Eyðun Andreassen
Góði Ólavur! Tú hevði nøkur orð til mín um ein fyrilestur, ið seinni varð prentaður í Skáanum. Tú mást orsaka, at tvær vikur eru gingnar. Eg ætlaði alla tíðina at svara tær, og so kom okkurt í vegin. Men her kemur so svar mítt. Alt ov stutt til eitt so viðkomandi evni, men langt kann eisini vera ov langt.
Tær dámdi ikki sumt, eg hevði frammi í grein míni Kristindómur og kvæðayrking í Skáanum fyri stuttum. Har vísti eg á, at hitt gamla føroyska kvøðingar- og sanglagið var fyribeint sum úrslit av einum medvitnum virki innan kirkju og skúla. Víst var tað hetta sum hendi, Ólavur, og tá tú mótmælir, gert tú tað móti betri vitandi. Hví tú ger tað, kann eg bara gita um, men onkrar grundir manst tú hava.
Tú av øllum lærarum í Føroyum veit, at føroyskur dansur ofta við harðrendari hond varð útihýstur úr føroyskum skúlum víða um landið. Hevur tú gloymt tað? Og hetta sigur tú vera ein høpisleysan pástand hjá mær? Ert tú blivin so gloymskur, ella hevur tú onnur ørindi??
Føroysk musikkfrálæra hevur ongantíð lagt seg eftir tí føroyska tónleikinum. Her nevndi eg undangongumenn sum Jógvan Waagstein og Hans J. Højgaard. Teir dugdu ikki at kvøða og dansa, og løgdu heldur einki í tað. Eg segði einki um, hvat hesir báðir hava gjørt, og hvat hevur verið gjørt í føroyskum musikkpedagogikki. Nógv gott og positivt kann skrivast um tað. Eg nevndi, hvat ikki hevur verið gjørt! Og tað er eisini útslit av medvitnum vali. Er tað ikki so?
Eg skrivaði, at kirkjuorglini beindu fyri tí gamla sang og kvøðingarlagnum í Føroyum. Eisini hetta sigur tú vera ein høpisleysan pástand, og eg spyrji meg sjálvan, um tú ert vorðin tónadeyvur. Sjálvandi ert tú ikki tað, men hvørji eru so ørindini hjá tær? Tú skrivar: »At greipa kingosang og kvøðing soleiðis saman, og leggja orglunum til last, at kvøðingarlagið skal vera farið av lagi, tað er tað ikki grundarlag til.« Feilurin við tær og øðrum musikkpedagogum er, at tit hava eitt klaviatur skorað fast millum oyruni, og at allir teir tónar, tit hoyra, men sum ikki passa á klaviaturinum verða útreinsaðir. Hetta veitst tú, og tó fært tú teg til at siga ein setning sum handan. Lat meg siga tær eina søgu um hetta. Eg hevði mín fyrsta sangtíma, tá eg sum 11 ára gamal kom til Havnar at ganga í skúla. Lærarin var Hans J. Højgaard. Í fyrsta tímanum læt hann okkum syngja eitt ørindi úr einum sangi. Eg valdi Tá eg verði stórur. Hetta var stuttligt, men stór var undranin, tá eg og onkur onnur børn fingu tey boð, at vit ikki skuldu koma aftur til sangtímarnar. (Og tað var ikki av tí grund, at eg var farin at gala enn). Tí havi eg bara havt ein einasta sangtíma í tí nýggju, stásiligu sangstovuni í tí nýggja Tórshavnar Kommunuskúla, ið var tikin í nýtslu júst hetta árið, í 1956.
Árið eftir fór eg í millumskúlan, og sanglærarin nú var Poul Eide. Hann gjørdi tað sama sum Højgaard. Allir dreingirnir skuldu syngja ein sang einsamallir. Hesuferð valdi eg Í Vesturhavi har liggur eitt land. Tá allir høvdu sungið, segði Poul Eide, at teir tríggir bestu skuldu fáa premiu. Tá hann kom yvir til borðið hjá mær, visti eg, at søgan fór at endurtaka seg frá árinum fyri. Eg hugdi ikki upp og ivaðist ikki í, at hann vendi sær til onkran annan við borðið, men ovfarin kendi eg so, at hann legði eitt yankie bar í hondina á mær. Tað var onnur premia! Sum tú veit, hava báðir hasir sangirnir vísuløg, og eg hevði kvøðið!! »Hatta var gott at hoyra,« segði Poul Eide.
