sínum fyrstu stigum hetta kappingarárið. Og tá teir í gjárkvøldið vitjaðu Mjølnir í Klaksvík, var tað bara í fyrsta settinum, at teir vóru so frægt við, at teir kundu hótt oddaliðið. Hetta var tað javnasta [...] væl við, at støðan var 20-20, áðrenn Mjølnir fekk sett endaspurtin inn og vunnið settið við fýra stigum. Í øðrum setti byrjaði Mjølnir at líkjast meira oddaliðnum, og tað var ikki leingi, at ÍF fekk hingið [...] hingið í. Og tá so liðini komu til triðja sett, var allur ivi burturbeindur, tí Mjølnir kom framum 7-0 og rann annars avstað. Ikki er tann stóri spenningurin í manskappingini í flogbólti, men tað kann so
hevur lovað, at hann ikki fer í samgongu við AfD. Weekendavisen siterar hann soleiðis 7. februar: “Eg kann vissa veljararnar í Týsklandi: Vit vilja ikki samstarva við AfD - ikki áðrenn, ikki eftir, [...] nnan í CDU, Karin Prien, avdúkar tó veruligu strategiina í somu grein: “At ignorera AfD ella bara at skíra teir nazistar er ikki loysnin. Tað snýr seg um at viðurkenna trupulleikarnar í staðin [...] standa CDU/CSU til at fáa uml. 30% av atkvøðunum og AfD uml. 20% av atkvøðunum. Hetta er í sjálvum sær nóg mikið til eina høgravenda meirilutasamgongu. SPD stendur til at fáa uml. 15% av atkvøðunum
sá dagsins ljós í fjør, var aftur í Klaksvík í gjár. Hetta gjørdist eitt sera væleydnað tiltak - við nógvum glaðum børnum, foreldrum, ommum og abbum. Veðrið var rímiliga gott, tó at tað í løtum tóktist eitt [...] eisini høvi at stytta sær stundir í hoppiborgum, eins og her vóru kríatúr at síggja, eitt nú lomb, kaninur, høsn, geit við lambi, slangur og onnur djór í búri. Børnini høvdu eisini høvi at fáa andlitið [...] andlitið málið, og hetta kostaði ikki eina krónu, tá tey fyrst høvdu goldið einans 50 krónur fyri at sleppa inn á økið. Á pallinum vóru tiltøk hvønn heilan tíma, umframt at ymiskir aktivitetir, sølubúðir og annað
Sandi síðst í august. Átta fólk eru ákærd fyri at hava lagt seg út í grindadrápið í trimum skjóttgangandi bátum, men eitt av teimum er síðani farið av landinum. Hini sjey hava verið í rættinum í dag og givið [...] fólkunum, sum vórðu handtikin í grindadrápinum á Sandi, verður tikið upp aftur um tvær vikur. Í allan dag hava sjey limir í Sea Shepherd verið í Føroya Rætti, har tey eru ákærd fyri at hava brotið politiviðtøkurnar [...] ákærin krevur at tey vera dømd 1000 krónur í bót hvør, og at hald verður lagt á teir tríggjar bátarnar, sum løgreglan legði fyribils hald á, á Sandi. Tey noktaðu seg øll sek. Dagurin í dag hevur í stóran mun
havgølti í Fuglafirði. Hetta er aðru ferð, at skipini eru á Fuglafirði í ár, og í báðum førum hevur fiskaslagið verið havgøltur. Fyrr ferð, skipini landaðu, var 24. januar. Hartvig sigur, at mikudagin [...] ráfiskanøgdina higartil í ár, tá hugsað verður um, at samlaða nøgdin í fjør bert var á 55.000 tons. - Okkara besta ár til rávøru keyptu vit heili 330.000 tons av ráfiski. Hann vísir á, at hevði fóðurvirkið fingið [...] árið, hevði hetta verið nóg mikið til alt tað fiskafóður, sum føroyska alivinnan krevur. - Tá hevði ikki verið neyðugt at innflutt rávøru til fóðurframleiðsluna, leggur hann aftrat. Trý skip Í dag landa
