so hetta er bara so fantastiskt. Borgarstjórin er millum teirra, sum í dag fara at siga nøkur orð undir hátíðarløtuni. - Nei, mær dámar ikki at fara á ein pall at halda nakra røðu, men eg fari at royna [...] letur upp seinnapartin í dag, er hetta ein stórur dagur hjá bygdarfólkinum í Fámjin. - Tú kanst ætla, at vit her í bygdini eru glað og ógvuliga takksom, nú dagurin er komin, at tunnilin letur upp. Tað sigur [...] Lisberg leggur dent á, at nú verður tað so ikki vegasambandið, sum verður ein forðing hjá fólki at búseta seg í Fámjin. - Vit hava í minsta lagi loyvi at vóna, at tunnilin fer at geva bygdini eitt skump
yring í Skopun, og hetta gjørdist enn einaferð eitt sera væleydnað familjutiltak. - Vit takka fyri ein sera góðan dag, og vit takka fyri góðu undirtøkuna og fyri allan stuðul, siga tey á Facebook-vanganum [...] tiltakinum, og her er eisini yvirlit yvir, hvørjir vinnararnir í kappingini vóru. Tríggir væl kvalifiseraðir dómarar vóru til kappingina, og eftir kappingarlok segði høvuðsdómarin, Karl Vidtfeldt, at øll vóru vinnarar [...] Frálíku myndirnar frá stóra og forvitnisliga kassabilatiltakinum í Skopun eigur Photopoulsen, sum er Petur Poulsen í Skopun. Tað vóru Kristvør Kolden saman við Skopunar kommunu og Visit Skopun, ið stóðu
eitt lógaruppskot um at steðga samstarvinum við altjóða kjarnorkustovnin, IAEA. Hetta veit Reuters at siga í morgun, og tíðindastovan endurgevur iransku tíðindastovuna, Nournews. IAEA er stovnur undir ST, [...] sum arbeiðir við at fremja "friðarliga" nýtslu av kjarnorku og forða fyri spjaðing av kjarnorkuvápnum. Lógaruppskotið, sum iranska tjóðartingið hevur samtykt, skal eisini góðkennast av iranska trygdarráðnum [...] Iran kemur í einari tíð við veksandi spenningi millum Iran og tann partin av heiminum, sum ikki vil, at Iran fær kjarnorkuvápn.
millum annað um Hildigunn Christiansen: “Tú er fakliga væl fyri, og tú veit, at umframt at veita hjálp og stuðul í løtuni, so hevur rehabilitering eisini nógv at siga. Bæði starvsfelagar og borgarar eru góð [...] dugir sera væl at tosa við fólk. Tað sæst eisini aftur í tínum yrki, tí tú dugir væl at tosa við ikki bara borgararnar, men eisini teirra avvarðandi. Av tí sama dugir tú eisini sera væl at loysa konfliktir [...] hjá tær er eingin uppgáva ov stór ella ov lítil. Tað ger teg eisini til eina góða fyrimynd. Vit fegnast um at hava teg í Heimatænastuni og síggja fram til nógv góð ár afturat hesum fyrstu 25.” Hetta skrivar
sigur Ruth Absalonsen, at tey hugnaðu sær óført saman, og tað var ein heilt serlig løta at hitta fólk úr ymiskum pørtum av heiminum. - Nógvar vóru søgurnar, og tað var stuttligt at síggja, hvussu ómetaliga [...] og gera møguleikarnar eitt sindur fleiri fyri tey, sum búgva í økinum. Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag, og tað er Ruth Absalonsen, verkætlanarsamskipari í Eysturkommunu, sum hevur skrivað greinastubban [...] gongutúrurin var á skrá, var eg so heppin at vera við. Dagurin byrjaði heima hjá Lilju, har vit vóru sera væl móttikin. Veðrið var frálíkt – ljóst og turt, sum tað so ofta er í Leirvík – og stemningurin var góður
