Fyrsta dagin fer Løgtingið at samtykkja, at tey, sum keypa elbil, skulu framhaldandi sleppa undan avgjøldum til landskassan. Lógin fór úr gildi á nýggjárinum, men nú Løgtingið fer at samtykkja tað aftur, verður tað afturvirkandi frá nýggjárinum, so tey, sum hava keypt elbil síðani á nýggjárinum, fáa eisini avsláttur.
Men landsstýrið ætlar, at plug-in hybridbilar og hybridbilar skuldu ikki sleppa undan avgjaldum longri enn til 30. juni, tí eftir tað skulu tey rinda vanligt avgjald, sum vanligir bensin- og dieselbilar.
Plug-in hybridbilar hava bæði vanligan motor og elmotor, og kunnu løðast. Síðani Landsstýrið legði málið fram, hevur eisini Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum viðgjørt málið og har taka umboðini fyri samgonguna undir við málinum.
Men tey halda kortini, at tað er ov stutt skotbráð at avtaka avgjaldið á hybridbilum og plug-inhybridbildum frá 1. juli, sum landsstýrið ætlar. Tí mæla tey til, at hesi bilasløgini sleppa undan avfjaldi í tveir mánaðir aftutat, ella til 1. septembur.
Hinvegin eru tey trý umboðini fyri andstøðuna í Fíggjarnevndini farin í hvør sín part.
Beinir Johannesen, tekur ikki undir við, at plug-in hybridbilar skulu rinda sama avgjald sum vanligir bensin- og dieselbilar. Hann sigur, at hetta fer at gera bilarnar munandi dýrari at keypa, og kann hava ta avleiðing, at fólk heldur keypa sær ein bil, sum dálkar verri, enn plug-in hybridbilar gera.
Magnus Rasmussen tekur undir við málinum, men hann vil hava, at plug-in hybridbilar skulu sleppa undan avgjaldi til 1. januar.
Hann sigur, at verður skotbráið styttri, fer tað at fáa avleiðingar fyri bæði viðskiftafólk og bilasølur. Hetta er tí at bíðitíðin eftir einum slíkum bili er long, og sostatt eru bilar bílagdir eftir núverandi reglum, men teir koma ikki til landið fyrr enn seint í summar, ella í heyst, tá ið nýggju reglurnar eru komnar í gildi.
Eisini Steffan Klein Poulsen tekur undir við málinum, men hann heldur, at dýrir elbilar eiga ikki at fáa avsláttur, tí tey, sum keypa ein dýran luksusbil, hava eisini ráð til at rinda vanligt avgjald av honum.