staðnum í røttu løtuni. Eftir horna var tætt við, at hann skoraði, men Bjarni Johansen vardi væl fyri. Tá ið Dánial Hansen í 13. minutti setti hol á, átti annars tryggi VB málverjin sín lut í málinum. [...] teir fyri fyrstu ferð síðani í fyrsta umfarinum megnaðu at fáa fleiri enn eitt mál. Teir skoraðu tvær ferðir í fyrsta umfarinum, tá ið teir á útivølli spældu ímóti EB/Streymi. Í morgin fáa teir á heimavølli [...] VB: Bjarni Johansen - Jón Pauli Olsen, Dejan Nikolic, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo - Palli Augustinussen, Mikael í Lágabø (Kári í Lágabø, 66.), Dan Djurhuus (Milan Kuljic, 81.), Slobodan Madzar - Birgir
Hondbóltur Neyvan man tað vera hent fyrr í søguni hjá teimum báðum havnarfeløgunum, at Kyndil seks ferðir á rað hevur verið við undirlutan í grannauppgerðini í bestu mansdeildini. Soleiðis var støðan tó [...] num, tá skjótast skuldi. Í øllum førum man innarasíðan av stólpunum í málinum á Hálsi vera nakað tynri nú eftir dystin, enn hon var undan dystinum. Hitt var, at Ørvur Heimbø í neistamálinum stóð ein sera [...] vøllin at verja, gav hann í fleiri førum dømi um, hví hann verður mettur millum bestu spælskipararnar í landinum, tá hann nærum sletti bóltin inn um verjuna til fríar viðleikarar. Í seinna hálvleiki royndi
serligur grunnur skal gerast til at goyma hetta avlopið í. Avlop áðrenn allar rokningar eru goldnar Landsstýrið roknar við eini 600 milliónum krónum í avlopi í ár. Hetta tal hevur eisini verið serverað donsku [...] beinleiðis í Sjónvarpi Føroya frá tíðindafundinum í Keypmannahavn. Hann bleiv beinanvegin rættaður av sjálvum Poul Nyrup Rasmussen, sum afturvísti pástandi løgmans so dyggiliga. Her haltar í ólukkumát við [...] burtur, men heldur kortini fram Høgni Hoydal brúkar í sínari grundgeving fyri loysingini, at hann vil spara Danmark fyri at gjalda 20 milliardir krónur í blokkstuðli. Sambært honum og landsstýrinum kann Danmark
væl í 2. deild í ár, og hóast teir eru á fimta plássi, eru teir bert seks stig aftanfyri oddaliðið EB/Streym. Í vikuskiftinum tóku teir ímóti LÍF, sum hevur havt ringt við at fóta sær í 2. deild í ár. [...] við í kappingini um heiðursmerkini. Harafturímóti má LÍF ansa sær, um teir ikki skulu flyta niður í 3. deild. LÍF liggur á níggjunda plássi, tvey stig framman fyri KÍ, sum liggur á aftasta plássi í 2. deild [...] á, tí hálvleiksstøðan var nevniliga 0-0. Men í seinna hálvleiki megnaðu runavíkingar at seta ferðina upp, og LÍF misti takið teir so nøkunlunda høvdu havt í fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist Johnny Skibenæs
tvær, legði seg tvøran inni í málteiginum og setti bóltin varliga í málið. Tá hann kom á føtur aftur, kundi hann smílast nærum yvirberandi at sínum útspælda mótstøðumanni. Í fótbólti var hann líka elegantur [...] ikki var av skjótastu monnum, var hann eins og í hondbólti ein tekniskur úrmælingur, og hann hevði betri eyga fyri spælinum enn teir flestu. Á HB-liðnum, sum í 1988, 1989 og 1990 vann tvey FM-heiti og tvær [...] avgerandi avleveringum og skeyt fleiri týðandi mál. Lestrarárini í Danmark leikti Rói millum annað við B93, og tá ið hann kom heimaftur til Føroya í 1998, kom hann á liðið, sum vann FM-heitið aftur til HB. Nú
