Nú skal TB sláa til

Eftir eina góða gongd í fleiri vikur, sleppur 1. deildarliðið hjá TB veruliga at royna seg leygardagin. Liðið spælir ímóti B71 á útivølli, og dysturin kann gerast avgerandi fyri møguleikan at flyta upp í bestu deildina


Eftir eina vánaliga byrjan á kappingini, hevur TB seinastu vikurnar støðugt togað seg fram ímóti toppinum í næstbestu fótbóltsdeildini. TB liggur nú javnt við LÍF fýra stig aftanfyri AB, sum er næstfremst, og møguleikin fyri uppflyting er ikki langt burturi.
TB sleppur tó veruliga í eldin um vikuskiftið, tí liðið hevur dyst á útivølli ímóti fremsta liðnum í deildini, B71, ið liggur seks stig frammanfyri TB.
Dysturin á Sandi er ein stór styrkisroynd fyri liðið av Tvøroyri, og dysturin kann eisini fáa avgerandi ávirkan á møguleikan fyri uppflyting til bestu deildina. Tapir TB dystin, er tað skjótt, at liðið aftur er sjey stig aftanfyri uppflytingarplássini, og so verður tað tungt seinastu umførini.
AB, sum liggur næstfremst í løtuni, skal leygardagin spæla á útivølli ímót VB/Sumba, ið liggur undir niðurflytingarstrikuni. LÍF, ið er triðja liðið í toppinum, fær vitjan av HB, sum liggur mitt á stigatalvuni væl aftanfyri toppliðini.