Læknastjórin á Landssjúkrahúsinum: Bill Justinussen hevur mist álitið á mær

? Orsøkin til at eg sigi upp er ikki tann, at nakrir yvirlæknar hava klagað um leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Orsøkin er, at Landsstýrismaðurin hevur mist álitið á mær, sigur Anne Grete Mikkelsen

Landssjúkrahúsið

Einaferð enn mugu vit ásanna, at tað er heitt at sita á ovastu rók á Landssjúkrahúsinum.
Leiðararnir á okkara høvuðssjúkrahúsi skifta líka skjótt sum landsstýrisfólkini í mentamálaráðnum og tað sigur ikki so lítið.
Og nú hevur aftur ein leiðari á Landssjúkrahúsinum sagt upp.
Læknastjórin, Anne Grete Mikkelsen, hevur sagt upp og hon fer úr starvi longu 1. oktober. Hon segði seg annars úr starvið frá 1. desember at rokna, men partarnir eru samdir um, at hon kann fara 30. september.
Í Útvarpinum mikukvøldið varð sagt, at tað helst var ein klaga frá yvirlæknunum á Landssjúkrahúsinum, sum hevði fingið bikarið at flóta yvir.
Men hetta avsannar læknastjórin!
Orsøkin til hon segði upp, er ikki tann, at nakrir yvirlæknar skurðdeildini hava klagað um sjúkrahúsleiðsluna.
Orsøkin til, at hon hevur sagt upp, er at Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur mist álitið á hana.
Tað sigur hon í eini stuttari viðmerking til uppsøgnina.
Og hon leggur afturat, at hon heldur ikki, at hon kann sita í einum slíkum starvi sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, tá ið ráðharrin hevur mist álitið á henni
Annars hevur hon ongar viðmerkingar til uppsagnina yvirhøvur.

Loysti ikki trupulleikan
Sostatt má ásannast, at tað ikki hevur loyst samstarvstrupulleikarnar á Landssjúkrahúsinum, at ein nýggjur leiðslubygnaður varð gjørdur.
Samstarvstrupulleikar av ymsum slagi hava gjøgnumsúrgað arbeiðið á okkara høvuðssjúkrahúsið í fleiri ár, men vónirnar vórðu settar til, at tann nýggi leiðslubygnaðurin, sum varð settur í verk fyri nøkrum fáum árum síðani, fór at loysa trupulleikan.
Tað nýggja við hesum leiðslubygnaðinum, er, at talan er um eina trýbýtta leiðslu við einum læknastjóra og einum sjúkrarøktarfrøðiligum stjóra á jøvnum føti, men við einum sjúkrahúsleiðara yvir sær.
Men hetta bleiv heldur ikki lukkan. Fyrst segði ein leiðandi yvirlækni, Jóan Petur Davidsen, seg úr starvi og nú er læknastjórin so farin sama veg.

Samd um at hon skal fara
Bill Justinussen, landsstýrismaður, sigur, at Anne Grete Mikkelsen vildi sjálv sleppa frá.
Men hann hevur ongar viðmerkingar til uppsøgnina.
? Av tí at talan er um eitt persónsmál, geri eg ikki viðmerkingar til smálutir í málinum, sigur landsstýrismaðurin.
Vit spurdu eisini landsstýrismannin um hann hevur havt varhugan av, at samstarvstrupulleikar hava verið, men eg havi ongar viðmerkingar.
Hann heldur tó fyri, at tað vísir seg, at vera eitt rættiliga ómøguligt starv at vera í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum.
Fyribils verður tað Petur Ellefsen, sum fer at røkja starvið sum læknastjóri.
Bill Justinussen sigur, at hann verður sitandi ímeðan tey umhugsa støðuna og finna út av, hvat skal gerast.