teir komu í Gundadal sunnudagin. Í minsta lagi fáast úr dystinum, um nøkur vón skuldi vera fyri, at liðið eisini í komandi kappingarári skuldi spæla í bestu deildini. Líktist ikki ætlanini Í sjónvarpinum [...] fram eftir vøllinum í vón um at fáa enn eitt mál, og hóast tað í sjálvum sær er alla æru vert, so má tað tó metast sum heldur naivt. Tað er ikki víst, at teir høvdu bjargað sær tilveruna í deildini, um teir [...] spælið niðan á HB hálvuna, og tað var heilt skjótt greitt, at hetta kostaði í verjupartinum, har serliga Pætur Dahl og Allan Mørkøre í borðunum høvdu góðar sømdir, men fyrstu løtuna tóktist tað tó sera trupult
Manshondbóltur Í leygardagsútgávu okkara skrivaðu vit, at hóast Neistin higartil í ár hevði staðið seg nakað betri enn grannarnir úr Kyndli, so mundi vera lítið at ivast í, at Kyndil var favorittur til [...] serliga grundað á, at Áki Mørk í vikuni varð skurðviðgjørdur í fótliðinum, og at Neistin tískil mátti vera týdningarmikla miðspælaran fyriuttan. John gjørdi munin Maður kemur tó í mans stað, og soleiðis var [...] avgjørdi dystin, og eftir kunn teir í Kyndli so sita og gruna, hví tað gekk, sum tað gekk. Ein orsøk var tó heilt víst stríðsviljing, sum Neistin hevur sett í hásætið í ár. Hóast liðið sjálvsagt er tengt
tredivu vitanartungstørv verða skapt í landinum. Hendingin í Kastrup vísir somuleiðis, at danir eru farnir at hugsa meir um ríkisfelagsskapin, síðani løgmaður og forsetin í Grønlandi greiddu frá teirra sjónarmiðum [...] flogvøllinum í Kastrup, á veg til Washington D.C. Hevði knossað meg gjøgnum meginpartin av trygdareftitlitunum. Bara síðsti skansan manglaði, áðrenn myndugleikarnir lovaðu mær at trína inn í terminal 3. [...] myndugleikanum, var rættiliga langur. At standa og bíða í bíðirøð er ikki akkurát mín koppur av kaffi, men tað nyttar ikki at ilskast, so eg stóð og bíðaði í gott og væl tíggju minuttir, áðrenn eg slapp framat
Frederiksberg á vongverjanum í høgru. Hann hevur bara verið eina lítla løtu á vøllinum fyrr í summar. Skála skoraði í 38. minutti. Eftir langt innkast úr høgru og í brotsteigin varð í fyrstu atløgu blokerað [...] vinna fulla úrtøku. Í kvøld endaði tað 1-1. Tað ber við sær, at samlaða úrtøkan hjá Skála tvífaldaðist – úr einum og upp í tvey stig. Hetta var sjeyndi javnleikurin hjá AB. Merkisvert var tað, at á Skála [...] Um vit fara at megna at varðveita plássið í deildini, fer tíðin at vísa, men vit dríva á, sigur Sorin Anghel. Hjá AB var Bjarki C. Nielsen eyðsýndasti spælarin í álopspartinum. Hann hevði sjálvsálit og megnaði
Heri Mohr ---- Í 5 ár hevur okkara løgmaður itið Kaj Leo Johannesen. Og í hesu 5 árini hava teir sjálvkravdu ”røttu føroyingarnir” áhaldandi ærumeitt løgmannin skrivliga og munnliga við øllum [...] slongt eftir sær. Berghol og undirsjóvartunlar hava í mong, mong ár verið eitt politiskt viðbrekið málsøki, og tað fer tað væntandi framhaldandi at verða í mong ár. Feskasta dømi er ein komandi Sandoyartunnil [...] Eysturoyartunnil, sum hava verið politiskt klandursmál í kanska meira enn 10 ár. Tá ið tað politiska stríðið um hesar nevndu tunnlar kom í crescendo fyri nøkrum mánaðum síðani – hví, tað veit hvørt