Hóast februar bara stívliga er hálvrunnin, hevur Havsbrún í Fuglafirði higartil í ár tikið ímóti stívliga 20.000 tonsum av ráfiski. Talan er um svartkjaft, havgølt, lodnu og hvítingsbróður.
Hartvig Joensen á Havsbrún sigur, at tey eru væl nøgd ráfiskanøgdina higartil í ár, tá hugsað verður um, at samlaða nøgdin í fjør bert var á 55.000 tons.
- Okkara besta ár til rávøru keyptu vit heili 330.000 tons av ráfiski.
Hann vísir á, at hevði fóðurvirkið fingið fatur á umleið 130.000-150.000 av ráfiski um árið, hevði hetta verið nóg mikið til alt tað fiskafóður, sum føroyska alivinnan krevur.
- Tá hevði ikki verið neyðugt at innflutt rávøru til fóðurframleiðsluna, leggur hann aftrat.
Trý skip
Í dag landa írsku systirskipini Brendelen og Father McKee umleið 2000 tons av havgølti í Fuglafirði. Hetta er aðru ferð, at skipini eru á Fuglafirði í ár, og í báðum førum hevur fiskaslagið verið havgøltur. Fyrr ferð, skipini landaðu, var 24. januar.
Hartvig sigur, at mikudagin kemur eisini norski nótabáturin, Gerda Marie, sum er fyrrverandi Háborg, ið Eiler Jacobsen í sínari tíð átti.
Sambært fráboðanini hevur Gerda Marie 1670 tons av svartkjafti.
- Jú, tað er so vist, at hetta verður ein vika, ið vit kunnu vera nøgd við. Samlaða veiðan hjá hesum trimum skipum táttar í 4.000 tons, og tað er nógv í mun til samlaðu ráfiskanøgdina hjá okkum í fjør, sigur Hartvig Joensen á Havsbrún.