Tað er ikki ókent, at tað er bíðitíðin til at sleppa til ymsar viðgerðir í føroyska heilsuverkinum, er long.
Men nú rópa tey í ADHD felagnum neyðarróp, tí tey siga, at tey, sum noyðast at bíða longst av øllum, eru tey børn, sum er ávíst til psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum.
Tey skulu bíða í heilar 24 mánaðir, eftir at sleppa til kanningar, og tíverri er støðan versnandi, tí hetta seinasta árið er bíðitíðin longd seks mánaðir, ella 25 prosent, sigur ADHD felagið í einum boðum í dag.
Sambært einum yvirliti hjá sjúkrahúsverkinum, standa heili 266 børn á bíðilista, sigur ADHD felagið.
– Tey flestu av hesum børninum hava haft tað ringt í fleiri ár, tí í flestu førum tekur tað nevnliga fleiri ár, bara at fáa eina ávísing til psykiatriina. Útlitini at tað fær tey flestu børn, og foreldur, at hoykna fullkomiliga, tá ið tey so skulu bíða í tvey ár afturat at sleppa framat.
AFHD felagið sigur, at tað er næstan hvønn dag, at tey venda sær til felagið at kæra sína neyð.
– Tíverri kunnu vit ikki gera annað enn at biðja tey, sum hava ráð til tað, at fara til Danmarkar til psykatara har. Hini mugu bíða og hava ongan møguleika at fáa skipaða hjálp, sigur felagið.
– Gjógvin ímillum rík og fátøk merkist kanska ongastaðin júst so væl, sum innanfyri mistrivna hjá børnum, sigur felagið.
– Sambært WHO hava 5-7 prosent av øllum menningarólagið, ADHD, sum er viðføtt og hjá 80 prosentum er tað arvaligt. Vit vita ikki talið í Føroyum, men tilsamans eru helst flerir enn eini 600-800 børn og ung við ADHD.
– Tað ber heldur ikki til at siga, hvussu nógv hava fingið staðfest ADHD í Føroyum, men í oktobur 2021 vóru tað 204 børn, og ung yngri enn 18 ár, sum fingu heilivág fyri ADHD.
– Sostatt eru vit rættiliga langt frá at finna øll við ADHD, sigur felagið. Tey siga eisini, at tað er ein veruleiki, at fólk, sum hava ADHD, uttan at tað er staðfest, liva 14 ár styttri enn onnur, og eru yvirumboðað í øllum teimum keðiligu hagtølunum.
ADHD felagið hevur aðalfund í Reinsaríinum sunnudagin klokkan trý og tá fara tey væntandi eisini at viðgera bíðitíðina.