sum filmsstjørnu í Hollywood. Sendi ein vinarligan tanka til vinkonuna, sum var í einum kliva skamt haðani og fekk somu viðgerð. Herligt. Aftaná fóru vit í týrkiskt felags dampbað (í svimjidrakt), og tað [...] Eg havi verið í Keypmannahavn. Hevði leingi hugsað, at eg átti at farið til Keypmannahavnar ein svipp. Dóttirin hevur búð í Århus seinnu árini, so hvørja ferð Láarvegur 52 stakk út í kortið at fara av [...] beinanvegin, eg var komin í bilin, at vit rindaðu við korti. Tað sigi eg tær, kæri lesari, ger ikki ta dáragerð ikki at siga hvussu tú rindar, tekur tú taxa í Keypmannahavn. Tú kanst koma í rasshaft og tað við
sum dámdi væl at ganga í skúla. Hon dugdi væl, og fekk ongantíð lægri próvtal enn 10. - Eg elskaði at ganga í skúla. Aftaná fólkaskúlan fór eg í HF, tí har skal man til próvtøku í øllum lærugreinum. Tá [...] arbeiðslegu í Onglandi, har ein kundi fáa arbeiði í ein dag í senn. Mítt fyrsta arbeiði var at flysa súrepli. Eg dugdi so væl at flysa súrepli, at eg fekk sáttmála uppá arbeiðið, og flusti súrepli í 12 tímar [...] Line hevði hug, at koma við í teatur. Tá tey komu til teatrið, vísti tað seg at vera eitt niðurlagt teatur, sum hevði staði tómt í 20 ár. Allir stólarnir vóru tiknir út, og í staðin var tað fylt við 3000
við doktarabátinum í kistu, var mamma mín Sigga Maria, ið bert hevði nátt teimum 34 árunum. Maðurin, ið stóð niðurboygdur og sorgarbundin við nýføðinginum í kurvuni, var pápi mín Jógvan á Støðini, ið [...] orðini. Øll í bygdini høvdu frætt, at ung kona í Fuglafirði var deyð í barsilssong, men barnið hon hevði borið undir belti varð sloppið við lívinum. Maður hennara stóð við kistuna og hevði eina kurv í hondini [...] ein minnissteinur er avdúkaður í dag til allar tær kvinnur í Føroyum, ið doyðu í barsilssong. Stóra tøkk eiga tit kvinnur, ið tóku hetta stigið og nú eru komin á mál - og í allari stillheit«. Signar á Brúnni
hesi fotografi til mín. Pápi málaði heilt frá tí, hann var smádrongur og til hann doyði sum 70 ára gamal. Tí er ógvuliga nógv tilfar. Og eg hevði gott kunnað hugsað mær at savnað tað í eina bók, sum frá [...] Sigmund Petersen bæði gjørdi pastellmyndir, relief, skulpturar og skitsur, so er Bibi í fyrstu atløgu bert áhugað í málningunum; hitt hevur ongan áhuga enn, sigur hon. ? Fleiri av málningum hansara eru [...] fólk hava heitt á meg, um at hava eina listaframsýning, men tað havi eg ikki mót uppá, sigur Bibi. Í staðin ætlar hon sær at fáa fólk, sum eiga málningar hjá pápanum, Sigmundi Petersen, at avfotografera
Poulsen. Lesturin í Danmark varð útsettur, og í desember mánaði í 1977 fór Sigmund í starv í útvarpinum, og har starvaðist hann í meira enn 10 ár sum útvarpsmaður. - Eg treivst væl í útvarpinum, men eg [...] og tað gjørdist so til jura. Eg byrjaði at lesa í 1986, og í januar í 1991 fekk eg løgfrøðiligt embætisprógv . - Í 1989 gavst eg í Útvarpinum og fór í Starvsmannafelagið at arbeiða. Eg hevði brúk fyri [...] løgfrøðiligum spurningum í Útvarpinum, men eisini í gerandisdegnum eru hesar royndir hentar. - Sum advokatur er tað ein stórur fyrimunur, um tú dugir at úttrykkja teg í skrift og í talu. Mín bakgrund sum journalistur
