Glyvursnesi, tók seg upp. Men nú verður hann loksins veruleiki, tí nú hava Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Edwin Roald, golfvallararkitektur, skrivað undir ráðgevarasáttmála um fyrsta byggistig av einum [...] skal seinasta hond leggjast á at sniðgeva vøllin og tað skal vera klárt tann 1. juli í ár, tá ið Tórshavnar Býráð fær nýtslurættin til lendið. Somuleiðis skal byggiarbeiðið, og lendisarbeiðið, bjóðast út [...] eisini góðar hjá almenninginum at brúka til gongutúar og at njóta náttúruna á Glyvursnesi, sigur Tórshavnar Býráð. Eftir ætlanini er fyrsta byggistig liðugt um eini fýra ár. Arbeiðið verður lagt soleiðis
Nú verður rættilig ferð sett á arbeiðið at byggja fjarhitanetið í Havn, út. Tað sigur Fjarhitafelagið í einum tíðindaskrivi beint nú. Tey siga, at tey hava fingið Betri Banka, og Betri Pensjón at fíggja [...] at útbyggja fjarhitanetið. Endamálið er, at hesi næstu árini skulu einir 5000 hús og bygningar í Tórshavnar kommunu skifta hita frá olju til burðardyggar hitaskipanir, sigur Fjarhitafelagið. Tað eru góð [...] knýtast í fjarhitaskipanina. Fjarhitafelagið sigur, at ætlanin er, at í 2027 skulu øll oljufýr hjá Tórshavnar kommunu vera skift út við grønar orkukeldur. Tað merkir, at CO2-útlátið verður bara eina helvt
matleivdir. Tað vísir ein kanning, Tórshavnar Býráð hevur gjørt. Kanningin varð gjørd í novembur í fjør og Bjørg Dam, Bjørg Dam Forkvinna í Náttúru og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Býráð, sigur, at skrellið frá [...] í Noregi og í Danmark. Samanborið við Danmark og Tromsø, er minni glas og metal í burturkastinum í Havn, samstundis sum nøgdin av papp og pappír eisini er nakað lægri enn í Tromsø. Men tá ið vit hava skilt [...] sum vit gera, sigur hon. Í Danmark og í Tromsø eru matleivdir 40-50 prosent av skrellinum, men í Havn er tað heili 55 prosent. Bjørg Dam sigur, at skulu vit minka nøgdirnar, sum fara til brenningar, eru
trýst verið á Tórshavnar Býráð um at loysa kreppuna í barnaansingini. Yvir 150 børn standa á bíðilista og tað gongur ill at manna stovnarnar við starvsfólki. Tað fekk borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen
Nú hevur Tórshavnar Býráð í nøkur ár arbeitt við at reisa ein minnisvarða yvir merkiskvinnu, Andreu Árting. Hon var fakfelagskvinna burturav og í roynd og veru varð hon ein ímynd fyri fakfelagsstríði [...] arbeitt hevur verið við at reisa ein minnisvarða yvir hana, kom stígur í ætlanina. Men á býráðsfundi í Havn í gjár varð rætt og slætt samtykt at fremja hana og at seta pengar av til endamálið. Hon er mett at
ár, síðan Føroya Ríðingarfelag varð stovnað. Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn hendan dagin í 1943. Stovnarar vóru Aksel Hansen, Leivur Trónd Hansen og Jens Pauli av Reyni. Teir [...] 1921. Í 1970 tók Føroya Ríðingarfelag eisini stig til Leynavatnsstevnuna. Í 1977 gjørdu felagið og Tórshavnar kommuna avtalu um økið í Havnardali, har felagið bygdi sær fjós í 14 eindum. Flutt varð inn í tey
vil siga, at tað er góð ætt, so tað eru fínastu líkindi at sigla. Men tað er so trongt inni í Tórshavnar Havn, at tað var ikki ráðiligt at fara inn um molan í hesum veðrinum. Har er lítið at geva av ov vindurin [...] Skiparin sigur, at Ternan lá í Havn, men tað stóð so nógv á, at hon slapp ikki frá. Hann sigur, at undir slíkum umstøðum eru tað óráð hjá Smyrli at fara inn um molan í Havn. Hann sigur, at á Krambatanga [...] hvirlurnar 44 metrar um sekundið í morgun. Heldur ikki Norrøna er sloppin at bryggju fyri veður, hvørki í Havn ella í Kollafjørði, so hon hevur ligið eystan fyri Nólsoynna og kroka síðani eina ferð í gjárkvøldið
Tey siga, at tað er ein sera væl skikkaður stjóri, ið nú skal standa á odda fyri ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu. Hon kemur úr starvinum sum menningarleiðari í Visit Vágar, ið hon hevur røkt síðan 2020 [...] og hevur drúgvar royndir innan økið. Hon er 36 ár og upprunaliga úr Vestmanna, men nú búsitandi í Havn. Tordis byrjar í starvinum 1. mai og avloysir Liljan Weihe, ið varð vald á Løgting á valinum í desember [...] fyri ferðavinnu í Føroyum. Endamálið hjá Visit Tórshavn er at menna eina burðardygga ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. Tað er at skapa áhuga fyri Havnini, stuðla handilslívi, tænastuvinnu, mentan og annars
uppaftur til býráðið. Besta normering í landinum Ein sannroynd er, at í dag hevur dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu eina ta bestu normering í landinum, um ikki ta bestu. Beint sum vit tóku við, hækkaðu vit [...] umboðum fyri stovnarnar. So veruleikin er, at ongantíð hevur dagstovnaøkið verið so høgt raðfest í Tórshavnar kommunu, sum nú. Politisk agenda? Tá tað alt er sagt, so skilji eg ikki persónliga álopið og ú [...] nir á dagstovnaøkinum. Nú hann mælir fólki frá at flyta til Havnar, tí tað er so ringt at búgva í Havn, so kunnu vit bara enn einaferð staðfesta, at tað er ringur fuglur, ið drýtur í egið reiður. Í so
betri sømdir í Tórshavnar Havn. Tað er serliga tá ið Norrøna er í Havn, at Smyril fær trupulleikar. Men tað er ikki nøktandi at Norrøna sleppur at brúka atløguplássið hjá Smyrli í Havn, til parkeringspláss [...] fara inn um molan í Havn, ella inn um molan á Krambatanga. Hann sigur kortini, at tað er ógvuliga sjáldan, at tað er Krambatangi, sum er trupulleiki, tí aloftast er tað í Tórshavnar Havn, at trupulleikin [...] landsstýrismaðurin. Hann leggur afturat, at hetta eru mál, Strandferðslan er í samskifti við Tórshavnar Havn um. Havnin á Tvøroyri varð bygd út í sambandi við at virkið hjá Varðanum varð bygt. Tá var S