heildini. Hetta hevur havt hug til at útarta seg til vandalismu. Hevur ein byggisamtykt staðið í vegin fyri eini hovsaætlan, so eru byggisamtyktir við harðari hond skúgvaðar til viks og broyttar. Tað vil siga [...] kveistrað til viks. Hoyringarskyldan, sum kommunan hevur í slíkum málum, er bert eitt eiti og verður als ikki tikin í álvara av býráðnum sjálvum. Gaman í fær tann borgari, sum dittar sær til at hava eina [...] mangan mælt til eisini at taka atlit til sjónarmiðini hjá borgarunum, men tað hevur í flestu førum verið sum at sletta vatn á gás. Her má broyting koma í. Borgarnir skula í álvara takast við upp á ráð. Bygg
teimum, tí arbeiði til hesi børn hanga heldur ikki á trøunum. Okkara kristna tjóð hugsar heldur ikki um á hesi, sjálvt um skrivað stendur: Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit ikki hava gjørt einum av [...] politikkarar ikki okkara børnum tað besta. Vit kunnu gjalda skatt, men hvat fáa VIT og OKKARA BØRN fyri hann? Til tykkum politikkarar: Gevið teim veiku næmingunum bæði fiskastuðulin, rentustuðulin (tí til hús nr [...] og -kvinnur? Ella sigur tú tað eisini við tínar patientar, ið hava ymiskan tørv: Føroyar hava ikki ráð til brekað og børn við serligum tørvi. Ja, Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi lærari, tú segði, at tú
avdráttur skuldi gjaldast av. Tað skuldi bíða, til viðkomandi avhendaði húsini. Eg hugsi ikki um tey, sum hava ráð at gera tað sjálvi, men tey, sum ikki hava ráð. Til dømis ein einkja ella einkjumaður, sum hevur [...] ið segði, at ein pensjónistur kundi fáa eitt lán til umvælingar av sínum gomlu húsum – tað veri seg til tak, vindeygu og bjálving ella annað – men ikki kundu gjalda tað sjálvi. Tey kundu fáa eitt avdr [...] lekur, ella tað kann vera okkurt annað. Ein slíkur pensjónistur kann vera illa staddur, um hann ikki hevur ráð at fáa tað gjørt. Sjálvur havi eg eingi hús, men tað eru tey, sum hava henda trupulleika. Við
flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar, við vandanum um at missa starvsfólkini og ikki minst royndir teirra, er sum at flyta bilasøluna hjá Meinhardi Arge til Nólsoyar! Hevði tað ikki verið eitt skilagott [...] trý støð, har tað ber til at fáa kunning um umsóknarbløð, upptøkutreytir, bústað, stuðulsmøguleikar og mangt annað. Tey trý støðini eru LFÚ-ráðgevingin, Altjóða Skrivstovan og ikki minst Stuðulsstovnurin [...] in. Skrivstovurnar hjá øllum trimum eru í Tórshavn ? ikki í sama húsi, men kortini í sama býi. Vit sum arbeiða á einum av hesum støðunum kunnu ikki ímynda okkum, at vit skulu flyta enn longur burtur frá
skaðar burtur. Okkara fremsti spælari er til reiðar at vera sterkasti trumfur okkara til komandi avbjóðingarnar móti Sveis og Írlandi. Men hann verður ikki úttikin til liðið. Grundgevingarnar hjá landslið [...] num í hesum eru, at er ein spælari ikki í nóg góðari dystarvenjing, so kann hann ikki spæla. Sjálvandi kunnu venjararnir hava hesa áskoðan, men fyri tað nýtist ikki øllum at vera samd í hesum. Partvíst [...] grundgevingin fyri hesum var greið, vóru tað ikki øll, sum góðtóku hesa. Seinasta summar hendi so tað gleðiliga fyri føroyskan fótbólt, at Todi segði seg aftur vera til reiðar at tørna út fyri Føroyar. Hann hevði