hevði longu í 2009 gjørt avtalu við fólk á Skipasmiðjuni um at skriva søguna um føroyskt skipasmíð, sigur Óli Olsen. Í bókini skrivar Óli Olsen soleiðis í Formælinum: »Í 2009 bóðu skipasmiðjumenn í Havn meg [...] fimta bókaútgávan hjá Óla Olsen. Hann er føddur í Klaksvík í 1949 og gekk síni barnaár í skúla har norðuri. Eftir lokna skúlagongd fór hann til skips í fýra ár frá 1966 til 70. - Tá hevði eg fingið si [...] og fór á stýrimansskúla. Eg fekk so prógvið til jóla í 1972, og fór so beinleiðis til skipsførara í januar 1973, sigur Óli Olsen. Hann var við í seinasta flokkinum, sum tók skipsførara eftir hálvum ári
viðurskifti her í lívinum. Eitt nú var pápi mín ikki til staðar, tá mín yrkisleið fekk vind í seglini, men tað fái eg ikki broytt. Micheal Barrat spældi í bólkinum Shakin´ Stevens and The Sunsets í sekstiárunum [...] Speedarin var snøgt sagt í botni í áttatiár-unum, sigur Shakin´ Stevens. - Í 84 og 85 skuldu vit í veruleikanum havt steðgað á eitt sindur og gjørt støðuna upp, men hildu á heilt inn í nítiárini, sigur Shaky [...] Stevens á palli í Klaksvík, har hann fer at framføra allar tær væl kendu landaplágurnar frá áttatiárunum. ?? Fakta um Shakin? Stevens - Føddur í Cardiff í 1948 - Gjøgnum 80-ini og tíðliga í 90-unum hevði
- Vit ætlaðu okkum til Havnar til beiggja mín við familju jólaaftan, men veðurforsagnirnar gjørdu, at vit valdu ikki at fara. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at tey tískil valdu at [...] jóladag komu pápi og verforeldrini til okkum til døgurða. Borgarstjórin sigur, at jólaaftan var dunna á borðinum, 1. jóladag fleskasteik, og 2. jóladag høvdu vit lambskjøt. - Tað er konan, sum í mestan mun [...] jólini sína ávirkan, og ein beinleiðis ávirkan var, sum nevnt, at tey ikki fóru suður til beiggjan í Havn jólaaftan sum ætlað.
vikuna. Eg vildi ikki í aftur barnagarðin til henda eggblommuluktin, so omma mín í Havn varð noydd at ansa eftir mær. Mamma arbeiddi úti. Síðani tá havi eg ongantíð etið kókað egg. Abbi í Havn, hin vælkendi [...] Abbi og omma búðu í Tvørgøtu og var eg nógv har sum barn. Bæði royktu ceruttir, og hvussu hugnaligt var tað ikki at sita í stovu teirra, tá eldri menn sótu við kortum festu sær í cigarir og munnaði sær [...] við í hesum jólakassa, sum man longdist eftir heila árið. Pápi hevði samskifti við eitt bretskt havrannsóknarskip »Ernest Holt« og blivu skiparin og hann vinmenn. Ein dagin kom pápi heim við
stjóri í Nema, og seinastu tíðina helst enn betri sum stjóra í Prentmiðstøðini, men tað er mest sum av tilvild, at Christian Nagata endaði í Føroyum í sínari tíð. - Eg eri føddur í New York. Mamma mín er donsk [...] børnini. - Eg minnist eina hending, tá eg fór at ganga í skúla í Ósáskúlanum, at eg varð kroystur upp í ein krók í skúlagarðinum av hinum børnunum, sum stóðu í ein runding og hugdu eftir mær. Eg var jú hesin [...] 150 snið av urum, seldu í 200-250 handlum, umframt distribuering í Miðeystri, sigur Christian Nagata. Urini vórðu framleidd í Sveis og í Hong Kong. Keyptu B52 flogfar Tað ráddi í stóran mun um at hugsa