máttmikið, sum tikið verður til. Lagt verður aftrat, at hetta er partur av einari hernaðaratsókn. Iran sigur, at landið undir ongum umstøðum fer at lata eitt álop á iranskt øki standa ósvarað. - Hvítu [...] í dag er loftrúmið yvir Katar stongt, og uttanríkisráðið í landinum sigur, at orsøkin er støðan í økinum. Amerikanska flogstøðin Al Udeid liggur stutt uttanfyri høvuðsstaðin, Doha, og hetta er størsta [...] Tíðindamiðilin Axios veit í dag at siga, at Iran hevur skotið seks rakettir eftir amerikanskum herstøðum í Katar. Hetta upplýsa ísraelskar keldu yvirfyri Axios. Iranski herurin sigur seg hava lopið á Al
Lagið hevur verið sera nógv at hoyra í ár. Hvarv er á gáttini við enn einum lagi, sum er spælt inn og sum kemur á allar talgildar pallar fyrsta dagin. Og Hvarv hevur ætlanir um at geva út enn eitt staklag [...] bólkum, kann bara borga fyri, at framførslan gerst enn betri, siga tey í Vágs kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at manningin í Hvarv seinnu árini hevur verið hendan: Hjalmar Magnussen (sang og guitar), Dagfinn [...] Vælskapt Brek. Hetta var sangkapping, har fleiri enn 80 sangir komu inn, og Hvarv kom við á útgávuna við sanginum, "Vovið av Guði". Bólkurin hevur ikki verið so virkin øll árini, tó at Hjalmar og Dagfinn
í Iran, og ísraelski herurin, IDF, sigur í morgun, at 15 iransk flogfør eru oyðiløgd í álopunum. Hetta veit Reuters at siga, og kelda til tíðindini er ísraelska ávísin, Haaretz. - Flogvallir í vestri, eystri [...] og verjuskipanir og ávaringarlúðrar vóru í gongd í landinum. Bert nakrar minuttir eftir, at IDF visti at siga, at iranskar rakettir og dronur vóru á veg móti Ísrael, var eitt nýtt iranskt álop ávegis. - [...] Sambært Reuters raktu iranskar rakettir Lachish-økið sunnanfyri Jerusalem, og hildið verður eisini, at rakettir raktu Ashod-økið har suðuri í Ísrael. Aftur í morgun hevur Iran skotið rakettir eftir Ísrael
hevur samtykt, at landið skal steingja Hormussundið. Tað veit iranska sjónvarpsrásin, PressTV, at siga í dag. Men, sjálvt um tjóðartingið hevur samtykt steinging, er avgerðin ikki endalig. Tað er nationala [...] í landinum, sum tekur endaligu avgerðina. Hormussundið er smali siglingargeirin millum Iran og Oman, soleiðis sum viðhefta mynd vísir. Hetta er ein av heimsins týdningarmestu siglingarleiðum til flutning [...] heimurin brúkar. Hósdagin hótti ein limur í iranska trygdarráðnum við at steingja Hormussundið, sum svar upp á ísraelsku álopini. Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi seinnapartin í dag
púra greitt, og tað er, at tað at spara í vælferðartænastunum ofta í síðsta enda vísir seg at kosta enn meir, bæði fyri tann rakta og fyri samfelagið. Skal sparast er alneyðugt, at tað ikki gongur út yvir [...] fíggjarmálaráðfrúuni krevur hetta nýskipanir, sum hon nevndi nøkur dømi um í útvarpssamrøðuni, har hon tó legði dent á, at hetta stóð fyri hennara egnu rokning, tí at semja er ikki í landsstýrinum um ítøkiligu [...] kurin« – og arbeiðir við júst hesum. Veruleikin er, at ofta kostar tað meir her og nú at fáa tingini at rigga betri og bíligari í longdini. Soleiðis er tað eisini í hesum førunum, sigur Ingilín Didriksen