar til eftirkanningina.
Svarið er tí, sigur Bill Justinussen, at landsstýrismaðurin hevur ta trygd, sum er ásett í sjúkrahúslógini, t.e. at kautionerandi yvirlæknin í føroyska sjúkrahúsverkinum tryggjar, at eftirkanningarnar veruliga eru neyðugar.
- Um hesar kanningar bert kunnu gerast á Ríkissjúkrahúsinum, er ein
spurningur, sum Trivnaðarmálaráðið arbeiðir við.
Sambært landsstýrismanninum verður kannað, hvat skal til fyri at gera
ávísar viðgerðir og eftirkanningar, sum nú verða gjørdar uttanlands, í føroyska sjúkrahúsverkinum.
- Skulu sjúklingar uttanlands til eftirkanningar, verður hetta gjørt annaðhvørt á tí staði, har teir upprunaliga eru viðgjørdir ella á tí staði, har nøktandi eftirkanning kann gerast bíligast, sigur Bill Justinussen.
Eftirlit
Í øðrum lagi spurdi Rúna Sivertsen, hvat eftirlit er við, at mest møguligt fæst fyri peningin, sum føroyska heilsuverkið rindar Ríkissjúkrahúsinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at kannað verður eftir, at rokningarnar samsvara við kautiónirnar, sum eru givnar.
- Ætlanin er at styrkja hetta eftirlit frá februar 2003, soleiðis at eitt fólk
verður sett á Sjúklingahotellinum Tórshavn, sum skal kanna útgreinaðu rokningarnar fyri at vita, um samsvar er ímillum einstøku veitingarnar, sum goldið verður fyri og tær veitingar, vit í veruleikanum fáa.
Landsstýrismaðurin segði, at hugt fer m.a. at verða eftir, um seingjadagatalið
á rokningini samsvarar við innleggingartíðina.
Í triðja lagi spurdi løgtingskvinnan, nær føroyskir sjúklingar fara at verða sendir til bestu viðgerðarstøð í heiminum.
- Eg havi ta áskoðan, at so stórur partur sum gjørligt av tí peningi, sum
nýttur verður til serviðgerðir uttanlands, skal nýtast til sjálva viðgerðina, og at peningur til til ferðing og uppihald skal avmarkast mest møgulig.
Landsstýrismaðurin heldur eisini, at viðgerðin skal keypast, har hon er
nøktandi, bæði hvat viðvíkur dygd og prísi.
- Hvørji bestu viðgerðarstøðini í heiminum eru, eru óivað nógvar meiningar
um, men eg haldi meg til, at Sundhedsstyrelsen, sum er fakligi eftirlitsmyndugleikin í danska og føroyska heilsuverkinum, veitir trygd fyri, at dygdin á viðgerðunum á donskum sjúkrahúsum er í lagi.
Eykaútreiðslur
Bill vísir á, at sum er, er besta og bíligasta ferðasambandið við flogfari ímillum Føroyar og Keypmannahavnar. Harafturat hevur føroyska sjúkrahúsverkið frammanundan Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, sum í 2001 kostaði umleið 9,6 milj. kr. ella 498 kr. fyri hvønn seingjadag við teimum 19.483 seingjardøgunum, sum tá vórðu.
- Verða sjúklingar sendir aðrastaðni enn til Keypmannahavnar, hevur tað við
sær eykaútreiðslur fyri sjúkrahúsverkið vegna ferðing og uppihald. Skal tað loysa seg fíggjarliga fyri sjúkrahúsverið at senda sjúkingar aðrastaðni enn til Keypmannahavnar, skal sjálv viðgerðin vera tilsvarandi bíligari.
Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at Trivnaðarmálaráðið á Ríkissjúkrahúsinum
hevur eina avsláttrarskipan tengda at nýtsluni á Ríksissjúkrahúsinum, og soleiðis fekk føroyska sjúkrahúsverið í 2001 ein avsláttur uppá 6,6 milj. kr. av teimum umleið 43 milj. kr., sum vórðu nýttar til serviðgerðir á Ríkissjúkrahúsinum hetta árið.
Bill hevur tískil ongar ítøkiligar ætlanir um at senda sjúklingar aðrastaðni enn hagar, teir verða sendir nú. Hinvegin ætlar landsstýrismaðurin at kanna aðrar møguleikar.
- Vísir tað seg, at onnur viðgerðarstøð kunnu veita somu ella betri tænastu til sama ella lægri kostnað enn Ríkissjúkrahúsið, tá ið ferða-og uppihaldsútreiðslur eru íroknaðar, verður hetta tikið upp til viðgerðar.
Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin, segði løgtingskvinnan, at vit óivað høvdu fingið eina betri tænastu og meira fyri peningin, um støða í hvørjum einstøkum føri varð tikin til, hvar mest hóskandi viðgerðarstaðið er.
Men her er landsstýrismaðurin ikki heilt samdur.
- Ein fyritreyt fyri at fáa avsláttur, er oftast, at ein ávís mongd verður keypt. Verða viðgerðirnar spjæddar á fleiri viðgerðarstøð, fer tað at hava við sær ein lægri mongdaravsláttur. Ein onnur fyritreyt fyri eini góðari tænastu til sjúklingin er, at samstarvsfelagarnir kenna hvønn annan og mannagongdirnar hjá hvørjum øðrum.
Bill vísir á, at sjúklingar tó í serligum føri verða sendir aðrastaðni enn til Ríkissjúkrahúsið, tí tænastan ikki finst á Ríkissjúkrahúsinum ella tí, hon er betri aðrastaðni.
- Seinnu árini er hetta praktiserað á tann hátt, at yvirlæknin ella sjúklingurin hava sent umbøn til Trivnaðarmálaráðið um aðra viðgerð enn hana, ið yvirlæknarnir sambært sjúkrahúslógini hava rætt til. Ráðið tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til hesar umbønir, eitt nú eftir, at tær hava verið til hoyringar hjá fakfólki, sigur landsstýrismaðurin.
Ongar kanningar
Í fjórða og seinasta lagi spurdi Rúna Sivertsen, um Almanna-og Heilsumálastýrið hevur gjørt kostnaðar-og nyttukanningar av sjúkuviðgerðum, ið neyðugar eru at gera uttanlands.
Landsstýrismaðurin heldur, at hesin spurningurin er torskildur og tí ikki so einfaldur at svara, men heldur tað vera ógvuliga trupult at gera kostnaðar-og nyttukanningar av sjúkuviðgerðum, tí tá verður ikki hugsað um kostnaðarpartin.
- Trupult er at meta um nyttuna av eini sjúkuviðgerð. Er tað samfelagsliga
nyttan ella nyttan hjá tí einstaka og teimum avvarðandi? Hugsar løgtingskvinnan, um Trivnaðarmálaráðið hevur samanborið kostnaðin millum sjúkuviðgerð í Føroyum og uttanlands ella ímillum ymisk útlendsk viðgerðarstøð, er svarið, at ráðið hevur ikki gjørt eina tílíka kanning, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður, at enda í svarunum til Rúnu Sivertsen, løgtingskvinnu, um sjúkuviðgerðir uttanlands.