á Áarvegi 6, var áður. Tað er parfumaríið »Drós«. Hóast vørutilboðini eru tey somu - smyrsl o.a. til dagligu røktina, so er nógv øðrvísi. Nýggju eigararnir vilja skapa lív í miðbýnum. Tað skal m.a. gerast [...] kið um tað, sum riggar best til tann einstaka. Spurdar hvussu tað bar til at ein sjúkrasystir og ein lærari fara undir at reka parfuhandil, sigra Fía og Tordis brosandi: - Vit eru vinkonur. Tað hava vit [...] og líkist meira eini hárfríðkanarstovu ella tílíkt stað, har fólk fáa ymsar tænastur. Tað er ógvuliga hugnaligt inni, við stólum og borði, har fólk kunnu hvíla seg, meðan Fíu Arge gevur góð ráð og kanska
so, at hetta var tað, og at tað er ein dagur aftur í morgin. Um vit tapa móti einum liði, sum hevur spælt betri enn vit, er tað greið tala, men um vit hinvegin søpla tað burtur sjálvi, er tað sera spell [...] ikki hevur gjørt nakað serligt burtur úr venjingini hesa vikuna. ? Tað er eingin ivi um, at tað hevur alt at siga at vinna. Tað er tað einasta, vit kunnu brúka til nakað, sigur hann. Kyndil hevur ongar [...] síðani var hampuliga stórur munur á liðunum, men tann munurin er minkaður niður í eitt stig. ? Tað var eitt sindur av muni á í stigum, men vit hava bert tikið ein dyst í senn og ikki hugsað longri fram enn
Tað man hava verið harðliga tiltrongt - Tilhaldið í Tórsgøtu, tí tað hevur fingið so sera góða undirtøku. Fyrstu vikuna opið var, vóru ikki færri enn 272 fólk inni og vitjaðu og tað hóast veðrið var rættiliga [...] rættiliga baldrut. Men hóast tað frammanundan mest varð tosað um, at tilhaldið var ætlað eldri fólki, so hava bæði yngri og eldri verið á vitjan. Seinasta fríggjadag vóru børn úr Dr. Ingridar Barnagarði [...] hvør kann koma við hugskotum og uppskotum - Hyde Park Corner, kallast tað. Nú Tilhaldið hevur latið upp er onkur sum hevur spurt, um tað er neyðugt at verða limur fyri at koma inn, men so er ikki. Øll eru
er heldur ikki greitt enn, men tað verður tað í kvøld. Tað eru øll vágafólk samd um at hetta er eitt tað mest spennandi løgtingsval sum nakrantíð er lagt upp til, og tað er ikki bert tí at Sjálvstýrisflokkurin [...] hjá Sjálvstýrisflokkinum í Vágum, men tað sær ikki út til, at tað verður lætt hjá flokkinum at fáa valevni á listan til komandi løgtingsval, tó at fólkatingsvalið var eitt ynskival, har flokkurin gjørdist [...] gjørdist størsti flokkur í oynni. Eftir tí at døma átti eingin trupulleiki at verið, men tað sær tað út til kortini. Og sambært formanninum í flokkinum eftir landsfundin, so hevur flokkurin stórar vónir í Vága
samsvarar hann? ? Sjálvandi skal tað verða samsvar millum dreym og veruleika, og tað haldi eg eisini tað er í hesum faldaranum. Líkjast orginalinum Á Stephansons Hús siga tey, at tað bara vóru einar tvær myndir [...] við ferðavinnu, segði millum annað, at faldarin var sera vakur, og at hann stendur sera frammaliga bæði tøknifrøðiliga og innihaldsliga. Fangandi ? Tað eru tó ikki vit, men tey á Stephansons Hús og íslendski [...] at øll sum hyggja í faldarar um frítíðarstøð vita, at hetta bara er tað vakrasta, ið verður víst fram, sigur Urd. ? Sjálv síggi eg tað ikki sum ein trupulleika, at myndir verða telduviðgjørdar fyri at fáa
