Tað var undirhald og í løtum gott fótbóltsspæl, og tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið B36 í dag vann 3-1 ímóti Víkingi í Sarpugerði.
Sigurin ber við sær, at B36 framvegis er við í kappingini um Europaplássini. B36 skal í síðsta umfari spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Tað kann fara at vísa seg, at vinnarin av tí dystinum fer at enda á silvurplássinum og fer at vinna atgongumerki at luttaka í Europa.
Tað valdast eisini, hvussu tað fer at ganga hjá KÍ, sum í dag tapti í Runavík. KÍ eigur dyst mikukvøldið á heimavølli ímóti AB. NSÍ hevur 60 stig, B36 hevur 59 stig, og KÍ hevur 58 stig.
Víkingur legði seg á odda, tá ið eitt lítið korter var farið. Málskjútti var Finnur Justinussen, sum nú hevur skorað 13 mál.
Á liðnum hjá Víkingi vóru fleiri ungir spælarar – Bergur Gregersen, Géza David Turi, Arnbjørn Svensson, Noah Mneney og Olaf Bárðarson.
Eftir steðgin svaraði B36 ruddiliga aftur. Hannes Agnarsson javnaði longu tveir minuttir eftir steðgin til 1-1, og tá ið ein tími var farin, var tað B36 miðverjin og fyrrverandi Víkingaspælarin Erling D. Jacobsen, sum legði B36 á odda 2-1. Tá ið tað restaði eitt korter staðfesti Sebastian Pingel 3-1 sigurin eftir upplegg frá Stefan Radosavljevic, sum í heyst hevur verið eyðsýndasti spælarin hjá B36.
Tveir av spælarunum hjá Víkingi sóu eftir dystarlok beinleiðis reytt kort, og harvið vera teir ikki við, tá ið Víkingur leygardagin fær vitjan av ÍF. Talan er um liðformannin Atla Gregersen og fuglfirðingin á miðvøllinum hjá Víkingi Boga Reinert Petersen.