Í grein míni nevndi eg síðani, at tað undrar meg, at vit bæði hava ein 130-ára gamlan læraraskúla og ein landsumfatandi musikkskúla, ið hvørgin arbeiðir við hesum føroyska tónleikinum. Aftur her: eg segði einki um, hvat gjørt verður á hesum skúlum, einans hvat ikki verður gjørt! Og tað er eisini við vilja, tað ið ikki verður gjørt. Eg veit væl Ólavur, at tú altíuð hevur havt áhuga fyri dansi og kvøðing, men er hetta ein lærugrein á læraraskúlanum og í musikkskúlanum? Eg eri sjálvur lærari og av lærarafólki. Abbi mín í Havn var lærari, bæði foreldur míni vóru lærarar . Tá lærdu lærarar at spæla orgul og violin og sang. Í prógvið fingu teir hesa viðmerking: »Kan forestå kirkesang!« Og summir helst, at hetta virki kundu teir ikki átaka sær. Tað var endamálið við undirvísingini. Tú spyrt, hvat eg veit um musikkundirvísingina á læraraskúlanum, og nevnir Árna Dahl. Kenni eg ikki Árna Dahl og hansara megnarvirki á so mongum økjum? Jú víst, men eg veit eisini, at hann er ikki musikklærari!! Í staðin fyri ella kanska afturat orglinum og violinini læra næmingarnir vist heilt nógv at spæla gittara og onnur instrument, sum teimum hóvar. Tey læra helst eisini bæði um »klassiskan« tónleik og um tann rútmiska. Men framvegis er eingin musikklærari, ið kann hava føroyska tónleikin sum fak. Og fyri ikki at gera nakran firtnan, so ivist eg ikki í, at tann tónleikafrálæra, ið verður givin, er góð. Eg tosa bara um ta, ið ikki verður givin. Og hvussu mangir lærarar í tí føroyska musikkskúlaverkinum geva frálæru um henda tónleik, eg skrivi um?
Tú hevði ein ávísan polemiskan tóna í tínum svari til mín, og tí fært tú aftursvar í sama tónalag. Men tá eg vil fara aftur um tað, so vóru míni ørindi at siga frá einari undran um, hvussu tjóðskaparrørslan og yrkjararnir tá, tóku alt hitt føroyska fram í sínum skaldskapi at lovprísa, men gloymdu hitt føroyska musikalska móðurmálið. Eg nevndi Jóannes Patursson sum eitt undantak millum tjóðskaparskøldini, tí hann so væl og medvitið valdi sær føroysk kvæða- og vísuløg at yrkja til. Tú spyrt, um eg havi gloymt allar hinar so sum IPG, Kvívíks Jógvan, Mikkjal á Ryggi, Andras Samuelsen, S. M. Zachariasen og fleiri. Hyggur tú í Songbók Føroya Fólks, so finnur tú ein og annan sang hjá hesum og øðrum yrkjarum, ið eru gjørdir til føroysk løg. Ein, tveir og kanska tríggjar. Jóannes Patursson hevur fimtan! Og hann hevði ikki verið á donskum fólkaháskúla! Og eg klikki ikki niður á danskar fólkaháskúlar, men undri meg, hvussu kopierandi yrkingarlagið mangan er í tjóðskapartíðini: Tann kopieraði hevur ikki skyldina av at verða kopieraður. Tann nýggja føroyska mentanan varð framborin á donskum (og øðrum) tónamáli. Føroyingar fóru at syngja um hitt føroyska á málinum hjá Hans Arvesen og hinum donsku og norðurlendsku tónaskøldum. Jóannes Patursson gekk eina aðra leið. At hetta skal vera at klikkja niður á nakran, er tvætl! Tað var bara so.
Hetta landið yðjur av musikarum, ið kopiera annan tónleik. Ein maður í týðandi starvi innan føroyskt tónleikalív greiddi í útvarpinum í morgun frá, hvussu teir strevaður vit at fáa eitt lag hjá einum amerikanskum rokkbólki at sita í teirra egna orkestri. Er eingin kreativitetur til innan tónleikin, spurdi eg meg sjálvan. Um so er, so er her ein stór uppgáva har hjá musikkpedagogunum. Til seinasta Prix Føroyar varð eitt dómaralið uttanífrá boðsent at gera metingar um føroyska tónleikastigið. Teir spurdu undrandi, um ikki ein einasti tóni var til í Føroyum, ið kundi takast upp í og hoyrast aftur í allari hesi kopieringini. Støðan er tíverri tann, at fert tú til ein ungan ella hálvgamlan rokkara í dag, og spyrt eftir einum føroyskum tóna, so stendur hann sum kánus fyrst, og heldur teg vera býttan. Síðani fer hann at flenna. Og tað má for hundan hava okkurt við tónleikafrálæruna onkustaðni at gera.
