Samgongan hevur sett sær fyri, at elbilar framhaldandi skulu sleppa undan at rinda avgjald. Løgtingið viðger málið, og í hesum sambandi hava løgtingslimir ført fram, at elbilar eru dýrir, men at tað er eingin meining í, at landskassin skal stuðla millióningum at keypa bil.
Og hesum eru tey í Elbilafelagnum samd í. Tey halda, at samgongan eigur at umhugsa at seta eitt mark á soleiðis, at elbilar, sum kanska kosta yvir 600.000 krónur, ikki fáa nakran stuðul - ella í hvussu so er fáa lægri stuðul.
Tað er ikki neyðugt at stuðla dýrum elbilum longur, halda tey í Elbilafelagnum. Tey siga, at nú eru bíligir elbilar á marknaðinum og tey, sum hava ráð at keypa ein dýran bil, hava eisini ráð til at rinda tey vanligu avgjøldini av honum.
Tey halda, at fólk hava rætt í, at tað eigur ikki at vera almennur stuðul til fólk, sum keypa luksusbilar, og tí eigur eitt luksusmark eisini at verða sett á elbilar. Ein máti er at hækka stuðulin til teir bíligaru bilarnar og at avtaka, ella skerja stuðulin til teir dýraru bilarnar.
– Kanska fer hetta eisini at gera, at bilasølurnar fara at royna at halda prísunum niðri og at gera meiri fyri at selja elbilar. Samstundis halda tey, at hybridbilar, og plug-in hybridbilar, eiga undir ongum umstøðum at fáa stuðul. Plug-in hybridbilar kunnu løðast, men royndir aðrastaðni vísa, at tað fáa fólk ikki upp á lag.
Samstundis er tað kravmikið at gera, og at halda, ein plug-in hybridbil, tí í roynd og veru eru tað tveir bilar í einum, tí teir hava bæði elmotor og vanligan motor. Og fer landskassin at stuðla hybridbilum og plug-in hybrid, verður avleiðingin, at grøna orkuskiftið verður seinkað. Sostatt verða teir at síggja á vegunum í nógv ár afturat.
Tey siga, at sjálvandi vilja bilasølurnar varðveita stuðulin, tí bilaframleiðarar, og bilasølur liggja inni við nógvum hybridbilum og plugin hybridbilum, og tey vilja sleppa av við teir. Samstundis fáa bilasølurnar størri inntøkur at halda bilarnar í fleiri ár afturat.