Tveir dystir í fimtanda umfari í landskappingini í Effo-deildini verða spældir í kvøld, og hinir tríggir verða spældir í morgin. Hetta er seinasta umfar undan summarstegðinum.
Við Løkin í Runavík tekur NSÍ ímóti oddaliðnum, EB/Streymi, klokkan 18.30, og í Sarpugerði í Gøtu er dystur millum Víking og B36 klokkan 19. Rás 2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum í Gøtu.
Í morgin klokkan 15 spæla ÍF og HB í Fuglafirði og FC Suðuroy og KÍ í Vági, og klokkan 17 spæla B68 og TB á nýggja graslíkinum á Svangaskarði á Toftum.
Støðan:
EB/Streymur 30
KÍ 27
Víkingur 26
HB 22
ÍF 21
B36 19
TB 17
NSÍ 14
B68 14
FC Suðuroy 3