Tað eru alt fleiri fólk, ið hoyra eina sjóðan fyri oyrunum. Tað virkar á tann hátt, at tey hoyra ?gang? inni í oyranum - nakað sum bara tey og eingin annar hoyrir. Tað er sostat eitt ?falskt ljóð? tey [...] tinnitus, er at tey verða ávirkað av nógvum óljóðið í longri tíð - og at óljóðið er meir enn gott er. Óljóð Ljóð verður mátað í decibel (dB) og 85 dB er er tað lógarásetta markið, sum ein persónur ikki má ávirkast [...] hava trupulleikan, sigur Brandur Øssurson frá Tónleikarafelagnum. ? Ein máting var gjørd har Jóhan í Kollafirði sang, og har var mált heili 130 dB, sigur Karl Joensen frá arbeiðseftirlitinum. ? Á rock-konsertinum
men væl situr tað kortini. 36. konsertin bar boð um dirvi, menning og spæligleði. Ikki hissini skrá at leggja fyri eitt áhugaorkestur, men hann, ið einki váðar?! Fyri áhoyrararnar var skráin fjølbroytt [...] gerast alt longri, og skótt er nógv at gera hjá øllum orkestrinum. Strúkararnir fáa lítla hvíld, og nógv harpiks fer fyri skeytið í hesum satsi. Framúr gott framfýsni eyðkendi finaluna. Tað er hugaligt [...] Men júst hetta er kanska tað, ið krevur mesta dirvið. Flest øll kenna verkið út og inn, og óteljandi eru tær stóru stjørnur, ið lagt hava hetta mikla verk niður á »fløgu«. Tað er tí ikki hissini saman
men altíð er svarið tað sama, menninir eru upptiknir og hevur tað so eydnast at fáa fatur á onkrum so hevur viðkomandi onki vita. Størsti politiski stuðulin hjá Jákupi Olsen var nevndarformaður í áðurnevnda [...] átti bukka undir um ikki tey fingu stuðul í samsvar við Sandoyarætlanina og søkt var tí um stuðul. Í fyrstu syftu vísti tað seg, at ongir trupulleikar vóru at fáa stuðul til at menna flakaframleiðslu í sunnara [...] kom ongantíð nakað svar aftur frá Jákupi. Tá eg so í fjølmiðlunum hoyrdi at Jákup var avhoppaður í Krf. og at hann var farin uppí Fólkaflokkin, við tí grundgeving, at vinnulívið í Vági lá stilt, so runnu
Nordin Manai íroknaður. Nordin sigur, at fíggjarliga melur tað runt, men tað gongur ikki nóg væl. ? Í tílíkum virksemi gongur tungt í fyrstuni. Tað tekur tíð at arbeiða seg upp. ? Vit leggja fyrst og fremst [...] Dreymur gingin út Hóast tað er minni enn eitt ár síðani, at Nordin, ið er frá Tunesia, lat upp matstovu, hevur hetta verið ein dreymur hjá honum og brøðrum hansara í langa tíð. ? Tað var meðan vit lósu í Frankaríki [...] vaksandi. ? Tað eru til dømis ítróttarfeløg ella ymiskir áhugabólkar, sum bíleggja. ? Nú er møguleikin hjá okkum nógv betri, soleiðis at bólkarnir kunnu vera fyri seg sjálvan og næstan hava tað, sum tey ynskja
talvi fór at verða. Sjálvandi var tað óðamannverk lognu sama dag, ella áðrenn ein hevði sett seg inn í hetta stóra mál, at fara út og siga, hvat rættast var at gera. Tí var tað gleðiligt at frætta, at landsstýrið [...] heima enn í Danmark. Haraftrat var tað jú Føroya Løgting, sum hevði biðið um dómarakanningina og seinni hesa serfrøðingakanning. Málið var byrjað í løgtinginum, tí var tað ikki annað enn væntandi, at løgtingið [...] fyri, at tað var sera umráðandi, at vit fóru sum ein maður undir hetta mál. Tí bað hann um, at ein nevnd úr løgtinginum við umboðum frá øllum flokkum skuldi vera við í fyrireikingunum. So var gjørt, og