Víkingur á sætta plássi og B68 á sjeynda møtast í Sarpugerði í kvøld, og verður hetta tí ein eysturoyaruppgerð millum tvey lið, ið mugu sigast at vera í kreppu. Í fyrstu 13 dystunum hava tey bara fingið ávikavist [...] væntast ein bæði tættur og spennandi dystur í Sarpugerði, ið kann hava avgerandi týdning fyri báðar partar. Fyrru ferðina, liðini møttust á Svangaskarði, var í einum serstakliga hendingarríkum dysti, har [...] framum 3-2. Men so svaraði B68 aftur við trimum málum og vann 5-3. Sostatt kann alt henda í Sarpugerði í kvøld.
Tríggir dystir í eru spældir í dag. Í øllum førunum var úrslitið heimasigur. Merkisverdast var úrslitið á Skála. KÍ legði seg á odda, men Skála, sum hevur verið illa fyri higartil í ár, svaraði tvær ferðir [...] avgjørt, at øll stigini skuldu vera eftir í Gundadali. EB/Streymur var trilvandi fyrstu løtuna, men Arnbjørn Hansen vísti seg so vandamiklan, sum hann var í 2006. Í fjør var hann ikki so ofta upp á spæl, [...] tí hann var so nógv skaðaplágaður. Fríggjakvøldið vann ÍF í Sarpugerði, og mikukvøldið var javnt í Gundadali millum B36 og NSÍ. HB og EB/Streymur hava fult stigatal, meðan KÍ, B68 og B71 einki stig hava
meira javnir út. Í Sarpugerði í Gøtu skulu steypavinnararnir seinastu fýra árini á rað, Víkingur, taka ímóti HB, sum eisini er ein endurtøka av steypafinaluni í 2014. Og í Djúpumýru í Klaksvík tekur KÍ [...] Lutakast til fjórðingsfinalurnar í Løgmanssteypinu hevur í kvøld verið í 3-2 í Kringvarpinum. Tað var Fróði Danielsen, nevndarlimur í FSF, sum trekti lutakastið, sum bjóðaði uppá nakrar spennandi fjór
var undirhald og í løtum gott fótbóltsspæl, og tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið B36 í dag vann 3-1 ímóti Víkingi í Sarpugerði. Sigurin ber við sær, at B36 framvegis er við í kappingini um [...] ini. B36 skal í síðsta umfari spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Tað kann fara at vísa seg, at vinnarin av tí dystinum fer at enda á silvurplássinum og fer at vinna atgongumerki at luttaka í Europa. Tað valdast [...] valdast eisini, hvussu tað fer at ganga hjá KÍ, sum í dag tapti í Runavík. KÍ eigur dyst mikukvøldið á heimavølli ímóti AB. NSÍ hevur 60 stig, B36 hevur 59 stig, og KÍ hevur 58 stig. Víkingur legði seg á
4-0, og miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru teir frammanfyri 6-1, áðrenn B71 tvær ferðir skoraði. Í Sarpugerði gekk tað javnt á millum heimafavorittarnar í Víkingi og Skála, sum spælir í næstbestu deildini [...] hvørjum í hálvfinaluni. Heðin Arge frá Televarpinum og Páll á Reynatúgvu fyrrverandi B71 spælari og steypavinnari í 1993 stóðu fyri lutakastinum. Lutakastið lagaði seg soleiðis, at KÍ og AB hittast í aðrari [...] Víkingur hittast í hini hálvfinaluni. 20. mai hittast KÍ og AB í Klaksvík, og 21. mai hittast B68 og Víkingur á Toftum. 18. juni hittast AB og KÍ á Argjum, og 19. juni hittast Víkingur og B68 í Norðragøtu.
Pílarnir peika heilt hvør sín veg hjá næstbesta Víkingaliðnum og B71. Í gjárkvøldið vann Víkingur 2-1 í Sarpugerði ímóti B71. Bæði málini hjá Víkingi vórðu skorað síðstu lítlu løtuna undan steðginum. Jónatan [...] Hetta var fyrsta málið hjá Jónatan í 1. deild í ár, og hetta var sætta málið hjá Jákupi Martin Jarnskor, sum saman við Rana Hansen er toppskjútti hjá víkingunum í næstbestu deildini. Hetta var triði sigurin [...] fýra stig fram til B36, sum klokkan 13 í dag fer at spæla á Vágseiði. Lakari hevur tað seinastu nógvu vikurnar vignast hjá B71, sum ikki hevur vunnið fulla úrtøku í meiri enn tveir mánaðir. Sandoyingar hava
segði soleiðis við Rás2 eftir dystarlok í Sarpugerði: -Spælbýtið og málmøguleikarnir í 1. hálvleiki løgdu upp til størri mun, tá ið teir fóru at hvíla seg enn 2-0. Í 2. hálvleiki spældi AB ógvuliga væl, men [...] ikki, at hansara lið er verri fyri í ár, enn teir vóru í fjør: -Talan var um fyrsta dyst, og kanska vóru nervar uppi í, nú vit spældu torføran útidyst. Vit mugu vera betri í eftiransingum, tá ið mótstøðumenninir [...] ikki, at hansara lið hevði verið niðurspælt í 1. hálvleiki: -Burtursæð frá tveimum málum upp á deyðbóltar, so spældu teir seg ikki til upplagdar møguleikar í 1. hálvleiki, hóast teir høvdu bóltin nógv.
Fyrsta umfar í landskappingini er á skránni hetta vikuskiftið. Í fyrsta umfari fær Víkingur í Sarpugerði vitjan av TB. Víkingur hevur í fyrireikingunum havt nógvar ungar spælarar á liðnum, og tað hevur [...] venjari, fyrsta stigið, tá ið teir í fimta umfari vóru í Sarpugerði, og úrslitið var málleysur javnleikur. Michael Winter er framvegis venjari hjá TB. Tað er strika í rokningini hjá teimum á Tvøroyri, at [...] spæla í trimum ella kanska fýra teimum fyrstu umførunum. Talan er um 20 ára gamla Einar Thorsteinsson, sum var við í øllum landskappingardystunum í fjør, og um 27 ára gamla Rógva Joensen, sum í fjør var
18.30, og í Sarpugerði í Gøtu er dystur millum Víking og B36 klokkan 19. Rás 2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum í Gøtu. Í morgin klokkan 15 spæla ÍF og HB í Fuglafirði og FC Suðuroy og KÍ í Vági, og [...] Tveir dystir í fimtanda umfari í landskappingini í Effo-deildini verða spældir í kvøld, og hinir tríggir verða spældir í morgin. Hetta er seinasta umfar undan summarstegðinum. Við Løkin í Runavík tekur
miðverjin Atli Gregersen verður førur fyri at spæla. Tá ið liðini fyri stuttum hittust í steypakappingini í Sarpugerði, stóð tað 1-1 eftir vanliga leiktíð. Eftir longda leiktíð hevði KÍ vunnið 3-1. [...] hittast í Klaksvík. GÍ hevur tilsaman fingið eitt stig burturúr fýra tær seinastu ferðirnar, og KÍ hevur vunnið aðru hvørja ferð og tapt aðru hvørja ferð. Manningarliga stendur tað ikki væl til í Klaksvík [...] og Julian Samuelsen og Kaj Ennigarð eru skaddir. Erling Fles hevur vant eitt sindur í vikuni og verður á beinkinum í dag. Hjá GÍ er tað farið at lýsna, hvat manningini viðvíkur. Hans Jørgen Djurhuus er