Poul Johannes til heiðurslim í felagnum. Nógv er at skriva um Poul Johannes og hansara virksama lív. Undir krígnum, til dømis, tá hann var virkiseigari og hevði fólk í arbeiði hjá sær at gera pappírsposar [...] frálíka hugskot at fara undir Posavirkið. Tá svaraði hann stutt og greitt. Sum krambakallur var eg so »leddur og keddur« av at gera kramarhús, tí var tað! Felagsskapsmaður hevur Poul Johannes altíð verið [...] bæði tá ið tað snúði seg um teir stóru, berandi leiklutirnar, men ikki minst í teimum smáu, nakað vit so sanniliga mugu ásanna, nú hann vísti sítt kynstur sum filmssjónleikari í heyst. Poul Johannes hevur
grundin er tann einfalda, at kappingin er vorðin ov hørð til, at ein so lítil ferðaskrivstova kann klára seg. Fyritreytirnar eru nógv broyttar, síðan latið varð upp fyri hálvum øðrum ári síðan, sigur Sigurð [...] sigur Sigurð Bech. Hann sigur, at Atlantsflog hevur fólk í Keypmannahavn, sum í løtuni arbeiðir við at skráseta allar kundarnar hjá Blue Atlantic. So tey, sum hava bílagt ferðaseðil heim til jólar, til [...] Atlantsflog latið sína egnu skrivstovu upp í hølunum hjá Føroysku viðskiftastovuni í Hovedvagtsgade. So har gjørdist ikki annað, sigur Sigurð Bech, enn at lata aftur, meðan væl er. Tað er ikki soleiðis,
ringu viðferðina, hevur hann hesa viðmerking til tey vaksnu: »tey vaksnu, hugsaði hann, so býtt, so góðvarin, so sakleys«. Tey vita ikki av tí sortudíki av skomm og synd og óreinheit, sum er tann heimur [...] lýst við speisemi: har kann eingin synd vera, tí prestar og prædikumenn vitja so tíðum, og restini tekur lærarin sær av, »so mundi nøkur sál hava neyð har á staðnum?«. Og stressaðir ferðamenn, sum vitja [...] í sinninum, men eisini varhugin av, at tá ið tú hevur fingið eitthvørt, so kemur eisini vandin fyri at missa tað sníkjandi. Sum so mangan eru kvinnuni tillutaði næstan yvirnatúrlig evnir í mun til mannin
kvøldið fór eg ofta út til fólk, sum onkusvegna ikki kundu koma til okkara, eitt nú fólk, sum liggja á sjúkrahúsi og aðrastaðni, sigur Elin í Haraldsstovu. - Eg helt tað eisini vera so keðiligt hjá teimum, tá [...] tá tey høvdu fingið snøgga hárið, so var liðið so langt út á kvøldið, at tíðin var komin at leggjast. - Við tað at eg nú havi stundir at fara út, tá tað liggur best fyri hjá viðskiiftafólkunum, og eisini [...] manninum eru vorðin so stór, og at Elin vil hava stundir at vera meira heima hjá teimum. Áður var tað soleiðis, at tað illa bar til hjá henni at gera eina avtalu við børnini, uttan so at hon varð brotin
fáa. Men nú er streymurin harðnaður, so seinnapartin í vikuni hevur verið heldur slakari við útróðrarfiski. Eisini, sigur hann, hevur prísurin verið hampuliga góður, so tað ger sítt til, at fiskurin verður [...] onkuntíð meira, sigur Oskar Joensen. Tað arbeiða umleið 20 fólk tilsamans hjá Fiskamarknaði Føroya. Oskar Joensen sigur, at tað hevur verið støðugt nógv arbeiði nú í einar tríggjar vikur. Landingini tekur F [...] kortini ikki, at tey enn eru farin at tosa um at byggja út, sigur Oskar Joensen. Hann sigur, at tað varð nógv gjørt í fjør, og tað fara tey at klára seg við nakað enn. Annars stendur á við skiljing, sigur hann
