- Vit ætlaðu okkum til Havnar til beiggja mín við familju jólaaftan, men veðurforsagnirnar gjørdu, at vit valdu ikki at fara.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at tey tískil valdu at vera heima á Toftum saman við børnunum jólaaftan.
- 1. jóladag vóru vit systkini við familju hjá pápa, og 2. jóladag komu pápi og verforeldrini til okkum til døgurða.
Borgarstjórin sigur, at jólaaftan var dunna á borðinum, 1. jóladag fleskasteik, og 2. jóladag høvdu vit lambskjøt.
- Tað er konan, sum í mestan mun stendur fyri jólagávukeypinum. Eg keypi tó altíð eina jólagávu, sum er til konu mína.
Jóhannus Danielsen sigur, at sjálvsagt hevði ringa veðrið um jólini sína ávirkan, og ein beinleiðis ávirkan var, sum nevnt, at tey ikki fóru suður til beiggjan í Havn jólaaftan sum ætlað.









