hevði givið 200 milliónir í undirskoti í miðal um árið síðani 1974. ?Og hvat so. Skulu vit so halda uppat at fiska fyri at spara tær 200 milliónirnar um árið í stuðuli, spyr reiðarin á Glyvrum. Annars [...] nar um, hvussu vit fáa fiskiflotan undir Føroyum at bera seg. Ein høvuðsresept hjá búskaparfrøðingunum er tann, at fiskiflotin skal minkast, tí so verður meiri fiskur í part til hvørt skipið og so fæst [...] tølini vísa, at tað er ikki so, sum búskaparfrøðingarnir siga. Hann sigur, fiskiskapurin hjá Kubatrolarunum hevur verið merkiliga støðugur, hann hevur ligið um 1.000 tons í part um árið. ? Soleiðis hevur tað
stjórnin leggja øll skjøl fram, sum hon hevur atgongd til. Krøvini eftirlíkað Hervið eru krøvini eftirlíkað í mannarættindarsáttmálanum um loyvi til at seta spurningar og leggja fram prógv áðrenn dómur fellur [...] vorðið til eitt prinsipmál um, hvørt tað er rætt at danska stjórnin setir kanningarnevndir. Advokaturin hjá stjórnini, M. Gregers Larsen, kamaradvokatur, ávaraði rættin og segði, at um Grønborg-frágreiðingin [...] grundarlag, fór tað at fáa so týðandi avleiðingar, at neyvan yvirlit fekst yvir tað. Sambært Den danske Bank verður bankamálið undir øllum umstøðum eitt maratonmál. Her er talan um eitt prinsipmál. Vit fara
upp yrkingar og okkurt prosastykki. Harumframt hugleiddi Eyðun Andreasen um skaldskapin hjá Poul F, og Poul F. tulkarin fram um allar í Føroyum, Hanus Johansen, sang sangir, sum Poul F hevði yrkt og sum [...] bóli við at vera so djarvur, at hann hevur ?dittað? sær at gera eitt nýtt lag til ?Fagra Blóma? Men eftir lógvabrestunum at døma, tóku fólk væl ímóti nýggja lagnum, hóast tað ikki er so lætt sum tað gamla [...] orðunum hjá Poul F. Varðandi minnir um rættar menn er varandi minnisvarði. Lítið nyttar bert mansins navn á steini í kirkjugarði. Á kvøldsetuni hugleiddi Eyðun Andreasen um skaldskapin hjá Poul F. Men tað
fyrstu, men taptu so tveir teir næstu dystirnar móti ávikavist Kyndli og VÍF. Eingin skomm í tí, men nú skal tað vera, um Neistin veruliga ætlar sær at gera seg galdandi. Tað sama kann sigast um H71, sum fekk [...] og áskoðarar fyri gjøldur. Vónandi kemur hetta í rættlag, so kappingin kann gerast meira seriøs, eisini á dómarasíðuni. Tí tað er neyðugt, um hondbólturin skal menna seg her á landi. Lítið pláss til dystirnar [...] hóskandi dag til hesar dystirnar, men vónandi verða teir spældir hampuliga skjótt, so kappingin aftur fer at javnviga so nøkulunda.
