in, og tí síggja vit, at fleiri og fleiri ikki hava ráð at seta búgv í Føroyum. Øll skulu hava rætt til eitt heim. Tað skal ikki gerast munur á, um tú ert lesandi, lág- ella miðalløntur, vilt leiga, ella [...] kommunurnar í samstarvi við Bústaðir hava heimild til at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg. Á hendan hátt tryggja vit ikki einans, at bústaðir verða bygdir til øll kring alt landið, men eisini at prísurin [...] Vit skulu hava fleiri leigu- og lutaíbúðir, íbúðir til lesandi, til fólk við serligum tørvi, eigaraíbúðir og leiguíbúðir kring alt landið. Seinastu árini hava vit merkt ein stóran fólkavøkstur í Føroyum
úr 18 ár upp í 21 ár. Hví tey ungu millum 18 og 21 ár, spyr onkur. Hvat við teimum, sum ikki hava ráð at fara til tannlækna og eru eldri? Tað er ein púra rættvísur kritikkur. Men vit mugu byrja onkrastaðni [...] víðka skipanina frá 16 ár til 18 ár í 2014 var á leið 3-4 milliónir. Eg haldi, at hetta er ein góð og neyðug íløga, tí fyri tann einstaka kann tað vera øgiliga dýrt at fara til tannlækna. Men lyfta vit [...] fyri tína viðgerð. Brýtur tú tenninar og ert yvir 18 ár, so skalt tú í egnan lumma at gjalda. Tað er ikki rætt. Og eg haldi, at vit skulu víðka um skipanina at rinda tannrøkt gjøgnum felagskassan. Eitt uppskot
Eftirspurningurin og tørvurin hjá hesum aldursbólkum er tó ikki tann sami, og tað er serliga eftirspurningurin hjá teimum yngri eftir smærri íbúðum, sum ikki verður nóg væl møttur. Nógvar kommunur hava onki tøkt [...] tøkt grundstykki, men er man so heppin at fáa grundstykki, so er ikki vist at man hevur ráð og hug at byggja – tí skuldarbyrðan ofta verður drúgv og tung. Seinastu árini hevur verið stórur fólkavøkstur [...] Umleið 2.500 fólk eru á bíðilista til leigubústað hjá Bústøðum. Bústaðir hava 380 leigueindir og 146 eru í gerð. Hjá Bústøðum merkja tey stóran eftirspurning eftir íbúðum, serliga frá yngri og eldri føroyingum
ber til at fáa eitt lærupláss, uttan mun til hvussu tíðirnar eru. Avtalað var í undanfarnu samgongu við trýpartasamráðingum, at í ringum tíðum bindur tað almenna seg til at nýta nógvan pening til viðlíkahald [...] uppruna í Føroyum. Tær flestu hava hægri útbúgving, ið tær ikki sleppa at brúka, tí teirra útbúgving ikki er góðkend í Føroyum. Hetta er als ikki gott nokk og tí má arbeiðið við førleikameting og góðkenning [...] nógv tilkomin fólk, ið kundu hugsa sær at farið í læru, men tey hava eitt nú børn og hús, og tí ikki ráð at fara í læru, tí lærlingalønin ger tað ómøguligt at fáa endarnar at røkka saman. Í samráð við
Fyri at tryggja tínar kontur á bestan hátt verður mælt til at virkja ”Tvey-Faktor”. – Sí annars heimasíðuna hjá KT-trygd , ið hevur góð ráð til hvussu ein tryggjar seg á bestan hátt ímóti álopum frá [...] nýggjum. Við hesum fáa teldusníkarnir innritanarupplýsingar og broyta loyniorðið til Facebook. – Leinkjan er mest sannlíkt umsett til Føroyskt við Microsoft Translator. Tað sæst við at tað er ”/” (framskák) í [...] frá: – Borgararnir sóu eitt uppslag, ið var skrivað á føroyskum, har ein verður biðin at venda sær til 112, um ein hevur upplýsingar um eitt ferðsluóhapp (Sí mynd). – Við at trýsta á leinkjuna verður ein
