Skuggar fyri krúnuni í heilsuverkinum

Hans Pauli Strøm, fyrrv. landsstýrismaður í heilsu
--------------

Nú farið verður undir síðsta stigið í tjúgu ára byggiverkætlan fyri Landssjúkrahúsið á tilsamans 860 mió. kr., er høvi at spyrja, hvat vit hava fingið og kunnu fáa fyri teir nógvu pengarnar. Vit kunnu eisini spyrja, hvussu hesar stóríløgurnar í bygningar og tøkni samsvara við almenna sparipolitikkin hjá landsstýrinum.

Byggiverkætlan frá 1999
Síðst í 90-unum var ein støðu­met­ing gjørd av Lands­sjúkra­húsinum við teirri niðurstøðu, at tað var so illa farið, at sum skjótast mátti fremjast ein kostnaðarmikil verk­ætlan við totalrenovering og um­bygging av verandi bygningum og útbyggingum.
Í 1999 fór man so undir eina byggiverkætlan, ið hevur hildið á líka síðani tá og eftir ætlan verð­ur liðug í 2019 við sonevndum H-bygningi við m.a. nýggjum psyki­atriskum depli.

1999-2004: 198 mió.kr.
Hesi fyrstu árini varð nýggi G-bygningurin (eysturbygningur niðan fyri barakkina) bygdur. Her fekk Landssjúkrahúsið nútímans hølir og tøkniliga útgerð til bráð­feingis­móttøku, læknavakt, rann­sóknar­stovu, skurðstovur, medisinska deild og songjadeildir til skurðsjúklingar.

2005-2008: 140 mió.kr.
Nú snúði tað seg um saman­bygg­ing millum nýggja G og ver­andi B-høvuðsbygningin, nýggja mót­tøku, forhøll og kafe­teria, nýggj­an sterilsentral og skopi­deild, kirurgiskt ambulatorium á B3, nýumvæld hølir á B4 til oyra-, næsa-, tann- og hálslækna, til barna­deild á B5, og nýumvæling av medi­sinsku songjadeildunum á B6, B7 og B8.

2009-2013: 138 mió.kr.
Fyri tørni stóð endurnýggjan av øllum útsíðum og tekju (so­­nevndi klimaskermurin) á høga B-bygninginum, ið nú skilir seg burtur úr við sínum kopar­grøna klædningi. Her­aftrat kemur víð­fevnda um­bygg­ingin av øllum rønt­gen­tøkin­um, við nógv betraðum um­støð­um fyri myndadiagnostik, MR- og CT-skanning og m.a. krabba­meins­screeningum. Og í ár verður bygg­ingin av nýggja vaskarínum gjørd liðug.

2014-2019: 352 mió.kr.
Avgerðin um at samanbyggja nýggjan psykiatriskan depil við øðrum nýggjum medisinskum deildum varð tikin í verklagslógini frá 22. des. 2008, sum varð víðkað í 2011 og nú aftur í 2013. Hetta verður sonevndi H-bygningurin, sum skal projekterast í 2014 og standa liðugur í 2019. Hesin síðsti og dýrasti partur av samlaðu verkætlanini fevnir m.a. um:
• Nýggjan psykiatriskan depil
• Rehabiliteringseind, m.a. til bráð­feingis sjúkrahús­endur­venjing
• Nýggjar umstøður fyri fysio- og ergoterapi
• Nýggja móðir-barn eind, við gynækologi- og føðistovum
• Nýggjar songjadeildir at av­loysa tær á B6-B8
• Nýggjur felagskøkur

Aðrar nýmennandi íløgur
Tilsamans er byggiverkætlanin frá 1999 til 2019 á 828 mió. kr. Haraftrat koma ætlandi einar 33 mió. í prís­vøkstri, sum hædd ikki er tikin fyri. Alt tilsamans sostatt góðar 860 mió. kr. Men herumframt eru aðrar nýmennandi íløgur gjørd­ar í vitanar- og tøkniskipanir á Lands­sjúkrahúsinum og aðrastaðni í heilsuverkinum:

Útbúgving og gransking
• Læknaútbúgving: Síðani 2004 er á hvørjum ári skipað fyri útbúgving av yngri læknum á Landssjúkrahúsinum, fyri í miðal 4 mió. kr. um árið. Hetta er sterkasta trygdin fyri tilgongdini av m.a. kommunulæknum til heilsuverkið.
• Gransking: Síðani 2006 er bygd upp eitt Ílegusavn og Granskingardeild í sjúkrahúsverkinum við eini játtan á 2,5 mió. kr. í miðal um árið. Longu nú eru 35 granskingarverkætlanir ígongd og virksemið økist støðugt.

