Nú er skjótt ein mansaldur síðani prátið um at gera ein golfvøll á Glyvursnesi, tók seg upp.
Men nú verður hann loksins veruleiki, tí nú hava Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Edwin Roald, golfvallararkitektur, skrivað undir ráðgevarasáttmála um fyrsta byggistig av einum golfvølli.
Edwin Roald hevur eitt felag í Íslandi, Eureka Golf, og hann hevur verið knýttur at tí fyrireikandi arbeiðinum at gera golfvøll á Glyvursnesi. Í Íslandi eru annars einir 60 golfvøllir.
Fyrsta byggistig á Glyvursnesi er ein hálvur golfvøllur við níggju holum og tað ger, at vøllurin kann verða góðkendur til kappingar. Nú skal seinasta hond leggjast á at sniðgeva vøllin og tað skal vera klárt tann 1. juli í ár, tá ið Tórshavnar Býráð fær nýtslurættin til lendið.
Somuleiðis skal byggiarbeiðið, og lendisarbeiðið, bjóðast út. Aftrat sjálvum golfvøllinum verða eisini lendisgøtur, ið knýta breytirnar saman, gjørdar.
Lendisgøturnar verða eisini góðar hjá almenninginum at brúka til gongutúar og at njóta náttúruna á Glyvursnesi, sigur Tórshavnar Býráð. Eftir ætlanini er fyrsta byggistig liðugt um eini fýra ár. Arbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at til ber hjá Golffelagnum at íðka golf samstundis.
Býráðið sigur, at ein ætlan er eisini løgd fyri annað byggistig, sum er tey næstu níggju holini, so at vøllurin hevur fulla altjóða stødd.











