Kvinnuflogbóltur
Heimasigrar á hinum báðum FM-biðlunum, ÍF og TB, hava seinastu vikurnar flutt Mjølnir av triðja upp á fyrsta plássið í bestu kvinnudeildini, og nú ræður fyrst og fremst um hjá teimum at halda seg fastar á hesum plássinum.
Sunnudagin høvdu tær vitjan av Drátti, og á pappírinum var í øllum førum einki at ivast í, at heimaliðið var favorittur at vinna. Dráttur hevur í ár sýnt sera óstøðug avrik, har tær stundum hava argað oddaliðini, fyri síðani at fara í kjallaran móti veikaru liðunum í deildini, og fyrstu løtuna sunnudagin bendi okkurt á, at tær væl kundu arga Mjølnir.
Alt fyrsta settið á tamb hildu tær sera stutt tjóður í oddaliðnum, men tá Mjølnir so kortini fekk fatur á avgerandi bóltunum, skramblaði at saman hjá Drátti. Tey bæði næstu settini blivu uttan stórvegis hóvasták fingin til høldar, og enn eru tær hjá Mjølni soleiðis einsamallar á odda í bestu deildini.
Um hetta fer at halda sær alt árið, er ilt at siga, men kortini til hetta hava tær hjá Mjølni sjálvar. Komandi dysturin hjá teimum verður kanska tann, sum ger av, hvar gullið skal fara, tá tær vitja á Kambsdali. Undan hesum hava tær tó eitt frívikuskifti, tá steypafinalurnar eru á skránni, og hóskandi kunnu tær so nýta hetta til at fyrireika seg til dystirnar móti argastu kappingarneytunum. Soleiðis kann væl verða, at Mjølnir fer at fáa okkurt burturúr finaludystinum, hóast tær fyri fyrstu ferð ikki eru beinleiðis partur av hesum.