Tøknilig nýmenning
• Talgilda heilsuskipanin varð sett í verk árini 2005-2008, og harvið gjørdist Føroyar fyrsta – og enn einasta - land í heiminum við eini kunningartøkniligari integratión av øllum sjúkrahúsum og kommunulæknum.
• Kollveltandi røntgen- og laboratoriuskipan varð framd í sama tíðarskeiðið, við nýgerð av øllum røntgen- og laboratoriuøkinum í talgildari og samskipandi tøkni fyri alt heilsuverkið.
• Hesar báðar verkætlanir vóru framdar við eini rakstraríløgu á umleið 50 mió. kr.

Manglandi samsvar millum íløgur og innihald
Jú, hetta eru alt nógvir peng­ar. Men út frá yvirlitinum kann ikki sigast annað, enn at við hes­um stóríløgum í sjúkra­hús, tøkni, útbúgving og gransk­ing hava vit skapt framúrskar­andi góðar fyritreytir fyri heilsu­verk­tæn­astum í Føroyum. Hetta er eisini tann mest grundleggjandi fyritreytin yvirhøvur fyri okkara samfelag, at fólk kenna seg trygg við at liva og virka í hesum landi.
Tó tykist ikki at vera samsvar millum hesar stóríløgurnar og so tær játtanarligu fyritreytir, sum eru fyri sjúkrahúsvirkseminum til tess at livandigera og gagnnýta tær kostnaðarmiklu íløgurnar til fulnar.
Hetta manglandi samsvarið sæst aftur í teirri viðbreknu støð­­uni á heilsufakliga starvs­fólka­økinum, sum bara sær út til at fara at versna við tí niður­brót­andi sparipolitikkinum, sum lands­stýrið longu hevur sett í verk og ætlar at framlongja tey komandi árini.

Læknafakliga manningin
Sambært danska Heilsustýrinum eiga at vera um 60-62 serlæknar í Føroyum. Í dag er støðan hendan:
• 38 serlæknar eru í starvi
• 15 ósett størv, røkt við konsu­lentum og parttíðarvikarum
• 8-10 manglandi størv til serlæknaøki
• Manglandi serlæknar merkja eisini manglandi manning av tilhoyrandi sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum fakfólkum

Ómannað og undirmannað:
• Neurologi (heili og nervalag)
• Onkologi (krabbamein)
• Geriatri (serligar eldrasjúkur)
• Lungnamedisin
• Gynækologi (graviditetur og kvinnusjúkur)
• Pediatri (barnalæknar)
• Psykiatri og barnapsykiatri

Onnur manglandi størv:
Til rehabilitering mangla fakfólk, umframt serlæknar í neurologi, reumatologi, geriatri, cardiologi og lungnamedisin:
• Neuropsykologur,
• Logopedur (talupedagogur)
• Ergoterapeutar, trýfalding av verandi manning

Viðbrekin støða
Í okkara sjúkrahúsverkið er heilsu­fakliga starvsfólkastøðan sera viðbrekin av tí, at manningin sum heild er sera fáment. Enn ótryggari verður tað, tá fleiri serlækna­øki eru so undirmannað og summi heilt ómannað. Tí liggur stór ábyrgd á politiska myndug­leikanum, ikki bara at byggja flott­ar bygningar, men eisini at tryggja neyðugu manningina. Tí varð eisini í samband við álitið um Framtíðar Sjúkrahúsverk frá 2007 farið undir eina tilgongd at gera uppraðfestingar á hesum økinum. Men tað er alt støðgað upp, og heldur er gongdin nú tann øvugta.

Veksandi sparingar
Stór andsøgn er í politikkinum hjá landsstýrinum. Man hækkar íløgu­j­átt­anina til Lands­sjúkrahúsið fyri at kunna fullføra ta størstu byggi­verkætlanina nakrantíð í Føroya søgu. Men samstundis leggur landsstýrið eina spariætlan fyri ta innihaldsliga virksemið í heilsuverkinum, sum ikki bara skal skera burtur allan dekning av árligum kostnaðarhækkingum, men beinleiðis minka um játtanina til raksturin.
Hetta gongur fram av fíggjar­lóg og játtanarkørmum, sum lands­stýrissamgongan hjá Sambands-, Fólkafloks-, Sjálvstýris- og Mið­flokkinum hava samtykt at vera galdandi fram til 2018.

Andsøgnin upp á spíssin
Síðstu viku sá eg eina lesara­við­merking til tíðindagrein á Portalinum um víðkaðu verklagslógina fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, har tað verður sagt: “Ja, brúka 490 milliónir til Landsjúkrahúsið og ikki kunna seta eina sjúkrasystur afturat í dialysuna har úti, so føroyingar kunnu koma heim til sítt heimland. Haldi tað er so langt úti.” Viðkomandi hevur rætt. Tað er líka so týdningarmikið, helst enn týdningarmiklari, at vilja halda neyðugu útreiðslurnar til starvsfólk og viðgerðir, sum at gera íløgur í fysiskar umstøður og útgerð.