Minningarorð um Róa Árting

Myrkrið seyg yvir landið tann triðja dagin í januar, tá tey ófrættaboð bórust í høvuðsstaðnum, at góði vinur okkara, Rói Árting, var deyður. Hetta vóru skakandi boð at fáa. Vit skiltu ikki beinanvegin týdningin av teimum. Men tá vit skiltu tey, tók sorgin at níva. Sorgin um at hava mist ein so gløggan, skemtiligan og gávuríkan vin.

Róa kendu vit fyrst og fremst frá ítróttinum. Hann var ein av teimum bestu ítróttarmonnunum, Føroyar hava átt. Fleiri ferðir var hann FM-vinnari við bestu liðunum hjá HB og Kyndli. Á hesum liðum vísti hann við sínum frálíku evnum, hvussu fótbóltur og hondbóltur kunnu spælast við listarligum hegni. Fáur dugdi betur at viðfara ein bólt enn Rói, um tað so var við hondunum ella beinunum.
Í hondbólti spældi hann á vonginum. Tað rangluta vakstrarlagið og tær seigligu rørslurnar mundu fáa mangan mótstøðuleikara at halda, at Rói var ongin serlig hóttan. Men so gjørdi hann brádliga eina fintu ella tvær, legði seg tvøran inni í málteiginum og setti bóltin varliga í málið. Tá hann kom á føtur aftur, kundi hann smílast nærum yvirberandi at sínum útspælda mótstøðumanni.
Í fótbólti var hann líka elegantur. Har spældi hann fremst á miðjuni. Hóast hann ikki var av skjótastu monnum, var hann eins og í hondbólti ein tekniskur úrmælingur, og hann hevði betri eyga fyri spælinum enn teir flestu. Á HB-liðnum, sum í 1988, 1989 og 1990 vann tvey FM-heiti og tvær steypakappingar, fóðraði hann áloypararnar við mongum avgerandi avleveringum og skeyt fleiri týðandi mál.
Lestrarárini í Danmark leikti Rói millum annað við B93, og tá ið hann kom heimaftur til Føroya í 1998, kom hann á liðið, sum vann FM-heitið aftur til HB. Nú var hann ikki longur stjørnan, ið skaraði framúr. Hann var liðspælarin, ið bant saman. Uttan fyri vøllin átók hann sær leiklutin at taka væl ímóti teimum ungu, ið komu á fyrstalið. Hann fekk teir at kenna seg væl og gleddist um teirra framburð.
Í ítrótti koma fólk ikki bara saman at spæla. Tað sosiala lívið, sum fylgir við ítróttarupplivingunum, er umfatandi og knýtir sterk vinarbond. Í hesum umhvørvinum var Rói mangan miðdepilin. Hann var skemtingarsamur, og hansara humor var klókur. Tá hann tók orðið, sótu hansara viðmerkingar altíð. Hann tók til, sum ongin annar tók til. Eisini í veitslulag kundi hann einsamallur maður standa fyri undirhaldinum.
Tað var ikki av tilvild, at Rói gjørdist sosialráðgevi. Hann dugdi væl at práta við fólk, og hansara samhugi lá hjá teimum, sum ikki høvdu tað lætt ella livdu á lívsins skuggasíðu. Árini í Keypmannahavn vóru kanska hansara bestu. Hann arbeiddi sum sosialráðgevi á Nørrebrúgv, og her kendi hann rættiliga, at brúk var fyri honum. Heimafturkomin arbeiddi hann bæði á ALS, Almannastovuni og at enda á Yrkisdeplinum.
Sum vinur var Rói trúgvur, ófalskur og opin. Hann sýndi vinum sínum sannan áhuga, og tá ið fótbóltsárini vóru av, var hann ein av teimum, ið helt vinarløg viðlíka. Samrøðurnar við Róa vóru ofta djúpar, og hann kundi eisini vera skarpari og beinraknari, enn øll toldu. Hann orkaði ikki tað uppgjørda og sjálvhátíðarliga, men leitaði eftir tí inniliga og ærliga.
Tá ið HB í fjør fylti 100 ár, settu spælararnir á liðnum frá 1988 sær fyri at manna eitt lið í 4. deild. Rói var sjálvsagdur partur av hesum liðnum, men hann hevði ávísar trupulleikar at dragast við. Privatlívið gekk ikki eftir vild, og hann boðaði frá, at hann kom at spæla, tá ið turbulensurin í lívinum hevði lagt seg, sum hann tók til.
Ein leygardag í fjør summar fóru vit so til Sørvágs at spæla. Tá var hann til dystin fús. Hann hugnaði sær á vøllinum, og evnini at spæla fornoktaðu seg framvegis ikki. Óskiljandi er í dag at hugsa sær, at hetta skuldi gerast seinasti fótbóltsdysturin hjá Róa Árting.
Tað rakti Róa ógvuliga meint, tá ið Beinta, sum hann var komin saman við, brádliga beint fyri nýggjár skaddist illa í ferðsluvanlukku á Oyggjarvegnum. Hetta var ein skelkur fyri hann. Við djúpu sorgini um, at hon neyvan fór at yvirliva, maktaðist hann og orkaði ikki meira.
Tað tykist púra meiningsleyst, at vit ongantíð sleppa at vera saman við Róa aftur. Vit sakna hann og føla inniliga við tykkum, sum hava mist.
Okkara tankar leita til tykkum foreldur, Regin og Solveig, brøðurnar Jóanes og Una, Guðruna og synirnar Rasmus og Janus, sum Rói elskaði yvir alt á jørð.
Við hesum orðum lýsa vit frið yvir okkara liðfelaga og góða vinmann, Róa E. Árting.


Liðfelagarnir í HB