Fiskatilfeingi
- Tað ber ikki til at leggjast á okkum við homlubandinum.
Mortan Johannesen í Havn er alt annað enn samdur við Egil Olsen í Sosialinum mánadagin.
Har sigur Egil Olsen, at eftir hansara tykki skulu skip og bátar hava skyldu til at taka livur við til lands. Teir bátar, sum ikki gera tað, skulu revsast við at missa fiskidagar.
Hetta er heilt burturvið, sigur Mortan Johannesen.
Sjálvur hevur hann útróðrarbátin Tvíburðar, sum hann rør út við, tá ið líkindi eru.
- Hevur Egil Olsen fingið sær eitt virki, sum hann ikki fær nóg mikið av rávøru til, kann hann ikki lata alla fiskivinnuna svía fyri tað, heldur Mortan Johannesen.
- Tað er reinur ørskapur at tvinga bátar og skip at taka livur, tí tað hevði forkomið okkum.
Mortan Johannesen sigur, at hann kann ikki tvingast at taka livrina, tí tað hevði tikið so langa tíð, at hann hevði ikki fingið fiskað.
- Fiskiskapurin hevði minkað minst 50%. Men komið eg til lands við eini kurv av livur, fái eg kanska 150 krónur fyri hana. Men afturfyri havi mist fyri einar 5000-6000 krónur í fiski og so er dagurin farin fyri skeyti.
- Hetta hava vit ikki ráð til, tí dagarnir eru so fáir, at tá ið vit eru úti, ræður sjálvandi um at fiska so nógv sum gjørligt.
Hann leggur afturat, at hetta sama er galdandi fyri allar útróðrarbátar.
Men tað er ikki bara bátarnir, sum eru fyri missi.
- Virkini, sum skulu taka ímóti fiskinum, fáa eisini tað minni av fiski.
Mortan sigur, at tí er hetta ikki so einfalt sum bara at tvinga okkum at taka livur.
Men í Sosialinum í gjár mælir Egil Olsen til, at gera eina skipan so at tað ber til at avreiða fiskin ókruvdan, so at hann kann kryvjast á landi ístaðin fyri, tí so kann livurin fáast til høldar.
- Hetta havi eg mangan tosað um, men eg havi ongantíð vitað, at nakar hevur tikið hetta upp á rætta staðið.
Tað eru gjørdar royndir við hesum bæði í Runvavík, Í Havn, á Tvøroyri og í Vági, men tað datt niðurfyri aftur.
- Mær er upplýst, at ein orsøk var, at tey fingu ikki fólk at kryvja á landi. Heldur ikki á plássum, har tey knógvaðu undir methøgum arbeiðsloysi, bar til at fáa fólk at kryvja.
- Ein onnur orsøk var, at tað var ov dýrt at kryvja á landi.
Men Mortan Johannesen staðfestir, at skulu vit fara undir eina slíka skipan, nyttar onki at halda uppat eftir nøkrum fáum vikum.
- Vit mugu fara undir eina skipan, sum varar í nakrar mánaðir, tí eg eri fullvísur í, at tá ið fólk eru komin í venjing at kryvja á landi, fer tað at loysa seg, tí livurin eigur at dekka arbeiðslønina og væl tað.
Serliga hesa tíðina og út á árið, er nógv livur í fiskinum, so eg ivist ikki í, at tað ber til.
- Tað er ótrúligur munur at standa við eitt borð á landi og kryvja, heldur enn at kryvja umborð á bátunum og tað hevði verið ein stórur lætti hjá útróðrarmonnunum.
- Og sleppa vit undan at kryvja umborð, hava vit havt nógv betri stundir at fiska og so høvdu virkini fingið enn meiri rávøru, leggur hann afturat.
- Hann metir, at tað hevur nógv størri týdning at fáa eina slíka skipan í lag, heldur enn at sveiggja koyrilin yvir fiski- og útróðrarmenn.
Tað er í fínasta lagi at taka livur, tá ið umstøður eru til tað. Men tað ber ikki til, bara at sveiggja koyrilin í óðum verkum og tvinga okkum at taka livur, sjálvt um tað avleiðingin hevði verið, at vinnan fer fyri bakka.
- Var prísurin á livur 15 krónur fyri kilo, var gamaní, men tað ber ikki til at áleggja okkum at taka livur fyri ein prís, sum er fýra, fimm krónur fyri kilo, sum hann er nú.
- Sjálvandi skulu vit gagnnýta fiskatilfeingi sum best, men tað er altíð ein spurningur um, hvat loysir seg. Og sum støðan er nú, loysir tað seg ikki, so einfalt er tað.
Mortan Johannesen finst eisini at búskaparfrøðingum og politikarum, sum vilja leggja tileingisavgjald á fiskivinnuna, tí tað er so torført í vinnuni í dag, at tað melur nóg illa runt frammanundan.
- Fiskivinnan er hønan, sum verpur gulleggini. Men einaferð verða so nógvir fjarðar royttir av henni, at hon heldur uppat at verpa.
- Fiskimenn leggja nógv fyri mangan og teir koma ikki sovandi til veiðina. Og verða teir dripnir í avgjaldi, er skjótt, at fiskivinnan fer fyri bakka.