Okkara løgmaður

Heri Mohr
----
Í 5 ár hevur okkara løgmað­ur itið Kaj Leo Johannesen. Og í hesu 5 árini hava teir sjálvkravdu ”røttu før­oy­ing­arnir” áhaldandi æru­meitt løg­­mannin skrivliga og munn­­­liga við øllum niðr­andi, æru­­meiðandi lýsingar­­orð­um, sum hugsast kunnu. Har hev­ur als einki mark verið. Naivur og býttur hevur hann eisini fingið slongt eftir sær.
Berghol og undirsjóvar­tunlar hava í mong, mong ár verið eitt politiskt viðbrekið máls­øki, og tað fer tað vænt­andi framhaldandi at verða í mong ár. Feskasta dømi er ein komandi Sand­oy­ar­tunnil og Eysturoyar­tunn­il, sum hava verið politiskt kland­ursmál í kanska meira enn 10 ár.
Tá ið tað politiska stríð­ið um hesar nevndu tunn­lar kom í crescendo fyri nøk­rum mán­aðum síðani – hví, tað veit hvørt mansbarn – upp­stóð ein sonn hetz­kampagna móti okk­ara løgmanni so væl skip­að, at einki barn skuldi ivast í, at løg­mað­urin, Kaj Leo Johannesen, er størsti skurk­ur og lygnari í Føroy­um. Hetzið er væl stuðlað av okkara almenna sjónvarpi saman við juristum, ið vóru ”in” sum ráðgevarar v.m. til ørvitisíløgur við slangum í lands­kassanum 1980-1992. Tá endaðu sum kunnugt Før­­oyar og føroysk heim so synd­arliga á skafottinum.
Men nú, næstan 30 ár seinri, skal okkara løgmaður avrættast.
Processin fer fram í løg­tin­ginum fyri opnari mikro­fon:
Ákærdi hevur fingið sess inni í løgtingssalinum. Hann situr leysur á einum stóli. Við ongum hondjørnum um skøvningarnar ella ketum um øklarnar.

Men blide stunder det har alle. En
Fange sitter paa Kjærre og kjører
til Skafottet, en Spiker gnag­er ham
i Sætet, han flytter sig og føler det mere
behagelig.
(Knut Hamsun)

Í einar 6 tímar hoyrdi hvørt mansbarn í Føroyum og ann­ars víða umborð á skipum, at Kaj Leo Johan­nesen var ein lygnari, sum eingin kundi taka fyri fult. Lygnari og onn­ur vanærandi predikat vórðu áhaldandi aftur og aftur heft á ákærda.
Sjónprocessin í løg­tingi­num endaði við atkvøðu: Ein tryggur meiriluti rehab­il­iter­aði ein sálarliga illa við­farnan løgmann. At fólk í tí almenna sjónvarpinum ikki kenna ella duga comme il faut, er teirra skomm.

Janus yrkti:
Ver sterk mín sál á køldu náttarvakt,
har eingi altarljós til gud­ar brenna,
har hvør ein vón av fann­kava varð takt,
og hjarta ongan hita meir kann kenna;
(………..)

Sjónleikurin EN FOLKE­FIENDE hjá Henrik Ibsen endar við, at Dokter Stock­mann sigur við konu sína:
”Ja, jeg tør si så stort et ord at nå er jeg en av de sterkeste menn i hele verden.” (…)
”Hysj dere skal ikke tale om det ennå; men jeg har gjort en stor opdagelse. Sag­en er den, ser dere, at den sterk­esta mann i verden, det er han som står mest alene.”
Fru Stockmann (smiler og ryster på hovedet). ”Å du Thomas –!

Eina aðrastaðni í nevnda sjón­leiki sigur Dokter Stock­mann: ”De kan tro meg, om De vil; men sannheten er slett ikke noen sådanne seig­liv­ede metusalemmer, som folk bilder seg inn. En normalt bygget sannhet lever – la meg si – i regelen 17 – 18, høyst 20 år; sjelden lenger. Men slige alderstegne sannheter er alltid forskrekkelig skinn­magre. Og alligevel er det først da at flertallet gir seg i ferd med dem og anbefaler dem til samfunnet som sunn ånde­lig føde. Men det er ikke stor næringsverdi i den slags kost, kan jeg forsikre dere; og det må jeg som leke forstå. Alle disse flertallssannheter er å ligne med fjor­gammel speke­­mat; de er liksom harske, ulne, grønnsaltede skink­er. Og derav kommer all den moralske skjørbuk som grasserer rundt om i sam­­funnene.”
Hetta kann minna okk­um á, at støðið undir loys­inga­­r­øsingini í Føroyum er: ein 450 ára gomul norsk lóg og ein ivasom fólkaatkvøða í Før­oyum fyri 67 árum síðani.