ni ikki gjalda ov nógv fyri at hita sær húsini og koyra til arbeiðis. Samstundis vilja vit sjálvsagt arbeiða fyri, at vit leggja um til grøna og varandi orku í øllum samfelagnum. Men vit kunnu ikki góðtaka [...] góðtaka, at nakar situr kaldur, tí tey ikki hava ráð til at rinda fyri olju meðan oljufeløgini við kappingarfyrimuni (duopoli) taka sær ov stóran vinning. Liljan Weihe Valevni, Tjóðveldi [...] num er til ógagns fyri vanliga føroyingin og føroyska húskið.” Hetta gongur beinleiðis út yvir vælferðina hjá føroyinginum. Vit gjalda snøgt sagt ov nógv fyri oljuna og hava tí minni eftir til aðrar útreiðslur
eisini tann, at tey hava ikki ráð at lata verða við at arbeiða – og hóast vit teljast millum ríkastu lond í heiminum, so er tað eisini veruleikin hjá fleiri í dag, at tey hava ikki ráð at fara undir útbúgving [...] tíverri bara ein staðfesting – og tapararnir eru tey ungu, sum eru undir útbúgving, ella tey, sum ikki hava ráð at fara undir útbúgving. Tá vit skipa samgongu eftir løgtingsvalið, verður lestrarstuðulin hækkaður [...] framhaldandi menning í samfelagnum er, at okkara ungu nema sær útbúgving. Í Føroyum eggja vit okkara ungu til at nema sær førleikagevandi útbúgving – og tað velja tey flestu av okkara ungu eisini. Nógv ung fara
bíligt sum gjørligt til borgaran. Og tí mugu privatar fyritøkur ikki sleppa at leggja seg á alla orkuframleiðslu. Tí tá verður endamálið ikki at framleiða so bíliga grøna orku sum gjørligt til fólk, men at nøkur [...] landspartar koma við í grøna skiftið, og at øll hava ráð at leggja um til grøna orku. Seinasta samgonga arbeiddi við at privatisera SEV, men lukkutíð bar ikki á mál. Tað er gott, at privat feløg framleiða inn [...] el-veitingin skal ikki enda á privatum hondum, tí so fara prísirnir til himmals, júst sum vit síggja tað aðrastaðni, har fólk sita køld ella mugu fara frá húsi og heimi, tí tey ikki megna at rinda ovurstórar
eg spurdi ein eldri mann í bygdini um ráð, helt hann fyri, at best var helst fyrst at fara út í verð, fyri síðani at kunna koma heim aftur við hópin av vitan, til gangs fyri føroyska samfelagið. Sum sagt [...] virkisfúsu, haldi eg, at tað er gott samsvar millum míni hjartamál og tað, sum Sjálvstýri stendur fyri. Til løgtingsvalið í 1998, bleiv heitt á meg um at stilla upp fyri Sjálvstýri. Eftir eitt sindur av umh [...] sagt so gjørt! Við at líta aftur um bak, sær tað út til at vera ”mítt DNA”, at síggja og arbeiða við nýggjum møguleikum, og menning, sum røkkur langt inn í framtíðina. Dømini um hetta ”DNA” eru nógv og
ella tvey ráð, sum vit ferð eftir ferð hoyra og síggja í Føroyum. Tórmóður Stórá hevur sagt tað fleiri ferðir – vit skulu droppa at noyða skipanir í Føroyum til at samstarva, tí tað riggar ikki. Vit skulu [...] komin til, at vit hyggja at mátanum, ið vit hava skipað okkara samfelag og okkara skipanir. Borgarar og fakfólk rópa um kapp fyri at vísa á, at verandi skipanir ikki rigga nóg væl, og so slettis ikki nóg [...] orku vit leggja í at fyribyrgja, tess minni pening hava vit tørv á at seta inn til viðgerð. Hóast tað, verður tað ikki tikið til eftirtektar her heima. Vit mugu seta sjóneykuna á okkara virðismikla tilfeingið