hevur verið her á klettunum einaferð fyrr, men sjálvur hildu teir, at henda ferðin varð betri enn seinast. HR Booking við Rúna Persson á odda, stóð fyri tí stóra tiltakinum, sum var á Hálsi. Øll fjødin [...] tey spurdu ikki komu, vóru tó sera nógv fólk møtt upp. Vanligt er á konsertum á Hálsi, at tey tilkomnu sita á áskoðaraplássunum, og tey ungu streyma fram móti pallinum, og hesa ferðina varð ikki øðrvísi [...] ljómborð, Kåre Wancher trummur, Mikkel Lentz gittar og Henrik Schou Poulsen, ið bert spælir við á konsertum, og hann spælir bass í bólkinum. Bólkurin hevði eisini ein back-gear teknikara, ein monitor teknikara
málið á hvørjum øðrum. -Annar fekk ikki orð á hin, áðrenn teir loystu. Hvussu kósin er, og hvar hann er? -Jú hann er komin á 62.23 og 6.51. Uha. Høvdu gomlumenninir vitað. Teir plagdu at vera á Rivinum [...] um hetta verður bátatalið dagliga, heldur hann. Og vit koma longri út. Vitin á Kallinum - tað vil siga á Lítla Høvda, sum nesmenn siga, at tað eitur, har hann stendur - hómast kámur har uppi í táminum [...] vara, heldur formaður okkara fyri. Við hetta lag verður skjótt at brúka fiskidagarnar upp. Hann tekur ein brævbjálva, sum stendur stungin undir ein leidning á skottinum. Tekur eitt blað upp úr og hyggur
borðið, men ovfarin kendi eg so, at hann legði eitt yankie bar í hondina á mær. Tað var onnur premia! Sum tú veit, hava báðir hasir sangirnir vísuløg, og eg hevði kvøðið!! »Hatta var gott at hoyra,« segði [...] veit um musikkundirvísingina á læraraskúlanum, og nevnir Árna Dahl. Kenni eg ikki Árna Dahl og hansara megnarvirki á so mongum økjum? Jú víst, men eg veit eisini, at hann er ikki musikklærari!! Í staðin [...] Ein, tveir og kanska tríggjar. Jóannes Patursson hevur fimtan! Og hann hevði ikki verið á donskum fólkaháskúla! Og eg klikki ikki niður á danskar fólkaháskúlar, men undri meg, hvussu kopierandi yrkingarlagið
Eirikur á Húsamørk. Hann letur at, at hendan royndin við lýsinum kostaði honum væl av pengum. Men kortini hevur hann áræði til at byrja aftur. -Tann seinasti idioturin er ikki føddur enn, heldur hann fyri [...] við at fylla okkurt upp á ein lastbil í niðaru hæddini. Fari oman um. Vænti at hitta stjóran har. Íslendskar royndir Eirikur á Húsamørk situr inni í húsinum á lastbilinum. Hann bakar bilin út um og kemur [...] matstovuna at seta okkum. Eirikur á Húsamørk greiðir frá, at hugskotið til at fara at turka fiskaslógv kom á eini marknaðarferð hann var í Íslandi herfyri. Har hitti hann menn, sum hava turkað høvd og ryggir
Venjarin frøddist um, at tað bar til at vinna á Brøndby, sjálvt um lyklaspælararnir Ståle Solbakken og Todi Jónsson ikki vóru við Tað var óført lag á FCK monnunum sunnukvøldið. Niels Christian Holmstrøm [...] Thomas Thorninger, vongspælarin hjá FCK í vinstru, sum setti hol á. Tað gjørdi hann í 41. minutti, og talan var um eitt fínt mál, tá hann úr fimtan metrum fluktaði framvið Mogens Krog, veteraninum í málinum [...] Ståle fríggjadagin fyrstu ferð alment fram. Hann hevði ikki annað ítøkiligt at siga, enn at tað um ein góðan mánað verður gjørt av, um hann eigur nakra framtíð á fótbóltsvøllinum ella ikki. jh
k. Ikki var hann serliga kendur sum tónasmiður, men fekst nógv við at leggja tilrættis. Stórt sæð skrivaði hann bert 4 stór oratoriir, The Crucifixion var tað seinasta. Árið eftir, at hann skrivaði verkið [...] Steiner heiðraður sum aðal, og eitt ár seinni gjørdist hann professari í tónleiki í Oxford. Hann doyði í 1901, bert 61 ára gamal, men The Crucifixion bar navn hansara víðari. Framførslur í sunnan og norðan [...] umframt The Crucifixion. Gøta/Leirvík syngur Um nái Guð mín, við lag eftir Esmar Jacobsen. Ljómur syngur Beati Mortui eftir Bartholdi. Eisini er á skránni Nú nemur náttin fríð. Undirmettur The Crucifixion er
tó annað lag á. Eitt nýstovnað felag í Norðstreymoy búnast og mennist so skjótt, at felagið í Havn fær sín javnlíka áðrenn langt er umliðið. Tað byrjaði á Heygum Talvdepilin í Vestmanna var á Heygum. Har [...] hjá bretska meistaratelvaranum B.H. Wood í Føroyum í 1946 fekk stóra ávirkan á telvingina her á landi. Á hesari vitjan læt hann ein borð til føroysk feløg at kappast um. Hetta var prýðiligt borð við sjáldsomum [...] hetta: 1. Hans Petersen 17_ 2. Olaf Durhuus 14 3. Jógvan Petersen 13 o.s.fr. Røðin við felagsmeistarum í Vestmanna Talvfelag fyrstu tíggju árini er henda: 1951 Olaf Durhuus 1952 Hans Petersen 1953 Hans Petersen
um hansara kærleika móti mær, at allar mínar syndir bar hann upp á krossin, hann leyskeypti meg frá banning syndarinnar, ja, hann setti føtur mínar á klettin, sum er Jesus sjálvur. Ongum nýtist at knógva [...] Golgataverkið Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, sum kallast Ennistaðurin, og sum á hebráiskum eitur Golgata. Har krossfestu teir hann og saman við honum tveir aðrar [...] ígjøgnum føstutíðina hoyrt um Jesu líðing, hvussu hann var háðaður, sligin, áspýttur, húðflongdur, tornakrýndur og til seinast hongdur á krossin á Golgata, har hann kvittaði fyri alla heimsins synd, tína og mína
hevur verið antin tað er tí, at skip renna á land, renna á hvørtannað ella tá lekar koma frá oljuvirkseminum verður í fjølmiðlunum mesti dentur lagdur á árinini á sjófugl og súgdjór. Hvør hevur ikki sæð [...] heldur eingin á stovnunum at seta seg inn í spurningar um olju virksemi. Og vitanin á stovnunum var tí lítil og eingin. Arne Nørrevang var limur í ráðleggingarnevndini, men hetta var hann valdur til av [...] umframt. Tað vísti seg skjótt at rættuliga nógv tilfar var á Fiskirannsóknarstovuni, hjá Landsgrannskoðaranum og á Jarðfrøðissavninum. Eisini bar væl til við at víðka virksemið hjá FRS og LVF fyri ein rættuliga
einsamøll, altíð hava vit hann at tosa við og biðja saman við og hann biður fyri okkum. Hann kennir vegin vit skulu ganga, hann veit hvat ið skal møta okkum hann kemur við okkum ? hann hjálpir okkum í okkara [...] Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldar áir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. Gangi eg í dimmum dølum, einki [...] ikki! Tit leita eftir Jesus úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Og síðani tá hevur annað lag verið á gongdini út á grøv hjá teimum sum trúðu hesum boðskapi, tí páskaboðskapurin