Her á landi hava vit tíverri, og sum ikki einaferð, sett danskar standardir, og adopterað danska hugtakið fólkamusikkur, ið sostatt er komið at merkja eina amerikanska musikkgenru. Í hinum Norðanlondunum merkir fólkamusikkur teirra egni musikkur. Vit hava ein heilan Jazz- fólka- og blues festival á hvørjum ári, har orðið fólkamusikkur merkir hetta slagi av amerikanskum (og donskum) musikki. Tann egna og tann veruliga fólkamusikkin kalla danir helst etniskan musikk. Tað havi eg hoyrt nevnt her í Føroyum eisini um kvøðing. Og undarligt er tað í mínum oyrum, tá fólk fara at nevna seg sjálvi við heitinum etnisk!
Einastaðni fert tú yvir um mark, Ólavur. Tú leggur meg undir at háða dansifelagið Tøkum lætt, har eg skrivaði, at eg meira hoyrdi kvøðingarkór enn føroyskan dans á upptøkum nú í tíðini. Eg hevði ikki serstakliga dansifelagið Tøkum lætt í huga. Eg hevði tað í huga, at við tíðini gerst næstan allur føroyskur dansur til kvøðing í kóri. Dansifólkið byrjar ørindi, næstan áðrenn skiparin fær høvi at skipa. Hann eigur fáa høvi til at ráða dansinum eftir egnum tykki, men skipingin verður tikin av honum, og hevur tú ikki eisini mangan upplivað, at um skiparin steðgar á eitt bil, heldur restin av dansifólkinum fram at kvða, sum um hann ikki var til? Hetta lærdu abbar og ommur tey ungu fyrr í tíðini. Nú er eingin at læra tey ungu slíkt og mangt, mangt annað í hesum musikkinum. Kann tað vera tí, Ólavur, at her kundi verið brúk fyri einum lærara. Til dømis einum musikklærara?
Men teir, ið nú virka, kunna ikki brúkast til hetta. Tað er so sikkurt og vist. Hvussu undirvísast skal, spyrt tú. Man ikki bera til at undirvísa í øllum sløgum at musikki? Í Kaustinen í Finnlandi og á Voss í Noreg verður frálæra givin á hægsta stigi í fólkamusikki. Við Musikkháskúlan í Oslo er sjálvur Sven Nyhus professari í fólkamusikki. Alla staðni bæði teoretisk og praktisk frálæra. Runt um í Svøríki verður somuleiðis frálæra givin í musikkskúlunum eisini í fólkamusikki. Hevði tað verið eitt hugskot at gjørt eina ferð til hesi støð? Um vitan, vilji og hugur var, vildi eg hildið tað kundi borið til! At frálæra kundi verið eisini í føroyskum fólkamusikki.
At enda í grein tíni gerst tú heldur patetiskur: Tú spyrt meg: »Hvussu kann mentamaður sum tú avdúka slíkan sjónarring, at vit ikki á besta hátt skula útbúgva okkum til at taka við tí ríkidømi, sum vesturlendski tónleikaarvurin er? (...) Og hvussu hevur tú, Eyðun, sum alternativ til almennu tónleikamenningina hugsað tær at hava skeið fyri føroyingar í, hvussu vit hava sungið og kvøðið her?«
Ikki havi eg grett eitt einasta orðið um, at vit ikki skula taka við vesturlendska tónleikaarvinum. Hvat meinar tú? Eg sum eru Schubert elskari? Men hvussu kunna vit taka við annans arvi, tá vit hava koyrt okkara egna arv fyri bakka??
Føroyingar eru europearar, og okkara mentan er partur av europeisku mentanini. Har áttu vit at verið samdir. Men so skiljast helst okkara meiningar. Eg havi tað sjónarmið, at vit ikki einans skula taka við europeiska tónleikaarvinum, sum tú málber teg, men at vit eisini áttu (og eiga) eitt íkast at lata til henda arv. Føroyingar hava nakað at leggja aftur at europeiska mentanararvinum. Vit hava bara ikki viljan, ella heldur dirvið, at gera tað! Tá er tað tryggari bert at taka ímóti. Eg spyrji: Er tað tí, at tað er skomm at vera føroyingur? Ella kanska ikki nóg fínt?









