Tvey lið í kreppu

Hvørki Víkingur ella B68 hava fingið úrslitini at fallið rætta vegin og líkjast í løtuni miðjuliðum á stigatalvuni, nú tey í kvøld bresta saman í Sarpugerði

Víkingur á sætta plássi og B68 á sjeynda møtast í Sarpugerði í kvøld, og verður hetta tí ein eysturoyaruppgerð millum tvey lið, ið mugu sigast at vera í kreppu. Í fyrstu 13 dystunum hava tey bara fingið ávikavist 17 og 14 stig, og tað má sigast at vera langt frá bæði vónum og málum.
Víkingur kom hampuliga væl frá byrjan og hevur tí leingi ver­ið við heilt har frammi, men bara tvey stig síðstu fimm dystirnar hava trýst lið­ið niður­eftir, dyst fyri dyst. Hinvegin hevur B68 heldur ikki havt rákið við, tí síðani lið­ini møttust síðst, hevur B68 bara fingið fimm stig í níggju dystum.
Hetta er tí ein dystur, ið bæði lið vilja brúka sum eitt vendi­punkt, tí nú skal aftur ganga rætta vegin. Spurningurin er so, hvat av teimum megnar betur at loysa uppgávuna, so tí kann væntast ein bæði tætt­ur og spennandi dystur í Sarpu­gerði, ið kann hava avgerandi týdning fyri báðar partar.
Fyrru ferðina, liðini møttust á Svangaskarði, var í einum serstakliga hendingarríkum dysti, har B68 fyrst kom á odda 2-0, áðrenn Víkingur vendi dyst­inum og og fór framum 3-2. Men so svaraði B68 aftur við trim­um málum og vann 5-3. So­statt kann alt henda í Sarpu­gerði í kvøld.