stak væl og var høvuðsorsøkin til góða úrslitið, vit fingu, sigur Hans Áki, ið følir seg noyddan at siga at um eitt sindur av hepni var við okkara, so var úrslitið kanska eitt annað. Men sum heild er hann [...] eru góðar, og megna vit at koma við einum líka góðum innsatsi tá, so skuldi sæð gott út. Men tá tað er sagt, so veit eg ikki serliga nógv um Ísraelska liðið, annað enn at tað neyvan er líka sterkt, og Serbia [...] móti hesari mætu hondbóltstjóð, men samstundis eitt sindur skuffaður, sigur Hans Áki Hvat gjørdu tit ørðvísi leygardagin? - Vit avtalaðu áðrenn dystin, at verjuparturin ikki skuldi liggja eftir, og at
greiðu søgu um. Hann stillaði seg ikki aftast, tá tað ráddi um at taka við ábyrgd, men var við í fremstu røð, um brúk var fyri tí. Og sjálvur spardi hann seg ikki, tá tøk skuldu takast, so tí mundi ein [...] stuðul, hann altíð var til reiðar at veita NSÍ, bæði so og so. Ein betri bakk kundi einki fótbóltsfelag ynskt sær, og vit eru djúpt takksom fyri alt tað, tit í húskinum og Jónsvein hava lagt eftir tykkum í [...] Jónsvein altíð hevði livað lívið fult út og var góður við lívið, so mundi eingin ivast tað minsta í, at hann framvegis kundi framt og útint so mangt, tí hann var veruliga ein av teimum, ið treivst best í vási
kundi verið nógv at sagt um tykkum bæði, sum liggur mær á hjarta, men eg veit, so lítilátin tit eru, so ynskja tit ongan háva gjørdan burturúr í dag. At útgreina nærri hvørji tit eru, er ein torfør uppgáva [...] á 70 ára døgunum, ja eg meini hetta at tit fylla 70 - tit eru jú so ung í sinni, dáma best, tá ið nógv fólk eru rundan um tykkum og stákanin er stór, ja sjálvt um bert ein okkara kemur innar á gólvið. Mamma [...] hjá okkum, so eitt teppi fyri og annað eftir, varð slitið upp, alt meðan tit søgdu, ?lat teir, tað er so stutt teir eru ungir?. Var tað gott veður, so vóru vit í túninum og leiktu fótbólt, og um veðrið ikki
lítið av, tá tosað varð um Føroyska blíðskapin. Tað vóru mong umborð, sum ikki reiðiliga skiltu hetta, at Føroyingar skuldu verða so blíðir og fyrikomandi, men tað fingu tey so sjálvi at sanna undir hesi [...] við at umbyggja skipið dróg so nógv út, vórðu tað mong, sum máttu fara heim og kundu tí ikki verða við á ferðini til Føroyar. Hetta var tað, sum tey flestu vóru ógvuliga kedd um, men vónandi bíðst høvið hjá [...] góð orð á vegnum - hjartans tøkk skulu tit hava fyri tað. Móttøkan í Føroyum, bæði í Tórshavn og í Klaksvìk, var nógvar ferðir størri enn tað vit eru von við, so hetta var eitt ógvuliga jaligt upplivilsi
hvannasundsbrøðrunum. Nakað av jørð hoyrdi til barnaheimið hjá Hildigunn. Nógv arbeiði var at gera har, so sum at hoyggja, røkta neyt, húsligt arbeiði o.s. fr., og her lá parturin hjá Hildigunn ikki eftir. [...] pápa sínum, sum var ein tiltikin trolaraskipari. Tað, sum hann lærdi har umborð av sjómansskapi og um trolarafiskiskap, kom at verða ein ómetaliga góð barlast fyri tað lívsstarv, sum hann kom at hava, [...] rógv í 1963. Síðani fór hann at sigla við trolarum hjá Kjølbro í Klaksvík, fyrst sum stýrimaður og so sum skipari. Hetta gjørdi hann til 1978, tá ið hann keypti sær sítt egna skip og hevur verið reiðari
