Áheitan á Anniku Olsen um eldraøkið í Eysturoynni

Alfred Olsen, Tingmaður fyri Sambandsflokkin
------
Eldrasambýli á Strondum og Heimið á Mýrunum
Tíverri má eg ásanna, at handfaringin í Almanna­ráð­num av eldraøkinum í Eysturoynni hesi seinnu árini langt frá hevur verið nøktandi og at Ráðið í staðin fyri at stimbra og ment røkt­ina á eldraøkinum, hev­ur lagt fótonglar fyri einari  nátúrligari menning innan eldrarøktina, saman við kommununum. Her hugsi eg um ætlanirnar at niður­leggja Heimið á Mýrunum (8 búpláss) og mótviljan til at geva Sjóvar kommunu loyvi til at byggja og veita játtan til rakstur av  bý­lings­húsi/ eldrasambýli á Strondum.

Tørvurin á búplássum innan eldraøki
At Almannaráiðið ikki hev­ur megna sína uppgávu hesi seinastu árini, er bíðilistin í Eysturoynni týðiligt tekin um, har 100 fólk nú standa á bíðilista, harav 15 fólk hava bráfengis tørv at koma á ellisheim, serliga tá eg hugsi um, at Eysturoyggin, sum áður gekk á odda og kundi veita ein góða tænastu til tey sjúku og eldru á ellis- og røktarheimi og eldra­sambýlum, nú hevur ein slíkan bíðilista.

Áheitan á Anniku Olsen
Tí heiti eg hervið al­ment á Anniku Olsen, lands­stýris­kvinnu, um at sleppa øllum ætlanum um at niðurleggja Heimið á Múrunum og at játta Sjóvar kommunu, bæði at byggja og at játta pengar til raksturin av eldrasambýli á Strondum. Hesi bæði tingini eru alneyðug fyri at bøta um vandastøðuna á eldraøkinum í Eysturoynni. Verður hetta ikki gjørt, so er vandi fyri, at støðan gerst katastrofal, tí verandi støðan er bæði álvarsom og darvandi fyri allar part­ar í rakstinum á øllum ver­andi eldrasambýlum og á Eysturoyar Røktar- og Ellis­heimi.

Mín stuðul
Eg kann veita Anniku Olsen mín stuðul til uppbygging av tænastunum á eldra­øki­num, men hinvegin vil eg átala og stríðast móti øllum tiltøkum, sum gera tænasturnar innan eldra­øki verri, sum nú inni í Eyst­uroynni, har støðan er við at gerast sera álvarsom.