slíkari framsýning, tí sjálvt ikki kendir íslendskir listamenn hava so lætt við at sleppa at sýna fram á Kjarvalsstøðum. Nú tosað verður um at marknaðarføra Føroyar á ymsan hátt, eitt nú við okkara fótból [...] kunna um landið og fólkið her. Sjálvur hevur hann hildið tríggjar fyrilestrar fyri útlendskum gestum um føroyska list. Bara í summar hevur hann tosað fyri 200 fólkum. Og hóast man ikki hugsar um tað, so [...] so er hetta eisini ein partur av marknaðarførinini av Føroyum. -Skal eg vera ærligur, so haldi eg, at listin og føroysk listafólk eru minst líka góðir ambassadørar fyri Føroyar sum t.d. tað nógv umrødda
tú kemur til veruleikan, so er tað so, at mentanarlívið í flestu av londum í Europa verður stuðlað av vinnulívinum - so hví ikki eisini í Føroyum og hví ikki eisini av eini so múgvandi vinnu sum oljuvinnuni [...] burturi, so heldur hann nakað serstakt verða við framsýningini í Reykjavík. Tað er ikki minst tann brennandi áhugi hjá íslendingum fyri Føroyum og føroyskari list, sum fær Bárð at vera so fegnan um tiltakið [...] koma til eitt nú Svalbard. So síggja teir, at her býr eitt fólk, sum kann skapa list á høgum støði. Og tað skapar so aftur virðing fyri landi og fólki sum heild, og tað gevur so aftur okkum ein betri profil
Magnussen: Hvørjar tankar hevur landsstýrið um, at foreldur ikki sleppa til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, samstundis sum at landsstýrið tosar um at økja um inntøkurnar í samfelagnum. Helena Dam á Neystabø: [...] dagrøktarpláss, taka hesi foreldur fram um. Men hinvegin er hetta at meta sum ein prioritering, sum kommunan eigur at gera. 5. Kristian Magnussen: Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um framyvir at tryggja teimum [...] liggjandi. Hetta skuldi verða galdandi í 1998 og 1999, eftir ynski frá kommununum, ið førdu fram, at álitið um framtíðar kommunubygnaðin tá fór at verða liðugt, og at fíggjarligu viðurskiftini millum land
Klokkan 13 verður aftur farið til verka og hildið verður fram so leingi áhugi er. Dentur verður lagdur á, at hvør einstakur avgerð nær og um hann hevur tíð at koma og ongun nýtist at kenna seg noyddan [...] gomlu skúlastovurnar eru. Sum faldarin sigur, so er takið á gamla skúlanum skift og er nú tætt. Arbeiðið, saman við ymiskum øðrum tilfari til umbyggingina, so sum gólv- og veggjaplátur og nýggjur sentra [...] Dagfinn Olsen Takið er skift Í faldaranum stendur millum annað, at felagið hevur ætlanir um at taka nakrar leygardagar í vetur, har skipað verður fyri óløntum. sjálvbodnum arbeiði til ymiskt fyrifallandi
Føroyar. Sjálvandi havi eg nakrar tankar um, hvussu húsið skal rekast og hvar mínir møguleikar at reka húsið liggja. Tað sum er stungið út í kortið haldi eg fram við og so fari eg undir at gera nýggjar verkætlanir [...] minna meiri um hvørt annað enn til dømis Ísland og Danmark, og Føroyar og Danmark. Londini eru ikki gomul í garði, tá ið vit hugsa um, at tað ikki eru nógv ár síðani, at mentanarlívið sum so varð formaliserað [...] strævið og drúgt. Minnist meg rætt so vórðu bara 1,5 % av bruttotjóðarúrtøkuni latin mentanini fyri 10-15 árum síðani. So er tað at leggja afturat, at myndin er ikki so einføld, tí vit hava havt trupulleikar
sagt at eg eri forharmaður um at eg ikki havi goldið til tíðina, men um eg fari á Posthúsið og gjalda skuldina beinanvegin, vilja tit so lata meg fáa ein nýggjan kúfangara, so eg kann skrúva einar nýggjar [...] seravtalu um, at í Føroyum er ikki brúk fyri sovorðnum teksasstíli fyri at taka eina nummarplátu av einum bili. Ella er tað virkuliga so galið her á landi, at tit føla tykkum hótt í tykkara starvi. Um so er haldi [...] framvegis. Fara tit á møti ella í biograf, fái so nøvnini við á teimum, ið har eru, so hesi kunnu vitna til tygara fyrimun, um so er at fútin og hansara menn og kvinnur nøkur ár seinni eirindarleyst loypa á teg