síni bæði umboð í býráðnum. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orðið á Jògvan Krosslá, borgarstjóran í Vági, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár. Men næsti maður á listanum var Hans í Líðini og hann heldur [...] lokkinum í Vági er ein avleiðing av politiskum sliti. Jógvan Krosslá fekk 174 atkvøður á seinasta vali, men hesuferð fekk hann bara 80. ? Tjóðveldisflokkurin hevur havt borgarstjóran í Vági í 12 ár og [...] og tað hevur uttan iva kostað í sær sjálvum, heldur Hans í Líðini. Tað skerst heldur ikki burtur, at vinnuliga hevur staðið illa til í Vági seinastu árini og tað kann eisini hava kostað borgarstjóranum atkvøður
til. Øll tey mongu listaverkini á veggunum í Skálanum taka uttan iva luftina frá mongum í teirra fjølbroytni og vakurleika. Fram í Ljósið verður hangandi uppi í Skálanum inntil 21. mars. [...] tað ber avbera væl til at hava eina listaframsýning har. Allastaðni í húsinum hanga málningar í hesum døgum, og tað fara teir at gera í eina góða viku afturat. Ferniseringin byrjaði um sjeytíðina, men b [...] sína røðu, tók stjórin í Norðoya Sparikassa orðið. Hann legði út við at koma við eini umbering til allar luttakararnar. ? Eg má koma við eini umbering til tykkum listafólk fyri, at eg í Sosialinum segði, at
Ein norðmaður var á vitjan í Føroyum í summar, í ferðalagi við norðurlendingum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Finnlandi. Á einum fundi vildu fleiri í ferðalagnum hava grundgevingar fyri, hví [...] ráða í Føroyum. Føroya fólk er bert einaferð spurt um sína støðu ? á fólkaatkvøðuni í 1946. Tá, søgdu vit: Vit eru ein tjóð, ið nú vil javnsetast við aðrar. Vit vilja hava fólkaræði at galda í Føroyum [...] ein fræls tjóð. Norðmaðurin tók orðið og segði: Hesin spurningurin er skeivt settur. Spurningurin eigur at setast øvugt. Hví skulu danskir myndugleikar hava nakað ræði í Føroyum? Hví skulu føroyingar ikki
bilsnir um teir onkran dagin í næstu framtíð fáa at vita, at teir eru stevndir eftir fleiri milliónum í endurgjaldi. Teir tríggir eru í stýrinum fyri Kommunala Veðhaldsgrunnin. Og í farnu viku gjørdu teir av [...] ímóti saneringini, at stevna í felag. Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður í Hósvík, sigur, at teir fara so langt, sum tilber, fyri at fáa peningin aftur. Hann sigur, at tað stendur í lógini fyri Veðhaldsgrunnin [...] Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, Eyðun Viderø, bygdaráðsformaður á Sandi og Jógvan K.Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag, eru tríggir mans, sum nú hava fingið nakað at hugsa um. Tí teir skulu
var pressan boðin við til ein landsfund hjá politskum flokki í Føroyum. Eisini sjálvan aðalfundin. Floksskrivarin, Helgi Abrahamsen, metti í røðu síni, at tað hevði týdning, at fjølmiðlarnir vóru við á [...] Sambandsflokkurin í dag hevur umleið 1.000 skrásettar limir. Av hesum eru umleið 60 fólk vorðin limir eftir at hava sæð heimasíðu floksins á Internetinum, segði hann. Á aðalfundinum stóðu formaðurin í landsfelag [...] Edvard Joensen frá landsfundi Sambandsfloksins í Øravík Kassameistari Sambandsfloksins, Maria Hansen, legði fram ein roknskap, sum vísti eitt hall upp á góðar 400.000 krónur. Tað var líkt til, varð sagt
verið at lýsa og meta um støðuna við kolesteroli í blóðnum í Føroyum og harafturat at kanna møguligar orsøkir til og títtleika av ættar-hyperkolesterolemi í Føroyum. [...] Nógv fólk vóru í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Sanna á Borg helt fyrilestur um ph.d.-verkætlan sína og granskingina, sum hon hevur gjørt í samstarvi við fleiri starvsfelagar á Landssjúkrahúsinum [...] inum og vegleiðarartoymið í Aalborg. Eftir eina greiða og áhugaverda gjøgnumgongd fingu metingarfólkini orðið. Teir róstu Sannu á Borg fyri eitt sera gott og umfatandi arbeiði og eina framúrskarandi framløgu
landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum nú hevur fullført og fingið játtan til. Hesum fegnaðust mongu røðararnir um í dag, og at skálagarður nú var veruleiki. Felagið handan Christian í Grótinum eigur [...] at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið. Av teimum 15 íbúðunum eru trýggjar ætlaðar til umlætting eitt styttri tíðarskeið. So sum tey mongu tóku til, ið tóku orðið, so er hesin stovnurin eitt [...] leingi eftir – tí var glaðin so mikið størri í dag, nú hesin stovnurin letur upp. Nøkur búfólk eru longu flutt inn, og er ætlanin, at tey skulu flyta inn í smáum komandi tíðina, so starvsfólk og búfólk
a endabrestinum, sum alt tilsamans ber av í hesum verki. Í fyrstuni var orðið Hendingarnar í bókini eigur lesarin á, og eingin grund er til at reksa tær upp í einum ummæli. So eg fari heldur at spyrja: [...] endamáli at beina fyri Ringinum Eina. Í Moriafjøllum fall Gandálvur Grái í bardaga við balroggin niður í dýpið, og stutt frá Raurosfossunum læt Boromir, sonur jallin í Gondor, seg tøla av ringsins mátti [...] m við vápna- ella gandamegi. Í heiminum í dag valdar tann hugsan, at annaðhvørt tú verður taldur upp í tey óndu ella tey góðu , ræður um at hava tey sterkastu vápnini, í dag eitt nú kjarnorkuvápn, te
eyðsæddar ganga aftur í Operahúsinum í Sydney, aldarinnar bygningur í 20. øld. Og Jørn Utzon (1918-2008) fór (ja, tíbetur) á Københavns Kunstakademi at lesa (1937-42). Í føðingardagsveitslu í 1940 hittust Jørn [...] verða sagt beinanvegin, at framsýningin endar tann 28. í hesum, tí framsýningin skal víðari út av landinum.) Tónleikur og sangur. Borgarstjórin hevði orðið. Og so fór ein lítillátur maður fram á gólvið og helt [...] gn. Boðskapurin Tann stutti boðskapurin í taluni og bókini var og er hesin: at tað var Sámal Joensen-Mikines, sum laðaði grundina til eina tjóðskaparliga list í Føroyum. Meðan tað var Ingálvur, sum tók
landsfundin, sum var í Sørvági í 1956, har Vilhelm luttók sum 14 ára gamal. Nú landsfundurin aftur var í Sørvági í fjør, var heilsan hjá Vilhelmi farin at bila. Tá hevði hann á orðið, at hetta ivaleyst fór [...] gjørdist tí skjótt ein kend mynd í umhvørvinum í Klaksvík, og tí var tað eisini lætt fyri hann at taka næsta stigið inn á politiska pallin. Í 1975 varð hann valdur inn í býráðið í Klaksvík sum umboð fyri Ja [...] Vilhelm var føddur í Klaksvík í 1942 og var sostatt 79, nú hann ikki orkaði longur. Hann var sonur Estrid, sum var ættað úr Sørvági, og Bethuel Johannesen, skipara í Klaksvík. Hann vaks upp í hesum livandi