Harbour. Eftir at tíðindini frættust týsmorgunin um, at umfatandi yvirgangsálop høvdu verið fleiri staðni í USA, vistu fólk ikki, um álopini vóru liðugt, ella um meira var á veg. - Vit kenna okkum framvegis [...] - Tá eg tendraði sjónvarpið í morgun, var tað óveruligt at síggja, hvat var hent. Tað er ikki tað sama at frætta slíkt, tá tú býrt í Føroyum, og nú tá tú býrt mitt í tí, sigur Magnus í Brekkunum, tá vit
keypt í sama mun, sum eg átti at kunna keypt. Tað merkir, at vit koma at minka í Barentshavinum, og vit koma at minka aðrastaðni við. Reiðarin vísti á, at vit kunnu spyrja, hvat hann so skal gera. - Um eg skal [...] landsstýrinum. Reiðarin vísti eitt nú á, hvussu støðan hjá hansara skipum fer at verða í Barentshavinum, um landsstýrisuppskotið verður samtykt, soleiðis sum tað fyriliggur. - Barentshavið hevur staðið mær nær [...] hesi 12 prosentini, sum nýskipanaruppskotið leggur upp til. - Hetta er álvarsamt. Tað er eingin ivi um tað, segði reiðarin hjá JFK í Klaksvík í Degi & Viku í kvøld.
David umleið 10 tímar um vikuna upp á venjing, men hetta tímatalið hevur verið væl hægri seinastu mánaðirnar. - Seinastu tíðina havi eg vant næstan hvønn dag og sum oftast tvær ferðir um dagin, greiðir David [...] tað ikki tað heilt stóru ávirkanina á kroppin, um ein køkubiti fer niðurum. Býarlívið sett til viks At ítrótturin fer við nógvari tíð, er David fullgreiður um. - Tá so nógv tíð ferð til venjing og onkrum [...] sum hevði heitið Copenhagen Challenge Race, vóru útvið 2000 luttakarar, sum stríddust við at koma um málstrikuna eftir at hava svomið, súkklað og runnið ein heilan dag. - Ironman er einki minni enn ein
Norröna kom aftur á Havnina, sótu hjúnini Frígerð og Elias Egholm úr Havn og prátaðu saman um túrin. Tey vóru samd um, at hetta hevði verið eina sera góður túrur, ikki minst tí at veðrið var til vildar allatíðina [...] fátækt, men eg haldi at Skotland mundi vera enn fátækari tá í tíðini. Tí tók tað eisini so langa tíð at endurreisa landið, sigur hann. Nú í 2005 var hann so aftur á sama staði, og kundi nú síggja og uppliva [...] eg haldi, at teimum hevur dámað væl, sigur Livar. Enn er avgerð ikki tikin, um tey fara við aftur næsta ár, væl at merkja um ein slíkur túrur verður gjørdur aftur. - Eg rokni næstan við, at vit fara avstað
Hansen, sparka burtur, men hann rakti bóltin skeiv og sendi í egið mál. Í seinastu løtu vóru sumbingar um at taka sigurin frá tvørámonnum. Eirikur Joensen smekkaði til, bólturin traff ein TB´ara, og so endaði [...] aftur í 1. deild, og tað eydnaðist hesaferð. Styrkja liðið Støðan í fótbóltin á Tvøroyri er ikki tann sama, sum hon var í áttatiárunum, tá felagið var millum toppliðini í 1. deild. Í 1987 vann TB seinasta [...] av gullið í bestu deildini. Liðskiparin hjá TB heldur tó, at liðið kann standa seg í bestu deildini, um teir gera sær ómak komandi ár. - Spælararnir skulu venja meira, og teir skulu taka uppgávuna í stórum
Familjan afturum Tað var veruliga spennandi at vera í starvi hjá FaroeJet. Eingin ivi um tað. Øll høvdu góðar vónir um at hetta skuldi fara at bera til, og bjartskygnið var tað sum eyðkendi øll starvsfólkini [...] á nakran hátt vil rósa sær av tí. - Hetta var ein partur av arbeiði mínum. Av tí sama er familjan komin langt aftur um hesar níggju mánaðirnar, tá eg satsaði alt uppá FaroeJet. - Nú skal broyting koma [...] í eini tvey ár á marknaðardeildini hjá Atlantsflogi, inntil hon fekk ein fyrispurning frá FaroeJet um fast starv. Her vóru fleiri fólk tá komin rættiliga væl áleiðis við fyrireikingunum til nýggja flogfelagið
gomul skip, sum ikki fiska tað sama sum tey nýggjaru, men samstundis brúka hesi eisini minni olju. - Um oljuprísirnir ikki lækka, ella upsaprísurin hækkar, eri eg sannførdur um, at meginparturin av partro [...] mangur dugir at geva sær far um. Teir, sum vita best, hvussu vorðið er, eru teir, sum reka skipini. Hesir vita, hvørji skip eru løgd, sum almenningurin lítið og einki veit um, og teir duga eisini at síggja [...] endurgoldnar frá statinum. - Hetta fáa teir, sjálvt um slíkur stuðul eftir øllum at døma ikki er loyvdur. Aðrir veita stuðul til eitt nú at betra um skipini við reinari botni og tílíkum. Tummas vísir á
sum hann skal. Lion sigur, at manningartalið umborð á Atlantic Navigator hendan túrin verður tað sama, sum á undanfarna túri, umleið 100. Umframt føroysku manningina, sum er við flaggskipi norðoyinga [...] Navigator. Tey flestu eru tó úr Noregi og Ruslandi. Lion Petersen sigur, at talið av útlendingum liggur um 25%, og tað er tað, sum loyvt er. - Eg haldi, at tað er útlendingalógin, sum sigur, at vit í mesta
og fer nú at gera tað framyvir, sigur Rúni Thomsen. Spurdur um tað er rætt, at virkið verður bygt uppaftur á sama staði, tá hugsað verður um trygdina, er Rúni Thomsen skjótur at vísa sjónarmiðinum frá [...] at byggja virkið á Tvøroyri. Tað eru ikki bara býráðslimir, ið fegnast yvir avgerðina, men var talan um gleðitíðindi fyri alla oynna. Tað metir hvørt fall Rúni Thomsen, ið er ein av mongum suðuroyingum,
samdan við Heðin Mortensen um, at fíggingin av Suðuroyartunlinum skal vera samhaldsføst, men ivast um teir hugsa tað sama. - Hesum taki eg fult undir við, men eg ivist í, um eg og Heðin hava somu fatan [...] Mortensen, samferðslumálaráðharri, ført fram, at fíggingin til Suðuroyartunnilin skal fáast til vega um bummgjøld – millum annað úr verandi undirsjóvartunlum. - Men skulu verandi undirsjóvartunlar einsæris