einar 300 nátungar í seks tímar, men tað tekur helst einar 10-14 tímar at fáa fatur á hesum fuglum á sjónum, tá ið langt er á nátaleið og heim aftur til húsa. Misjavnur fuglur Tá ið lundin hevði eitt fellisár [...] nakað. Um hetta er vanligt av so stórum tali, skulu vit ikki meta um. Á veg heimaftur gjøgnum Sundalagið mánadagin sigldu vit fram á tríggjar nátungar, men eingin kundi brúkast. Hinvegin tók ein maður, [...] at rov av svartfugli flóta í sjónum, sum rovfuglur hevur verið á. Men okkurt bendir á, at hesi rovini eru fleiri í heyst enn vanligt. Á ferðini leygardagin og mánadagin sóust nógv piðað rov av lundapisum
sita á ovastu rók á Landssjúkrahúsinum. Leiðararnir á okkara høvuðssjúkrahúsi skifta líka skjótt sum landsstýrisfólkini í mentamálaráðnum og tað sigur ikki so lítið. Og nú hevur aftur ein leiðari á Lan [...] hevur mist álitið á hana. Tað sigur hon í eini stuttari viðmerking til uppsøgnina. Og hon leggur afturat, at hon heldur ikki, at hon kann sita í einum slíkum starvi sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum [...] hevur mist álitið á henni Annars hevur hon ongar viðmerkingar til uppsagnina yvirhøvur. Loysti ikki trupulleikan Sostatt má ásannast, at tað ikki hevur loyst samstarvstrupulleikarnar á Landssjúkrahúsinum
við fullari ferð sama veg, sum hetta nú hálar. Men alt ger tað sama, og at enda er bert at fylgja við. Mátturin minkar, og at enda fellur tað á liðina og verður drigið spakuliga upp á sandin, har tað verður [...] einum, sum fingin er fyrr á kvøldinum. Errin stendur svikarin uppi yvir hesum fonginum. Veit seg ikki at hava gjørt nakað skeivt, men kennir seg heldur hinvegin at hava sigrað á onkrum, sum ikki er so lætt [...] meðan hann eygleiðir hann farandi heim við vatninum, helt vakt, til ritan kom framvið og legði so á at troytta hana, til hon spýði fongin uppaftur. So fekk hann sítt. Væl gagnist honum. Eta slíkt, onnur
allan dagin og fáa sær smakk av og á. Og sukrið legst á tenninar og verður liggjandi har, sigur hon. Hon heldur fram, at tey ofta fáa næmingar úr framhaldsdeildini inn á klinikkina, sum hava bæði reinar [...] fegin vildu sloppið til tannlæknan, men av eini ella aðrari orsøk ikki kunnu. Hjá hesum er nú hjálp á veg. Og hesi kunnu í fyrstu atløgu fáa sínar tenn kannaðar heima við hús. Berghild Gullaksen úr Klaksvík [...] stendur á einum stativi við hjólum undir. Í kjallaranum í heiminum hevur Berghild innrættað sær eitt høli, har hon vaskar øll amboð og hevur allar hentleikar, sum ein tannarøktari hevur tørv á. Hon sigur
Umframt at spæla á Loppen, var eisini konsert á Rust mánakvøldið, og eftir ætlan skal hann eisini spæla á Musikcaféen í Århus í kvøld. - Eg havi spælt nógvar konsertir í USA, har eg havi verið á míni fyrstu [...] hann framvegis bæði beinini á jørðini. Áðrenn konsertin byrjaði gekk hann runt ímillum áhoyrarar og heilsaði uppá vinir og kenningar. Tá klokkan leið ímóti 22 fór Teitur so á pallin. Við tveimum akkustiskum [...] er liðugur fortelur hann síðani eina søgu, sum fær øll at flenna: - Á rundferðini í USA høvdu vit tann stuttleikan, at tá vit fóru inn á eitt stað at eta, so kannaðu vit menukortið gjølla fyri at vita, hvat
vera sera væl nøgdan við sínar spælarar leygardagin. TB kom á odda, tá ið ÍF miðverjin, Viggo Johannesen, var so óheppin at fáa flatt innlegg á fótin, men ÍF svaraði skjótt aftur. Høgni Zachariasen sendi [...] og Høgni Zachariassen setti punktum fyri sannførandi ÍF sigri. TB misti bóltin, tá ið teir vóru á veg í álop, og miðvallarin Høgni Zachariassen, sum megnar sera væl at sparka til bóltin, sendi úr fjøruti [...] teir eitt stórt fet ímóti 1. deild, har teir ikki hava átt pláss síðani í 1999. Hesa ferð vóru teir á Tvøroyri, har einasta liðið, sum tóktist eiga einasta møguleikan at taka ÍF aftur, ikki megnaði at standa
Ósemjur á Landssjúkrahúsinum finna tíverri ov ofta veg til yvirskriftirnar í fjølmiðlunum, hóast tær áttu at verið loystar innanhýsis. Síðst hevur tað verið tvídrátturin millum yvirlæknarnar á skurðdeplinum [...] sum yvirlæknarnir førdu framm á eini munnligari hoyring í Familju- og Heilsumálaráðnum tann 6. mai í ár. Skrivligu viðmerkingarnar, sum leiðslan kom við aftaná, vísti á fleiri misskiljingar og faktuellar [...] tvídráttinum millum yvirlæknarnar á skurðdeplinum og sjúkrahúsleiðsluna, hevur kanska verið tikið nakað harðliga til orðanna onkuntíð. Men sum heild hevur ósemjan verið handterað á einum rættuliga sømuligum støði
frá, at hon umhugsar at flyta øll herskip og hernaðarflogfør burtur úr økinum, áðrenn ódnin kemur inn á land. Samstundis hava teir sivilu myndugleikarnir fyrireikað seg til at flyta nógv fólk burtur frá økinum
Bjørn Nielsen, stjórnmálafrøðing, sum í februar 2000 kemur til Havnar at røða á fullveldisráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Á ferðini til Føroyar hittir hon eina fortíð og ein ungdómskærleika, sum hon trúði [...] politikk. Um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyrr og nú, og um veg føroyinga móti sjálvstýri. Lisbeth Nebelong leggur dent á at tað er ikki hennara egna lívssøga, sum hon hevur givið út sum skaldsøgu [...] einki havt ímóti at búsett seg her, um familjan gekk við upp á tað. Mánakvøldið 15. september varð tíðindafundur og hugnaløta í Luongini á Hotel Hafnia, har Lisbeth Nebelong las og segði frá um skaldsøguna
var so ringt at liggja á baksetrinum, tí eg fekk ikki strekt meg og trygdarbeltini lógu undir mær. Og so hugsaði eg, at fyrst skuldi eg liggja so á veg suður og síðani at stríðast á føðistovuni, men so langt [...] regni og vindi á knøunum uttanfyri bilin tók tann nýklakta omman ímóti ommusoninum. ? Vit vóru øll rólig, og tað gekk alt upp á stás, sigur Linda, sum tó heldur skemtandi hevur hug at fílast á umstøðurnar [...] Sjúkrabilurin var á veg, og tað ráddi einamest um at halda móður og barn heit, inntil hann kom fram, tí bæði høvdu tey tað gott. Tað gingu tíggju minuttir, til sjúkrabilurin var á staðnum, og Linda var