Karolinu”. Og tá ið tit hittust, eisini saman við Lenu, sum fylti 100 ár í summar, ja, so skemtaðust tit ofta um tann góða 1924-árgangin. At gerast hundrað ár? Tað er ikki mongum unt at gerast so gamal. Tað fær [...] lívsgøtan annars var so sera knortlut. Tað fær meg at hugsa um sálmin ”Eydnan er ei at líta á” hjá Mikkjali á Ryggi, har hann í 3.ørindi sigur: ”Gakk tú við Guði hvørja stund, lat so enn eydnuna skifta; [...] hava vit eisini tosað um, og hildu tygum, at tað var ikki akkurát tað rætta fyri tygum, serliga tí sum sjómaður vart tú ofta burturstaddur. Men eitt, sum hevur eyðkent tygum fram um alt er, at tygum eru
summarkvøld. Tað knýtur aftur bandið við undanfarnu øld. Her fedrar várir mangan við hond um áralunn, um fjørð, um flúr og tanga, at royna fiskigrunn. Ei nakað meira ymiskt, enn hav í logn og ódn. Tað føroyingar [...] fer at líða, vit fingu bara væl. Eg veit, at omma bíðar, nú seið hon fáa skal. Eg veit, hon glað vil vera, hon segði so við meg: - Tú fert mær nokk at bera, at kóka vænti eg. Teir fara so til árar, og heimá [...] komin á. So fegin drongur situr, tá upp hann hevur sift. Hann seiðin hevur fingið og nýggja beitu skift. Hann sleingir út og heldur: - Vit munnu fáa fleir´, Jú, fullan seiðaleypin hjá abba fingu teir. Nú
tosað so nógv um. Louisa omma og Martin abbi hava krúndiamantbrúdleyp í dag 10 januar, so nú hava tey verið gift í 65 ár, tað er ikki á hvørjum degi, at man upplivir tað. Tað er ein stór gleði, at tit kunnu [...] síðani tit høvdu Diamantbrúdleyp, ja, tíðin gongur skjótt. Tá hildu tit dagin hjá Allu fastir saman við familju og kenningum. Omma og abbi blivu gift sum ung í 1941, tey búsettust í Klaksvík og fingu 6 børn [...] ruddar, hon ger døgurða hvønn dag sjálv. Tey hava tvey hús at passa og ein urtagarð, sum tey fríðkaðu um í summar. Omma er sera ófør at binda, situr altíð við stokkum. Á jólum og til føðingardagar fáa vit
mánaðir seinni man gleðin hava verið stór, tá tit aftur fingu eina Joan. Tit búsettust síðani í Kerinum í Sumba, í barnaheiminum hjá ommuni, Onnu Sofíu, og fingu tvíburðarnir Eydnu og Anniku og seinni sonin [...] dóttir Martin og Elsebeth Olsen í Vági. Tey giftust í 1963 og fingu fyrstu dóttrina, Joan. At lívið ikki altíð lagar seg sum ein ætlar, fingu pabba og mamma skjótt at sanna, tá Joan andaðist stutta tíð eftir [...] hava eisini fylgt teimum eftir, og eru eisini virkin innan trúarlívið bæði her heima, og í útlondunum, so ikki kann sigast annað, enn at træið hevur borið miklan ávøkst. Pabba var eisini íðin limur í Fr
frætt um hendingina. Fólk komu á dyr og tað var ikki smávegis hvat vit fingu av gávum, bæði av pengum, mati, heimabakaðum smákøkum, klæðum, leikum og jólapynti. Børnini hava ongantíð fyrr átt so nógvar [...] talan ikki um hjálp, men harafturímóti um at hevja sjálvan seg". Ein serlig heilsan til Finnur og Jarnar, sum stutta tíð eftur okkara tilburð skuldu uppliva nakað sum eingin torir at hugsa um og sum samstundis [...] nakað serligt at pynta til jóla, eg sjálv havi altíð hav tað so, at eg goymi alt sum eg fái frá børnunum og serliga jólapynt og jólagávur. Tá so pyntingin fer fram, er tað sum at lesa søguna aftureftur. Øll