prosent. Hetta er eitt lítið vet lægri enn um somu tíð í fjør, tá í arbeiðsloysið var 2,9 prosent. - Tilsamans vóru 781 fólk arbeiðsleys í august í ár. Í august í fjør vóru 811 fólk arbeiðsleys, og sostatt [...] nna í fíggjarmálum. Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hana, hvussu stórt arbeiðslloysið í roynd og veru er í Føroyum. Hon sigur, at á Heimasíðuni hjá Hagstovuni stendur, at í novber [...] novber í fjør var arbeiðsloysið bara 2,3 prosent, men hon ivast í, um hetta tann rætta myndin av støðuni Kristina Háfoss sigur, at nýggjastu tølini eru fyri august í ár, og tá var arbeiðsloysið 2,8 prosent
kosta 200 krónur fyri borðhald og dans og tey eru at fáa í pylsuvogninum í Hvalba, í Tangabúðini á Tvøroyri, á Statoil Støðini í Vági.Seinasta freist at keypa atgongumerki er mikukvøldið. Sama kvøld skipar [...] til jólaborðhald í Suðuroy, verður næsta leygarkvøld, 23. november, tá ið ikki færri enn trý stór jólaborðhald eru í Oynni. Jóalborðhald verður bæði í Hvalba, á Tvøroyri og á Hotellinum í Øravík og á øllum [...] øllum støðunum fara eisini kend orkestur at spæla góðan dansitónleik til tey tilkomu. Í Hvalba fer ein gestakokkur úr Havn at vísa síni kynstur í Roynhøllini, har Bóltfelagið Royn hevur jólaborðhald fyri
skulu steðga á í Vágum, og hetta ger, at tey mugu toyggja seg tað, tey megna, fyri at hýsa øllum. Og í Vágum verður satsað upp á, at veðrið verður gott, soleiðis at øll flogførini megna at lenda. Umleið [...] part haðani frá. Umleið 550 fólk í alt skulu ferðast til og frá flogvøllinum í Vágum í sambandi við dystin - umframt regluligu rutuflogførini. Fyri flogvøllin í Vágum er hetta ein stór avbjóðing, tí fleiri [...] DYSTUR Við Norrønu í mánamorgun vóru upp ímóti 500 týskarar við umborð. Hetta upplýsir Áki Jespersen, ferðafólkaleiðari hjá Smyril Line. Ikki allir eru fótbóltsáskoðarar, tí nógv eru á veg til Íslands
og har fólk annars plaga at ferðast ofta um summarið, uttan tó at tað órógvar fuglin. Men tá lastbilar og aðrar maskinur fara at arbeiða her, ivast teir ikki í, at tað fer at hava keðiliga ávirkan á eitt [...] tað yvirhøvur ber til at gera nakað á staðnum. At fólk hava verið í haganum og sett steyrar niður, uttan at eigararnir hava fingið nakað at vita um tað, harmast hann um, um so er, at nøkur misskiljing kann [...] hagin fær hann at nýta, ella at hann verður tyrvdur aftur. Og so er hann burtur. Men heilt samdur er Ólavur Gregersen, stjóri í felagnum SeaWave, kortini ikki. Hann sigur, at neyðugt verður at hava vegin liggjandi
ónormala og løgna. Men tú fært meg ikki at kalla hetta undirhald. Hetta er veruleikin, og tola vit at síggja hann? Eg sigi ikki, vit skulu góðtaka alt, men eg haldi, at tolsemi er ein dygd, sigur Bjarni [...] brúðgómurin uppi í hvørjum øðrum at kalla nakin. Var hetta moralskt forkastiligt og á markinum til porno? Var tað neyðugt at vísa so nógv? Hvat vildi sjónvarpið siga við at vísa alt hetta? Bjarni Rubeksen [...] niðurstøðrunar fyri tey. Uni Næs hevur rætt í, at ein tílík sending skuldi verið diskuterað aftaná, og at fólk í eini kjaksending í t.d. útvarpinum skuldu fingið høvi at sagt sína hugsan um hana. Men tað er áhugavert