DYSTUR
Við Norrønu í mánamorgun vóru upp ímóti 500 týskarar við umborð.
Hetta upplýsir Áki Jespersen, ferðafólkaleiðari hjá Smyril Line.
Ikki allir eru fótbóltsáskoðarar, tí nógv eru á veg til Íslands, men ein fittur partur er kortini komin til dystin, verður hildið, men langt frá øll. Norrøna var stúgvandi full á túrinum úr Hanstholm, og hon verður somuleiðis full til Íslands í dag. Ein partur av áskoðarunum fara avstað við Norrønu.
Fleiri flogfør
Eisini nógvir týskarar koma til landið loftvegis.
Finnbogi Niclasen, stjóri á Flogvøllinum í Vágum, sigur, at týsdagin og mikudagin koma fimm flogfør úr Skotlandi og eitt kemur beinleiðis úr Frankfurt. Flogførini koma bæði úr Aberdeen og Edenburgh.
Týskland spældi leygardagin javnleik móti Skotlandi, og týska liðið, fjølmiðlafólk og áskoðarar koma tískil fyri ein part haðani frá.
Umleið 550 fólk í alt skulu ferðast til og frá flogvøllinum í Vágum í sambandi við dystin - umframt regluligu rutuflogførini.
Fyri flogvøllin í Vágum er hetta ein stór avbjóðing, tí fleiri flogfør skulu steðga á í Vágum, og hetta ger, at tey mugu toyggja seg tað, tey megna, fyri at hýsa øllum.
Og í Vágum verður satsað upp á, at veðrið verður gott, soleiðis at øll flogførini megna at lenda.
Umleið 750 týskarar hava í alt atgongumerki til dystin, men líkt er til. Fleiri týskarar eru komnir til landið uttan atgongumerki, greiða týsk viðhaldsfólk frá. Men hvussu stórt talið er, veit eingin at siga við vissu.










