Nógv evni hava verið nevnd í sambandi við uppstillingina hjá Sjálvstýrisflokkinum í Vágum, men tað sær ikki út til, at tað verður lætt hjá flokkinum at fáa valevni á listan til komandi løgtingsval, tó at fólkatingsvalið var eitt ynskival, har flokkurin gjørdist størsti flokkur í oynni.
Eftir tí at døma átti eingin trupulleiki at verið, men tað sær tað út til kortini. Og sambært formanninum í flokkinum eftir landsfundin, so hevur flokkurin stórar vónir í Vága valdømi og ivast ikki í øðrum umboðnum á ting.
Javnaðarflokkurin
Men summir flokkar eru komnir nakað væl longri ávegis enn Sjálvstýrisflokkurin. Javnaðarflokkurin hevur stillað upp í Sørvági og Miðvági, og nýggja skotið hjá Javnaðarflokkinum í Sørvági er lærarin Rasmus Niclasen.
Frank Davidsen stillar ikki upp til hetta valið. Í Miðvági er Hans Jørgensen stillaður upp, men Sandavágur er ikki liðugur, tá ið fleiri evni eru í at velja.
Sambandsflokkurin
Sambandflokkurin hevur sín fyrsta uppstillingarfund í kvøld og her er eingin ivi um Sørvág. Suni Jacobsen stillar upp aftur, tó at hann hevur havt nøkur turbukent úttalilsi seinni tíðina í fjølmiðlunum, men stóri sepnningurin er um uppstillingina í Miðvági.
Ivasamt er við Ivani Johannesen, landsstýrismanni fyri Sambandflokkin, og nøvn sum Marius Dam, lækni, og Gunnar Nattestad, formaður fyri Unga Sambandi hava verið nevnd. Í Sandavági valdar tøgn.
Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin er eisini klárur í Miðvági og Sørvági, men Sandavágur liggur í bólkum. Annar bólkurin vil hava Svend Aage Ellefsen og hin Jóanes Nielsen. Hetta verður so endalig støða tikin til á uppstillingarfundinum í kvøld.
Jørgen Niclasen er uppstillaður í Sørvági og Hildur Ravnsfjall í Miðvági.
Tjóðveldisflokkurin
og hinir
Tjóðveldisflokkurin hevur verið sera tigandi í Vágum afturímóti í Suðurstreymoy, og einki hevur verið at hoyrt um nýggj sprelsk evni afturímóti í Suðurstreymoy, og hvussu er í hinum smærru flokkunum í Vágum er heldur ikki greitt enn, men tað verður tað í kvøld.
Tað eru øll vágafólk samd um at hetta er eitt tað mest spennandi løgtingsval sum nakrantíð er lagt upp til, og tað er ikki bert tí at Sjálvstýrisflokkurin gjørdi eitt so gott fólkatingsval, men eisini tí onkur flokkur hevur nýggj andlit at bjóða fram m.a. Javnaðarflokkurin.