Ein norðmaður var á vitjan í Føroyum í summar, í ferðalagi við norðurlendingum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Finnlandi.
Á einum fundi vildu fleiri í ferðalagnum hava grundgevingar fyri, hví føroyingar vildu vera ein fræls tjóð.
Norðmaðurin tók orðið og segði: Hesin spurningurin er skeivt settur. Spurningurin eigur at setast øvugt. Hví skulu danskir myndugleikar hava nakað ræði í Føroyum? Hví skulu føroyingar ikki hava allan avgerðarrætt í sínum egna landi og samstarva við hinar norðurlendsku tjóðirnar og heimsins lond á jøvnum føti?
Ongin kundi sjálvsagt grundgeva fyri hesum.
Men júst hesin spurningur eigur at setast til allar teir politikarar, sum eru valdir at umboða Føroya fólk, men sum vilja lata danskar myndugleikar ráða í Føroyum.
Føroya fólk er bert einaferð spurt um sína støðu ? á fólkaatkvøðuni í 1946. Tá, søgdu vit: Vit eru ein tjóð, ið nú vil javnsetast við aðrar. Vit vilja hava fólkaræði at galda í Føroyum. Føroyingar skulu vera sjálvstøðug tjóð ? tí vit vilja hava eitt betri og rættvísari samfelag og tí vit vilja samstarva við onnur lond á jøvnum føti.
Henda avgerð er enn ikki sett í verk.
Níggju spurningar til sambandspolitikarar
Tí eiga eitt nú Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen at kunna svara hesum spurningum nøktandi, um vit skulu taka teirra politikk í álvara:
1. Hví er tað ikki føroyska fólkið, sum hevur bygt hetta landið ígjøgnum meira enn 40 ættarlið, ið skal hava allan avgerðarrætt í Føroyum?
2. Hví skulu danska stjórnin, Fólkatingið og eitt embætisverk, sum ikki skilir okkara mál, hava nakran avgerðarrætt í Føroyum?
3. Hví vilja danskir myndugleikar ikki viðurkenna føroyingar sum tjóð ? og hví stuðla javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin stjórnini í hesum máli?
4. Hví skulu danskir myndugleikar gera av, hvønn føroyingar kunnu samskifta við í altjóða viðurskiftum?
5. Hví skulu danskir myndugleikar gera av, hvørji pør skulu kunna skiljast, hvør skal hava foreldramyndugleika, og hvør skal ættleiða børn í Føroyum?
6. Hví skulu danskir myndugleikar gera av, hvør fær uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi í Føroyum?
7. Hví skulu danskir myndugleikar gera av, hvussu okkara rættarskipan skal vera, hvør skal vera dómari, hvør skal vera ákæri ella hvør skal vera løgreglumaður í Føroyum?
8. Hví skulu danskir myndugleikar gera av, hvør skal vera bispur og hvussu okkara kirkja og trúarlív kann skipast?
9. Hví skulu danskir myndugleikar hava nakað at siga um okkara undirgrund ? og hví vilja teir ikki viðurkenna, at føroyingar eiga undirgrundina?
Svar ynskist.