vikuskiftið, tí liðið hevur dyst á útivølli ímóti fremsta liðnum í deildini, B71, ið liggur seks stig frammanfyri TB. Dysturin á Sandi er ein stór styrkisroynd fyri liðið av Tvøroyri, og dysturin kann eisini fáa [...] løtuni, skal leygardagin spæla á útivølli ímót VB/Sumba, ið liggur undir niðurflytingarstrikuni. LÍF, ið er triðja liðið í toppinum, fær vitjan av HB, sum liggur mitt á stigatalvuni væl aftanfyri toppliðini [...] Eftir eina vánaliga byrjan á kappingini, hevur TB seinastu vikurnar støðugt togað seg fram ímóti toppinum í næstbestu fótbóltsdeildini. TB liggur nú javnt við LÍF fýra stig aftanfyri AB, sum er næstfremst
tilboð, meðan tey eru umborð á skipinum. Tað hevur SL gjørt av við at seta tveir tænastuleiðarar í starv, sum skulu skiftast um at vera umborð á farleiðini millum Havnina og Tvøroyri, eina viku í senn. Tað eydnaðist [...] eydnaðist ikki Sosialinum at fáa fatur á stjóranum á Strandfaraskipum Landsins, Kristiani Davidsen, ei heldur deildarleiðaranum, Heina á Borg, fyrrapartin. Royndir í leikum Men Regin Vágadal, sum eisini [...] umborð á Smyrli. - Uppgávan hjá leiðarunum verður í fyrsta lagi at hækka tænastustøðið umborð og at menna tilboðini til tey ferandi, sigur Regin, sum annars vísir til Heina á Borg, deildarleiðara á SL.
smávegis broytingar á hotellinum skulu gerast. Tey ætla at opna aftur skjótast gjørligt, sigur Anna Maria Larsen, uttan at koma nærri inn á nær tað verður. Fyrrverandi stjórin á Hotel Tvøroyri, Edmund Kjærbech [...] Edmund Kjærbech hevur verið stjóri á Hotel Tvøroyri seinastu tólv árini. Tað er hann ikki longur, og nýggi stjórin eitur Anna Maria Larsen. Men nú er Hotel Tvøroyri stongt. Nýggi stjórin sigur, at eigaraskifti [...] , at hann er givin við øllum virkseminum á hotellinum. - Eigaraskifti var, og eg varð koyrdur frá sum stjóri. Tí havi eg valt at gevast við øllum virkseminum á hotellinum, er stutta viðmerkingin frá Edmund
barnaansing. Kl. 12.00 Sunnudagsskúlin. Týskvøldið tiltak á Brekku 3. Møtini sunnudag kunnu hoyrast á netinum www.livdin.fo Møtini við Graham og Brendan verða á hesum støðum: Sunnud. 27. aug. kl. 11 Filadelfia [...] venda tær til, formannin: Frits Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst [...] mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta
Leygarkvøldið fara fýra garvaðir tónleikarar at standa fyri tónleikinum á pubbini hjá Thomsen á Tvøroyri. Talan er í stóran mun um manning úr bólkinum Blanding, men hesaferð er sangskráin ein onnur og
óhappinum, áðrenn hann bleiv fluttur á sjúkrahúsi til nærri kanningar. Vit frætta av løgreglustøðini, at maðurin slapp frá óhappinum við smærri snuddum. Samanstoytur á vaglinum Klokkan 2 náttina til mánadagin [...] mánadagin hendi ein samanstoytur á vaglinum í Havn. Tveir bilar rendu saman og eftir stoytin rýmdi førarin á tí eina bilinum av staðnum. Politiið í Havn fór út at leita, og løtu seinni funnu teir bilin og [...] løgreglan í Havn eina uppringing, sum tey ikki fáa á hvørjum degi. .Ein maður ringdi illa fyri, tí hann var innistongdur í einum náttklubba í Havn. Hann var sovnaður á wc, og tá ið hann vaknaði aftur varð stongt
starvaðist hon í Sápuhúsinum. Í oktober mánað 1951 giftist hon við Kaj Meyer, og tey settu búgv á Tvøroyri. Børnini vóru trý: Herfríð ið býr í Froðba, Vilhelm ið býr í Trongisvági og Katrin íð býr í Ke [...] Á palli lívsins broytast umstøður rætt sum er. Fyri stuttum var eg suðuri í Vági ein sunnudag og setti inn nýggj fyristøðufólk fyri samkomu Frelsunarhersins har. Mánamorgun bar leiðin til Tvøroyrar. Tað [...] og familjuna. Hon var ein serstøk kvinna, gestablíð og hjartagóð. Hon dugdi alt og var góð at heita á. Ein hevur mangan sitið væl í teirra heimi. Kona mín, systurin Erna, og eg hava búð í Noregi í mong
Arne Jespersen, Tvøroyri, andaðist týsdagin 5. september, 62 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Estrid Nielsen, Tvøroyri, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 5. september, 70 ára gomul. Kistan [...] av Landssjúkrahúskapellinum í kvøld kl. 18 til Smyril. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13 úr Tvøroyri kirkju. Jona Henriksen, Tórshavn, fer til gravar úr Havnar kirkju hósdagin 7. september kl. 13.
hesum bæði í Runvavík, Í Havn, á Tvøroyri og í Vági, men tað datt niðurfyri aftur. - Mær er upplýst, at ein orsøk var, at tey fingu ikki fólk at kryvja á landi. Heldur ikki á plássum, har tey knógvaðu undir [...] so at hann kann kryvjast á landi ístaðin fyri, tí so kann livurin fáast til høldar. - Hetta havi eg mangan tosað um, men eg havi ongantíð vitað, at nakar hevur tikið hetta upp á rætta staðið. Tað eru gjørdar [...] at tá ið fólk eru komin í venjing at kryvja á landi, fer tað at loysa seg, tí livurin eigur at dekka arbeiðslønina og væl tað. Serliga hesa tíðina og út á árið, er nógv livur í fiskinum, so eg ivist ikki
men vil heldur halda meg væl kunnaða um tað, sum fer fram á økinum, og so annars taka støðið í persónligheitini, forminum á høvdinum og skapinum á andlitinum, áðrenn eg klippi. Typan og tilfarið hjá hárinum [...] hárfríðkanarkvinna síðani 1987, og ofta er á skeiði innan økið. - Tá eg eri einsamøll í salongini, setir tað stór krøv til, at eg alla tíðina fornýggi meg, og tí eri eg á skeiði so ofta, sum tað letur seg gera [...] útsjóndina. - Vit skulu øll gera okkara besta fyri at síggja gott út. Ikki bara fyri at vera vøkur á at líta, men absolutt eisini fyri okkum sjálvi, so vit kenna okkum væl, sigur Desiree, sum hevur tikið