og mótviljan til at geva Sjóvar kommunu loyvi til at byggja og veita játtan til rakstur av býlingshúsi/ eldrasambýli á Strondum. Tørvurin á búplássum innan eldraøki At Almannaráiðið ikki hevur megna [...] byggja og at játta pengar til raksturin av eldrasambýli á Strondum. Hesi bæði tingini eru alneyðug fyri at bøta um vandastøðuna á eldraøkinum í Eysturoynni. Verður hetta ikki gjørt, so er vandi fyri, at [...] ------ Eldrasambýli á Strondum og Heimið á Mýrunum Tíverri má eg ásanna, at handfaringin í Almannaráðnum av eldraøkinum í Eysturoynni hesi seinnu árini langt frá hevur verið nøktandi og at Ráðið í staðin
Tjóðveldi í móti, tí vit vildu ikki, at peningur skuldi forvinnast uppá neyðina hjá fólki. Vit ynskja, at Bústaðir skal hava so lága húsaleigu sum gjørligt so vanlig fólk hava ráð at búgva har. Nú tykist stovnurin [...] Stjórin hevur so gott sum fingið talubann! Og nevndarformaðurin vil ikki úttala seg! So langt eru vit komin... Og ákærurnar hjá ávísum nevndarlimi, sum eisini vístu seg at vera púra ógrundaðar... Eisini [...] stovnurin í upploysn... Er tað veruliga so galið, at man bara letur standa til og letur hetta henda... Tað fara vit í Tjóðveldi ongantíð at góðtaka. Gamli Húsalánsgrunnurin, nú Bústaðir er okkara hjartabarn
neyðugt at spara upp ella taka lán til tess at fáa ráð til at ættleiða eitt barn. Er tað rímiligt,at summi skulu lána hópin av peningi til tess at gerast foreldur og vera við til at hækka fólkatalið í Føroyum [...] vera ein rættur hjá teim vælbjargaðu? Sjálvsagt, má tað ikki vera pengapungurin sum avger um fólk sleppa at ættleiða ella ikki. Pengapungurin avger ikki foreldraevni og foreldraførleikar annars. Fleiri og [...] fleirtalið av politikarunum enn ikki búnir til at síggja fyrimunirnir í einari pápakvotu, men tað verður vónandi skjótt. Tað er tó at harmast um, at tey sum ættleiða ikki hava fingið heilt somu rættindi
betri flogumstøður. Um vit ynskja at betra um regularitetin og at hækka trygdina, so hava vit ikki ráð til at bíða við ábótum. Hetta má og skal raðfestast ovast, sigur Magni Argi. Rímiligt ynski Magni [...] hóast ongar ábøtur verða framdar í Vága Floghavn. Men eg haldi ikki, at tað er órímiligt at ynskja sær ábøtur á føroyska undirstøðukervi til flogferðslu, tá ið havt verður í huga, hvussu stórar íløgur [...] gjørdar sum skjótast, mugu ikki verða tengdar at, hvørvítt vit í Føroyum skulu hava ein nýggjan flogvøll ella ei, heldur Magni Arge. Hann vísir á, at íløgur innan undirstøðukervi til flogferðslu sum oftast
at um tey vaksnu ikki løgdu í hennara framtíð, so gjørdi hon heldur ikki. Tí segði hon, at tað var ikki neyðugt hjá henni at ganga í skúla og útbúgva seg til eina framtíð, hon ikki átti. Hetta var sjálvandi [...] er hetta eisini neiligt fyri samfelagið. Búskaparligur vøkstur er ikki góður í sjálvum sær. Tí tá alt kemur til alt, so ber tað ikki til at eta pengar. Við hesi gongdini, ið vit liva í, har vit keypa fyri [...] verða trekt í løn, fyri pausur, tey hava rætt til, men ikki fáa. at ung verða trekt í løn fyri mat, ið tey ikki eta. at ung ongan sáttmála fáa, og harvið ikki tryggjar arbeiðsumstøður. Ung eru alt ov óvitandi