heimastýrislógin nú so væl klárt definerað, so skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki at staðfest, at danir áttu hesa skuldina, men so er ikki - og tað er helst besta prógvið um, at nógv viðurskifti eru við [...] fólkið sleppa at døma um, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini vísir á, at Føroya fólk veit, at Javnaðarflokkurin umboðar so nógv annað, enn hetta, sum nú er uppi í tíðini. Løgmaður sigur eisini, at Javnaða [...] um at verja ríkisfelagsskapin. ? Tað, sum vit ítøkjuliga hava sagt er, at so leingi annað ikki er fyriskipað í hesi lógini, so eru vit í ríkisfelagsskapi við Danmark, og tað merkir, at Javnaðarflokkurin
gamla HB-húsið til bridgehús, og her hevur verið spælt síðan. At spælt varð so leingi í Klubbanum man vera orsøkin til, at nógv fólk seta havnar Bridgefelag í sambandi við Klubban, men nú eru felagsskapirnir [...] Klubban og spældu, so leingi sum teir orkaðu. Hesin siður helt sær leingi. Men fyrst í 70-árunum fór limatalið at minka, og teir vóru so fáir, at spælt varð bara við fýra borð. Teir vóru ikki so frægt mannaðir [...] felagið verða blivið í so stirvið. Í 1972 kom eisini Bridgedeild Kaggans, har einamest yngri fólk vóru limir. Tað vóru komnar nýggjar tíðin, og fjøldin vildi sleppa uppií. Øll ella eingin So kom aðalfundurin
øldini, høvdu fólk sama vaml fyri politikarum, sum fólk hava ídag. Tí í teirri einu greinini verður t.d. skrivað um Oliver Effersøe og Fríðrik Petersen, í 1910, at ?....tað er óivað, at nógv av fólki í Føroyum [...] sigur, at kreppan neit so fast, at tíðirnar vóru ikki til at geva bøkur út. ? Kreppan var eitt øgiligt bakkast fyri samfelag og fyri einstakling, og í nøkur ár skerst ikki burtur, at fólk hava verið noydd at [...] útsjónd. ? Eg haldi, at bøkur skulu vera snøggar. Tær skulu ikki bara lesast og so tveitast burt. Tær skulu standa á hyllini so at komandi ættarlið kunnu veksa upp saman við teimum. Høvdu vaml fyri politikarum
komin at kenna nógv fólk. Fyri meg hevur tað ikki altíð verið so avgerandi at vinna, eg havi hugnað mær kortini. - Tey ungu fólkini, sum spæla, eru eisini ógvuliga fitt, og so duga tey so væl eisini, sigur [...] onnur spøl. - Eg havi spælt nógv, og eg kann siga tær, at eg havi bæði vunnið steyp, dunnur og gæs. - Eg minnist eina gásakapping, eg hevi Doktar Magnussen til makkara. Tað gekk so væl hjá okkum, og móti endanum [...] spæla bridge? - Eg gekk í bindiklubba. Har vóru onkrar, sum vóru byrjaðar í bridgeskúlanum, og eg fekk so eisini hug at fara við í bridgeskúlan, sum var í gamla kommunuskúlanum. - Har vóru fleiri, sum skiftust
ferðast og samstundis hava møguleikan at spæla. Við tað at vit spæla koma vit eisini í sambamnd við nógv fólk, sigur Reimar. [...] Reimar minnist eina ferðina, teir spældu í einum bridgefelag í Marokko. Meldikassar vórðu ikki brúktir, so teir noyddust at læra seg eitt sindur av fronskum fyri at kunna spæla og siga síni meld. Reimar kom [...] hvussu ?seks? æt á fronskum og kom tí at melda sjey kleyvarar í staðin fyri seks kleyvarar. Tá stóð nógv á, men endin var, at Reimar harvið vann stórt. - Tað er ógvuliga stuttligt at hava henda møguleikan